Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL TRÝ

„Faðir alra teirra, sum trúgva“

„Faðir alra teirra, sum trúgva“

1, 2. Hvussu var heimurin broyttur, síðani Nóa livdi, og hvussu ávirkaði tað Ábraham?

ÁBRAHAM hugdi upp, og eyguni vórðu drigin at sigguratinum, einum bygningi, ið hevði skap sum ein pyramida. * Hesin bygningurin var høgt hevjaður yvir heimbý hansara, Ur. Har var gangur, og roykur steig upp. Prestarnir hjá mánagudinum vóru aftur í holt við at ofra. Ímynda tær, at Ábraham vendi sær burtur, risti við høvdinum og setti knyklar í brýr. Meðan hann trokaði seg heim gjøgnum mannamúgvurnar á gøtunum, hugsaði hann helst um avgudadýrkanina, ið gjøgnumsúrgaði Ur. Henda spilta tilbiðingin hevði veruliga vundið upp á seg í heiminum, síðani Nóa livdi.

2 Bert tvey ár áðrenn Ábraham varð føddur, doyði Nóa. Tá ið Nóa og familja hansara fóru út úr ørkini eftir Vatnflóðina, ofraði hann til Jehova Gud, sum afturfyri læt ein ælaboga koma til sjóndar. (1 Mós. 8:20; 9:12-14) Tá var reina tilbiðingin einasta tilbiðingin. Men nú, tá ið tíggjunda ættarliðið hjá Nóa spjaddist um jørðina, var reina tilbiðingin vorðin heldur sjáldsom. Allastaðni tilbóðu fólk heidnar gudar. Sjálvt pápi Ábrahams, Tara, hevði við avgudadýrkan at gera; møguliga gjørdi hann avgudar. — Jos. 24:2.

Hvussu gjørdist Ábraham ein einastandandi fyrimynd í trúgv?

3. Hvønn eginleika menti Ábraham, so hvørt sum hann gjørdist eldri, og hvat kann tað læra okkum?

3 Ábraham var øðrvísi. Sum hann gjørdist eldri, líktist hann meira og meira burtur úr mongdini vegna sína trúgv. Paulus ápostul fekk seinni íblástur frá Gudi til at rópa hann „faðir alra teirra, sum trúgva“. (Les Rómbrævið 4:11.) Latið okkum vita, hvat hjálpti Ábrahami at fáa so sterka trúgv. Tað kann læra okkum, hvussu vit kunnu fáa sterkari trúgv.

Hvussu tað var at tæna Jehova eftir Vatnflóðina

4, 5. Hvør kann hava lært Ábraham um Jehova, og hvussu kunnu vit siga, at tað er ein møguleiki?

4 Hvussu lærdi Ábraham um Jehova Gud? Vit vita, at Jehova hevði trúfastar tænarar á jørðini tá á døgum. Ein teirra var Sem. Hóast hann ikki var tann elsti av teimum trimum synunum hjá Nóa, verður hann ofta nevndur fyrst. Orsøkin var eftir øllum at døma, at Sem hevði einastandandi trúgv. * Eina tíð eftir Vatnflóðina rópti Nóa Jehova fyri „Gud Sems“. (1 Mós. 9:26) Sem hevði virðing fyri Jehova og sannari tilbiðing.

5 Kendi Ábraham Sem? Møguliga gjørdi hann tað. Ímynda tær Ábraham, meðan hann var smádrongur. Tað hevur helst hugtikið hann at fáa at vita, at hann átti ein skyldmann, sum hevði livað í meira enn 400 ár. Sem hevði sæð óndskapin fyri Vatnflóðina, sæð at Vatnflóðin reinsaði alla jørðina, sæð at fyrstu tjóðirnar vórðu til, so hvørt sum menniskjuni gjørdust fleiri, og eisini sæð myrku dagarnar, tá ið Nimrod gjørdi uppreistur og bygdi Bábelstornið. Trúfasti Sem hevði einki við henda uppreisturin at gera, so tá ið Jehova blandaði tungumálini hjá teimum, sum bygdu tornið, hildu Sem og familja hansara fram at tosa upprunamálið hjá mannaættini, tað málið, sum Nóa tosaði. Ábraham var ættaður frá hesi familjuni. Tað er eyðsæð, at Ábraham hevði stóra virðing fyri Sem, meðan hann vaks upp. Og Sem var á lívi meginpartin av langa lívi Ábrahams. So kanska hevur Sem lært Ábraham um Jehova.

