Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL NÍGGJU

’Hon var vitig kvinna’

’Hon var vitig kvinna’

1-3. (a) Hví var húskið hjá Abigajil í vanda? (b) Hvat fara vit at læra um hesa framúrskarandi kvinnuna?

ABIGAJIL sá, hvussu hjartkiptur tann ungi maðurin var. Hann var ræðslusligin — og við góðari grund. Stórur vandi var á ferð, tí júst í somu løtu vóru umleið 400 hermenn á veg ímóti teimum, og teir høvdu sett sær fyri at drepa allar av mannkyni í húsi Nabals, sum var maður Abigajil. Hví?

2 Nabal var orsøkin til hesa ræðuligu støðuna. Hann hevði verið óndur og nasadjarvur sum altíð. Men hesa ferð hevði hann mistikið seg so dyggiliga — hann hevði háðað herovastan fyri ein bólk av væl vandum hermonnum, sum elskaðu leiðara sín og vóru trúfastir móti honum. Nú kom ein av ungu arbeiðsmonnunum hjá Nabali, kanska ein seyðamaður, til Abigajil í vón um, at hon fekk gjørt okkurt fyri at bjarga teimum. Men hvat fekk ein kvinna gjørt ímóti einum heilum heri?

Hvat fekk ein kvinna gjørt ímóti einum heilum heri?

3 Latið okkum fyrst fáa eitt sindur meira at vita um hesa framúrskarandi kvinnuna. Hvør var Abigajil? Hvussu hevði henda ræðuliga støðan tikið seg upp? Og hvat kann hennara trúgv læra okkum?

„Hon var vitig og vøkur kvinna“

4. Hvussu var Nabal?

4 Abigajil og Nabal hóskaðu ikki væl saman sum hjúnafelagar. Nabal kundi neyvan fingið ein betri maka, og Abigajil kundi hinvegin neyvan gift seg við einum verri manni. Gaman í var maðurin ríkur. Tí helt hann nógv um seg sjálvan. Men hvussu mettu onnur hann? Tað verður ringt at finna ein persón í Bíbliuni, sum verður umrøddur meiri háðandi enn Nabal. Sjálvt navnið hjá honum merkir „dári“. Góvu foreldrini honum hetta navnið, tá ið hann varð føddur, ella var tað eitt eyknevni, hann fekk seinni? Hvussu var og ikki, livdi hann upp til sítt navn. Nabal var „harður og óndur í øllum atburði sínum“. Hann var eitt illmenni og ein drykkjumaður, og tí var hann illa dámdur, og nógv fólk ræddust hann. — 1 Sám. 25:2, 3, 17, 21, 25.

5, 6. (a) Hvørjar eginleikar hjá Abigajil dámar tær best? (b) Hví man Abigajil hava gift seg við einum slíkum illmenni?

5 Abigajil var heilt øðrvísi enn Nabal. Navn hennara merkir „faðir mín hevur frøtt seg“. Nógvir pápar eru ernir av at eiga eina vakra dóttur, men ein vitigur pápi frøist enn meiri um eina dóttur, sum hevur vakran persónleika. Nógv, sum eru vøkur í útsjónd, gloyma at menna eginleikar sum vit, skyn, dirvi og trúgv. Men so var ikki við Abigajil. Bíblian sigur, at hon bæði „var vitig og vøkur kvinna“. — Les Fyrru Sámuelsbók 25:3.

6 Í dag undrast summi kanska á, at henda skilagóða unga kvinnan gifti seg við einum illmenni sum Nabali. Men minst til, at nógv hjúnaløg á Bíbliunnar tíð vórðu fyriskipað av foreldrunum. Í øllum førum hevði tað stóran týdning, at foreldrini góvu sítt samtykki. Høvdu foreldrini hjá Abigajil góðan tokka til hetta hjúnalagið og kanska enntá skipað fyri tí, av tí at tey vóru hugtikin av ríkidømi og giti Nabals? Kendu tey seg kroyst, tí tey vóru fátæk? Hvussu var og ikki, kundi ríkidømið hjá Nabali ikki gera hann til ein góðan hjúnafelaga.