Ábraham vísti avgudadýrkanini, sum var so vanlig í Ur, frá sær

6. (a) Hvussu vísti Ábraham, at frásøgan um Vatnflóðina hevði lært hann nógv? (b) Hvussu var lívið hjá Ábrahami og Sáru?

6 Í hvussu er lærdi frásøgan um Vatnflóðina Ábraham nógv. Hann legði seg eftir at liva við Gudi, eins og Nóa hevði gjørt. Tí vísti Ábraham avgudadýrkanini frá sær og var øðrvísi enn onnur í Ur, kanska eisini øðrvísi enn nærmastu skyldfólkini. Men hann fann sær eina góða konu. Hann gifti seg við Sáru, sum ikki bara var sjáldsom í vakurleika, men eisini í síni sterku trúgv á Jehova. * Hóast tey eingi børn áttu, gleddust tey uttan iva um at tæna Jehova saman. Tey tóku eisini foreldraleysa bróðurson Ábrahams, Lot, til sín.

7. Á hvønn hátt skulu lærisveinar Jesusar taka eftir Ábrahami?

7 Ábraham læt ongantíð avgudadýrkanina í Ur oyðileggja sítt samband við Jehova. Hann og Sára vóru fús at líkjast burturúr í tí spilta samfelagnum. Skulu vit menna sanna trúgv, mugu vit gera tað sama. Vit mugu eisini vera fús at líkjast burturúr. Jesus segði, at hansara lærisveinar ikki skuldu vera „av heiminum“, og at heimurin skuldi hata teir afturfyri. (Les Jóhannes 15:19.) Verður tú av og á keddur um, at skyldfólk ella onnur ikki vilja hava við teg at gera, tí tú hevur valt at tæna Jehova, mást tú minnast til, at tú ikki ert einsamallur. Tú tekur eftir góðu fyrimyndunum, Ábrahami og Sáru, sum eisini trúføst tæntu Gudi.

„Far úr landi tínum“

8, 9. (a) Hvørja ógloymandi uppliving fekk Ábraham? (b) Hvørji vóru boðini frá Jehova til Ábraham?

8 Ein dagin fekk Ábraham eina ógloymandi uppliving. Hann fekk eini boð frá Jehova Gudi! Bíblian sigur okkum ikki út í æsir, hvussu Ábraham fekk hesi boðini, men hon sigur, at „Gud dýrdarinnar“ vísti seg fyri hesum trúfasta manninum. (Les Ápostlasøguna 7:2, 3.) Kanska var tað ein eingil, sum vísti seg fyri Ábrahami, sum soleiðis slapp at hóma ómetaligu dýrd hins alvalda Guds. Vit kunnu bert ímynda okkum, hvussu fegin Ábraham var um at síggja munin á hinum livandi Gudi og teimum lívleysu avgudunum, sum fólk rundan um hann tilbóðu.

9 Hvørji vóru boðini frá Jehova til Ábraham? „Far úr landi tínum og frá skyldfólki tínum, og far til landið, ið Eg skal vísa tær!“ Jehova segði ikki hvat land, hann hevði í huga, men bert at hann skuldi vísa Ábrahami tað. Fyrst skuldi Ábraham tó fara úr heimlandi sínum og frá skyldfólki sínum. Í fornaldar Miðeystri hevði familjan sera stóran týdning. At ein maður skuldi fara frá skyldfólki sínum og flyta langt burtur, var ofta roknað sum ein ræðulig lagna. Summi hildu, at tað var verri enn deyðin.