7. (a) Hvat skulu foreldur í dag ikki gera, um tey vilja læra síni børn at hava røttu áskoðanina á hjúnalagið? (b) Hvat hevði Abigajil sett sær fyri at gera?

7 Skilagóð foreldur læra børnini at hava røttu áskoðanina á hjúnalagið. Tey royna ikki at stuðla uppundir, at tey gifta seg fyri pengar, og tey royna heldur ikki at fáa tey at byrja at ganga saman við nøkrum, áðrenn tey eru búgvin at átaka sær leiklutin sum hjúnafelagi. (1 Kor. 7:36) Men tað var ov seint hjá Abigajil at hugsa um slíkt. Uttan mun til hvør orsøkin var, var hon altso gift við Nabali, og hon hevði sett sær fyri at fáa sum best burtur úr hesi truplu støðuni.

„Hann skeldaði teir út“

8. Hvønn hevði Nabal háðað, og hví var tað tápuligt?

8 Nabal hevði júst gjørt støðuna hjá Abigajil verri enn nakrantíð. Maðurin, sum hann hevði háðað, var eingin annar enn Dávid — trúfasti tænarin hjá Jehova, sum Sámuel profetur hevði salvað fyri at vísa, at tað var hann, Jehova hevði valt at vera kong eftir Saul. (1 Sám. 16:1, 2, 11-13) Dávid fjaldi seg í oyðimørkini saman við sínum 600 trúføstu hermonnum, tí hin øvundsjúki kongurin, Saul, vildi drepa hann.

9, 10. (a) Undir hvørjum umstøðum stríddust Dávid og menn hansara fyri at yvirliva? (b) Hví skuldi Nabal verið glaður fyri tað, Dávid og menn hansara høvdu gjørt? (Sí eisini undirgreinina til stykki 10.)

9 Nabal búði í Maon, men arbeiddi og átti eyðsýniliga jørð nærindis Karmel. * Tætt við hesar býirnar var hálendi við góðum seyðabiti, og Nabal átti 3000 seyðir. Men allan vegin rundanum var oyðimørk. Sunnanfyri lá hin stóra Paransoyðimørk. Eystanfyri var leiðin til Salthavið (Deyðahavið) oyðin og ber við nógvum gjáum og hellum. Á hesum leiðum stríddust Dávid og menn hansara fyri at yvirliva; teir royndu allarhelst at veiða sær okkurt til matna og vóru fyri nógvum avbjóðingum. Teir hittu mangan teir ungu seyðamenninar hjá hinum ríka Nabali.

10 Hvussu fóru hesir hermenninir við seyðamonnunum? Tað hevði verið lagamanni hjá teimum at rænt sær ein seyð av og á, men teir gjørdu einki slíkt. Teir vóru tvørturímóti sum ein múrur rundan um fylgið hjá Nabali og tænarum hansara. (Les Fyrru Sámuelsbók 25:15, 16.) Seyðir og seyðamenn vóru ofta í vanda. Nógv villdjór vóru, og sunnara landamark Ísraels var nærindis, so fremmand ránsmannalið lupu ofta á. *

11, 12. (a) Hvussu bar Dávid seg fólkaliga at og sýndi virðing, tá ið hann bað Nabal hjálpa sær? (b) Hvat var galið við svarinum hjá Nabali?

11 Tað man hava verið ein torfør uppgáva at syrgja fyri føði til allar hasar menninar í oyðimørkini. Tí sendi Dávid einaferð tíggju menn til Nabal at biðja hann hjálpa sær. Dávid valdi ta røttu løtuna. Tað var í roytingini, tá ið fólk vanliga vóru glað, gávumild og í veitsluhýri. Dávid valdi sær eisini tey røttu orðini og málbar seg á fólkaligan og virðiligan hátt. Hann umrøddi enntá seg sjálvan sum ’sonur tín Dávid’, møguliga fyri vísa, at hann hevði virðing fyri Nabali, tí hann var eldri. Hvussu svaraði Nabal? — 1 Sám. 25:5-8.