10. Hví var tað allarhelst torført hjá Ábrahami og Sáru at fara úr heimi sínum í Ur?

10 Tað var allarhelst torført hjá Ábrahami at fara frá øllum hentleikunum í Ur. Ur var eyðsýniliga ein rokmikil og ríkur býur. (Sí rammuna  „Býurin, sum Ábraham og Sára fóru úr“.) Útgrevstrar vísa, at fín hús við nógvum hentleikum vóru í fornaldar Ur; í nøkrum vóru tólv ella fleiri rúm til familjur og tænarar, og rúmini umgirdu eitt steinsett tún. Millum annað var vanligt, at hús høvdu vatn, vesi og kloakkskipan. Minst eisini til, at Ábraham og Sára ikki vóru heilt ung; hann var helst í 70’unum og hon í 60’unum. Hann vildi ivaleyst, at Sára skuldi hava eina hampiliga góða tilveru og kenna seg trygga — sum ein og hvør góður maður hevði viljað. Hugsa tær allar samrøðurnar, spurningarnar og stúranirnar, tey hava havt í sambandi við hesa uppgávuna. Sum tað man hava glett Ábraham, at Sára tók við hesi avbjóðingini! Eins og hann var hon fús at fara frá øllum hesum hentleikunum.

11, 12. (a) Hvørjar fyrireikingar skuldu gerast, og hvørjar avgerðir skuldu takast, áðrenn farið varð úr Ur? (b) Hvussu ímyndar tú tær dagin, tá ið tey fóru avstað?

11 Nú tá ið avgerðin var tikin, høvdu Ábraham og Sára úr at gera. Tey høvdu nógv at pakka og leggja til rættis. Hvat skuldu tey hava við sær á hesa ferðina út í tað ókenda, og hvat skuldu tey lata verða eftir? Næstringarnir hjá teimum høvdu sjálvsagt enn størri týdning. Hvat skuldu tey gera við Tara, sum jú var gamal? Tey gjørdu av at taka hann við sær og ansa eftir honum. Kanska samtykti hann fegin, tí frásøgan nevnir, at tað var hann, ættarfaðirin, sum tók familju sína og fór úr Ur. Hann var uttan iva givin at dýrka avgudar. Bróðursonur Ábrahams, Lot, fór eisini við teimum. — 1 Mós. 11:31.

12 At enda kom dagurin, tá ið tey skuldu fara. Ímynda tær ferðalagið, sum savnaðist uttan fyri býmúrarnar í Ur. Viðførið var lagt á kamelarnar og eslini, fylgini vóru savnað, familjan og tænararnir vóru til reiðar, og øll vóru spent at fara avstað. * Kanska vóru øll eygu vend á Ábraham fyri at vita, nær tey skuldu fara. Endiliga kom løtan, og tey fóru avstað og løgdu Ur aftur um seg við alla.

13. Hvussu vísa nógvir tænarar hjá Jehova nú á døgum sama hugburð sum Ábraham og Sára?

13 Nógvir tænarar hjá Jehova nú á døgum gera av at flyta til eitt stað, har tørvur er á fleiri boðarum. Nøkur gera av at læra seg eitt fremmant mál fyri at víðka sína tænastu. Onnur gera av at royna ymiskar tænastugreinir, sum tey kenna seg ótrygg við. Tað krevur vanliga offur at taka slíkar avgerðir — at vera ávísar materiellar ágóðar fyri uttan. Tá ið tænarar Jehova vísa ein slíkan fúsleika og taka eftir Ábrahami og Sáru, hava teir sanniliga rós uppiborið! Vísa vit eina slíka trúgv, kunnu vit vera vís í, at Jehova altíð fer at geva okkum nógv meira, enn vit geva honum. Hann lønir altíð teimum, sum vísa trúgv. (Hebr. 6:10; 11:6) Lønti hann Ábrahami?

Tey fóru um Eufratánna

14, 15. Hvussu var ferðin úr Ur til Karan, og hví mundi Ábraham gera av at búsetast í Karan eina tíð?

14 Ferðalagið vandi seg so hvørt við at ferðast. Vit kunnu kanska ímynda okkum, at Ábraham og Sára skiftust ímillum at ríða og ganga, og at samrøðurnar teirra millum blandaðust við ljóðið av bjøllunum, sum hingu á kríatúrunum. Sum frá leið lærdu sjálvt tey, sum ikki vóru so von at ferðast, mestsum av handahógvi at seta upp og taka niður tjaldleguna og at hjálpa gamla Tara til rættis á einum kameli ella esli. Tey ferðaðust í ein útnyrðing og gingu fram við tí stóru Eufratánni. Dagar gjørdust til vikur, meðan tey spakuliga hildu leiðina fram gjøgnum landslagið.

15 Tá ið tey høvdu ferðast einar 960 kilometrar, komu tey at enda til smátturnar í Karan, ið høvdu skap sum býflugubøli. Karan var ein blómandi býur, ið lá á einum sera týðandi handilsvegi, sum strekti seg bæði eystureftir og vestureftir. Har búsettist familjan í eina tíð. Kanska var Tara ov veikur at ferðast longri.

16, 17. (a) Hvønn sáttmála var Ábraham fegin um? (b) Hvussu signaði Jehova Ábraham, meðan hann var í Karan?

16 Við tíðini doyði Tara, 205 ára gamal. (1 Mós. 11:32) Ábraham kendi seg sera uggaðan, tá ið Jehova aftur talaði til hansara. Hann treiv í aftur boðini, hann hevði givið í Ur, og legði meira aftrat lyftunum. Ábraham skuldi gerast eitt „stórt fólk“, og allar ættir á jørðini skuldu fáa møguleika at verða signaðar við honum. (Les Fyrstu Mósebók 12:2, 3.) Ábraham var fegin um henda sáttmálan millum hann og Gud og skilti, at nú var tíð at halda leiðina fram.

17 Men hesa ferð var enn meira at pakka, tí Jehova hevði signað Ábraham, meðan hann hevði verið í Karan. Frásøgan nevnir „alt tað, ið teir áttu — sum teir høvdu savnað sær — og fólkið, ið teir høvdu fingið sær í Karan“. (1 Mós. 12:5) Skuldi Ábraham gerast eitt fólk, hevði hann tørv á nógvum materiellum ognum og einum stórum húsarhaldi við nógvum tænastufólki. Jehova gevur ikki altíð tænarum sínum ríkidømi, men hann syrgir fyri, at teir fáa tað, sum teimum tørvar til at fremja hansara vilja. Styrktur á henda hátt helt Ábraham leiðina fram út í tað ókenda.

At fara frá øllum hentleikunum í Ur hevði avbjóðingar við sær fyri Ábraham og Sáru

18. (a) Nær kom Ábraham fram á eitt vegamót í søguni hjá Guds fólki? (b) Hvørjar aðrar týðandi hendingar fóru fram 14. nisan í árum, sum komu? (Sí rammuna „ Ein týðandi dagur í bíbliusøguni“.)

18 Fleiri dagsferðir úr Karan lá Karkemis, har stór ferðaløg vanliga fóru yvir um Eufratánna. Kanska var tað júst her, at Ábraham kom fram á eitt vegamót í søguni hjá Guds fólki. Eftir øllum at døma var tað 14. dagin í mánaðinum, sum seinni varð róptur nisan, at Ábraham við ferðalagi sínum fór yvir um ánna í 1943 f.o.t. (2 Mós. 12:40-43) Landið, ið Jehova hevði lovað at vísa Ábrahami, strekti seg suðureftir. Henda dagin kom sáttmálin, sum Gud gjørdi við Ábraham, í gildi.