12 Hann østi seg upp! „Hann skeldaði teir út,“ segði hin ungi maðurin, sum vit hoyrdu um í innganginum, tá ið hann greiddi Abigajil frá støðuni. Gírigi Nabal gramdi seg um sítt dýrabara breyð, vatn og kjøt. Hann háðaði Dávid sum ein, ið ongan týdning hevði, og samanbar hann við ein rýmdan tænara. Nabal hevði kanska nakað ta somu áskoðanina sum Saul, ið hataði Dávid. Hvørgin teirra hevði somu áskoðan sum Jehova. Gud elskaði Dávid og metti hann ikki sum ein uppreistrarhugaðan træl, men sum framtíðar kongin í Ísrael. — 1 Sám. 25:10, 11, 14.

13. (a) Hvat kom Dávidi fyrst í hug at gera, tá ið hann hoyrdi um háðan Nabals? (b) Hvat lærir meginreglan í Brævi Jákups 1:20 okkum um vreiði Dávids?

13 Tá ið menn Dávids komu aftur og søgdu honum, hvat ið hent hevði, gjørdist hann óður. „Gyrðið tykkum við svørði, hvør maður!“ segði hann. Dávid gjørdi seg til reiðar at fara í hernað og hevði 400 mans við sær. Hann svór, at hann skuldi drepa allar av mannkyni í húsi Nabals. (1 Sám. 25:12, 13, 21, 22) Tað var væl skilligt, at Dávid gjørdist illur, men tað var skeivt, at hann hótti við at drepa. Bíblian sigur: „Vreiði mans avrikar ikki tað, sum rætt er fyri Gudi.“ (Ják. 1:20) Men hvussu kundi Abigajil bjarga sínum húski?

„Lovaður veri klókskapur tín“

14. (a) Á hvønn hátt tók Abigajil fyrsta stigið til at bøta skaðan, sum stóðst av atburðinum hjá Nabali? (b) Hvat kunnu vit læra av muninum á Nabali og Abigajil?

14 Vit hava á ein hátt longu sæð Abigajil taka fyrsta stigið til at bøta hesa ræðuligu støðuna. Mótsett manni sínum, Nabali, var hon fús at lurta. Hin ungi tænarin segði um Nabal: ’Hann er eitt illmenni, sum ikki tosast við!’ (1 Sám. 25:17) Syndarligt, at Nabal metti seg sjálvan so høgt, at hann ikki vildi lurta. Slíkt hugmóð er tíverri eisini alt ov vanligt í dag. Men tann ungi tænarin visti, at Abigajil var øðrvísi, og tað var uttan iva tí, at hann fór til hennara við trupulleikanum.

Mótsett Nabali var Abigajil fús at lurta

15, 16. (a) Hvussu vísti Abigajil, at hon var sum hin dugnaliga konan, ið verður lýst í Orðtøkunum? (b) Hví var tað, sum Abigajil gjørdi, ikki tað sama sum at seta seg upp ímóti leiðsluni hjá manni sínum?

15 Abigajil hugsaði skjótt og var kvik at fara til verka. Hon ’skundaði sær’, lesa vit. Í frásøguni verða ymiskir formar av sagnorðinum „at skunda sær“ brúktir fýra ferðir um hesa kvinnuna. Hon gjørdi eina stóra gávu til reiðar til Dávid og menn hansara. Í gávuni vóru breyð, vín, tilgjørdur seyður, bakað korn, rosinukøkur og fikukøkur. Tað sæst týðiliga, at Abigajil visti, hvat tey áttu, og hon stóð væl fyri húsi sínum eins og hin dugnaliga konan, sum verður lýst í Orðtøkunum. (Orðt. 31:10-31) Hon sendi gávuna við nøkrum av tænarum sínum. Hon bað teir fara undan sær og segði, at hon kom aftaná. „Men Nabal, manni sínum, segði hon einki um hetta,“ lesa vit í frásøguni. — 1 Sám. 25:18, 19.

16 Vil tað siga, at Abigajil setti seg upp ímóti manni sínum, sum jú av røttum var høvdið í familjuni? Nei. Minst til, at Nabal hevði borið seg illa at ímóti einum salvaðum tænara hjá Jehova, ein gerð, sum væl kundi verið orsøk til, at nógv ósek í húski Nabals vórðu dripin. Høvdu fólk ikki hildið Abigajil vera samseka, um hon einki hevði gjørt? Í hesum førinum mátti hon heldur vera Gudi sínum undirgivin enn manni sínum.

17, 18. Hvussu vendi Abigajil sær til Dávid, og hvat segði hon, sum fekk Dávid at lurta?

17 Tað vardi ikki leingi, áðrenn Abigajil møtti Dávidi og monnum hansara. Nú skundaði hon sær aftur. Í frásøguni stendur, at hon við tað sama fór niður av eslinum og boygdi seg til jarðar fyri Dávidi. (1 Sám. 25:20, 23) Síðani segði hon Dávidi frá sínum innastu kenslum og bønaði hann um at vísa manni og húski sínum miskunn. Hvussu fekk hon orðað seg soleiðis, at Dávid lurtaði?

„Loyv tænastukvinnu tíni at tala til tín“

18 Hon tók ábyrgdina av trupulleikanum og bað Dávid fyrigeva sær persónliga. Hon ásannaði, at maður hennara veruliga var so tápuligur, sum navnið gav ábending um. Kanska royndi hon soleiðis at vísa á, at tað ikki mundi loysa seg hjá einum tignarmanni sum Dávidi at revsa ein dára sum hann. Hon vísti, at hon hevði álit á, at Dávid umboðaði Jehova, við tað at hon viðurkendi, at hann stríddi í „bardøgum [Jehova]“. Hon visti eisini, at Jehova hevði lovað Dávidi kongadømið, tí hon segði: „[Jehova] . . . setur teg til høvdinga yvir Ísrael.“ Haraftrat bað hon inniliga Dávid um ikki at gera nakað, sum kundi draga blóðskyld oman yvir hann, ella sum seinni kundi verða honum „samvitskuófriður“. (Les Fyrru Sámuelsbók 25:24-31.) Hetta vóru hjartanemandi orð.

19. Hvussu svaraði Dávid Abigajil, og hví prísaði hann henni?

19 Hvussu svaraði Dávid? Hann tók við gávuni frá Abigajil og segði: „Lovaður veri [Jehova] Gud Ísraels, sum í dag hevur sent teg ímóti mær! Lovaður veri klókskapur tín, og lovað veri tú sjálv, sum í dag hevur forðað mær at draga blóðskyld oman yvir meg!“ Dávid prísaði henni fyri, at hon var djørv og skjót at koma ímóti honum, og hann ásannaði, at hon hevði forðað honum í at draga blóðskyld oman yvir seg. „Far heimaftur í friði!“ segði hann við hana og legði eyðmjúkur aftrat: „Eg havi lurtað eftir orðum tínum.“ — 1 Sám. 25:32-35.

„Her er tænastukvinna tín“

20, 21. (a) Hví heldur tú, at tað var gott, at Abigajil fór aftur til mann sín? (b) Hvussu vísti Abigajil seg djarva og klóka, tá ið hon valdi, nær hon skuldi tosa við Nabal?

20 Á veg heimaftur fekk Abigajil helst ikki latið vera við at hugsa um tað, sum júst var hent. Og hon legði allarhelst til merkis, hvussu stórur munur var á Dávidi, sum var trúfastur og vinaligur, og hennara egna manni, Nabali, sum var ein dári. Men hon dvøldi ikki við slíkar tankar. Vit lesa: „Abigajil kom heim til Nabal.“ Ja, hon fór heimaftur til mann sín, avgjørd um eftir besta førimuni at vera honum ein góð kona. Hon noyddist at fortelja honum um gávuna, hon hevði givið Dávidi og monnum hansara. Tað átti hann at fáa at vita. Hon noyddist eisini at fortelja honum um vandan, sum forðað var fyri, áðrenn hann frætti tað frá øðrum, tí so hevði tað verið honum enn størri skomm. Men hon fekk ikki sagt honum tað beinanvegin, tí ’hann hevði gestaboð sum hjá kongi og var ógvuliga drukkin’. — 1 Sám. 25:36.