19. Hvat nevndi Jehova í lyftinum, hann gav Ábrahami, og hvat kann tað hava mint Ábraham á?

19 Ábraham ferðaðist suður gjøgnum landið, og ferðalagið steðgaði nærindis eikina More, nærindis Sikem. Har talaði Jehova enn eina ferð við Ábraham. Hesa ferð nevndi Gud avkom Ábrahams í lyfti sínum, og hetta avkomið skuldi taka landið í ogn. Mundi Ábraham minnast aftur á profetiina, sum Jehova hevði opinberað í Eden, har hann umrøddi eitt „avkom“, sum einaferð skuldi bjarga mannaættini? (1 Mós. 3:15; 12:7) Kanska. Hann kann so dánt hava skilt, at hann var partur í eini størri ætlan hjá Jehova.

20. Hvussu vísti Ábraham, at hann var takksamur fyri framíhjárættin, Jehova gav honum?

20 Ábraham var sera takksamur um framíhjárættin, Jehova gav honum. So hvørt sum hann ferðaðist gjøgnum landið — uttan iva varisliga, tí kána’anitar búðu har enn — steðgaði hann á og bygdi altar til Jehova, fyrst nærindis eikina More, síðani nærindis Betel. Hann ákallaði navn Jehova og takkaði helst Gudi sínum, meðan hann hugsaði um framtíðina hjá avkomi sínum. Kanska hevur hann eisini sagt grannunum, sum vóru kána’anitar, frá Gudi sínum. (Les Fyrstu Mósebók 12:7, 8.) Trúgvin hjá Ábrahami skuldi sjálvsagt koma at standa sína roynd á lívsleið hansara. Ábraham var skilagóður, tí hann dvøldi ikki við heimið og hentleikarnar, hann hevði havt í Ur. Hann hugsaði heldur um tað, ið lá fyri framman. Í Hebrearabrævinum 11:10 stendur um Ábraham: „Hann væntaði staðin, ið hevur fastan grundvøll, og hvørs byggimeistari og skapari er Gud.“

21. Hvat vita vit um Guds ríki í mun til Ábraham, og hvat fært tú hug at gera?

21 Vit, sum tæna Jehova í dag, vita nógv meira um henda ímyndarliga staðin, Guds ríki, enn Ábraham gjørdi. Vit vita, at Ríkið stjórnar úr himli og skjótt fer at beina fyri hesi heimsskipanini, og vit vita, at lovaða avkomið hjá Ábrahami, Jesus Kristus, stjórnar hesum ríkinum nú. Tað verður av sonnum ein framíhjárættur at sleppa at uppliva tíðina, tá ið Ábraham rísur upp og til fulnar fær greiðu á, hvussu ætlan Jehova varð framd! Hevði tú viljað sæð, hvussu Jehova uppfyllir øll síni lyfti? So mást tú endiliga halda fram at gera, sum Ábraham gjørdi. Ver ósjálvsøkin, lýðin og takka Jehova í bøn fyri tey framíhjárættindini, hann gevur tær. Tá ið tú tekur eftir trúnni hjá Ábrahami, verður „faðir alra teirra, sum trúgva“, á ein hátt eisini faðir tín!

^ par. 1 Um hetta mundið æt Ábraham Ábram, men fleiri ár seinni broytti Gud navn hansara til Ábraham, sum merkir „faðir at mongd“. — 1 Mós. 17:5.

^ par. 4 Av synum Tara verður Ábraham á líknandi hátt ofta nevndur fyrst, hóast hann ikki var tann elsti.

^ par. 6 Um hetta mundið æt Sára Sárai, men seinni broytti Gud navn hennara til Sára, sum merkir „háborin“. — 1 Mós. 17:15.

^ par. 12 Nakrir granskarar seta spurnartekn við, um tað var vanligt at hava kamelar, tá ið Ábraham livdi. Men grundarlagið hjá teimum er veikt, tí Bíblian nevnir fleiri ferðir, at Ábraham átti kamelar. — 1 Mós. 12:16; 24:35.