Abigajil var djørv og segði Nabali, hvat hon hevði gjørt fyri at bjarga lívi hansara

21 Hon vísti seg aftur djarva og klóka við at bíða til næsta morgun, tá ið runnið var av honum. Tá fór hann at vera so mikið edrúur, at hann skilti hana, men kanska eisini meiri vandamikil í sínum illsinni. Kortini fór hon til hansara og segði honum alla søguna. Hon væntaði uttan iva, at hann fór at verða í øðini og kanska leggja hond á hana. Men hann sat bara har sum steinrunnin. — 1 Sám. 25:37.

22. Hvat hendi Nabali, og hvat læra vit um kúgan og harðskap heima hjá fólki?

22 Hvat feilti manninum? ’Hjartað stívnaði í brósti hansara, og hann varð sum steinur.’ Kanska hevði hann fingið eina heilabløðing. Hann doyði umleið tíggju dagar seinni — og ikki bert av sjúku. Frásøgan sigur, at ’[Jehova] sló Nabal, so hann doyði’. (1 Sám. 25:38) Og soleiðis endaði ræðuliga hjúnalagið hjá Abigajil. Hóast Jehova ikki fremur slík undur í dag, er frásøgan ein góð áminning um, at Jehova sær alla kúgan og allan harðskap, sum gongur fyri seg heima hjá fólki. Á tíð síni fremur hann altíð rættvísi. — Les Lukas 8:17.

23. Hvørja signing fekk Abigajil eisini, og hvussu vísti hon, at nýggju útlitini ikki broyttu hana?

23 Umframt at sleppa burtur úr einum ræðuligum hjúnabandi, hevði Abigajil eisini aðra signing í væntu. Tá ið Dávid hoyrdi, at Nabal var deyður, sendi hann menn avstað at bjóða henni hjúnaband. Hon svaraði: „Her er tænastukvinna tín, til reiðar at verða trælkvinna tín og vaska tænarum harra míns um føturnar!“ Hon var eyðsæð einki broytt av útlitunum til at gerast kona Dávids; hon bjóðaði seg enntá fram at verða tænastukvinna hjá tænarum hansara! Nú lesa vit aftur um, at hon skundaði sær, hesa ferð at gera seg til reiðar at fara til Dávid. — 1 Sám. 25:39-42.

24. Hvørjar avbjóðingar fekk Abigajil í sínum nýggja lívi, men hvussu mettu maður hennara og Gud hennara hana?

24 Men alt endaði ikki sum í ævintýrunum. Lívið hjá Abigajil saman við Dávidi fór ikki altíð at vera lætt. Dávid var longu giftur við Ahinoam, og hóast Gud loyvdi fleirkonuhjúnalagi, var tað ein sera torfør støða at vera í hjá trúføstum kvinnum tá í tíðini. Og Dávid var ikki kongur enn; fleiri forðingar og trupulleikar fóru at stinga seg upp, áðrenn hann skuldi tæna Gudi á tann hátt. Men Abigajil var Dávidi ein góð kona og við tíðini føddi hon honum ein son, og sum árini gingu skilti hon, at hon hevði ein mann, sum virðismetti og vardi hana. Til dømis bjargaði hann henni einaferð, eftir at hon var hertikin. (1 Sám. 30:1-19) Soleiðis tók Dávid eftir Jehova Gudi, sum elskar og virðismetir slíkar vitigar, djarvar og trúfastar kvinnur.

^ par. 9 Hetta var ikki hitt navnframa Karmelsfjall, har profeturin Elias og ba’alsprofetarnir seinni hittust í sambandi við styrkiroyndina. Tað lá nógv norðari. (Sí kapittul 10.) Í hesum føri er talan um býin Karmel, sum lá sunnanfyri í útjaðaranum av Paransoyðimørk.

^ par. 10 Líkt er til, at Dávid metti tað at verja jarðeigarar har á staðnum og fylgi teirra sum eina tænastu fyri Jehova Gud. Tá í tíðini var tað Guds ætlan, at eftirkomarar Ábrahams, Ísaks og Jákups skuldu búgva í hesum landinum. Tí var tað heiløg tænasta at verja landið fyri fremmandum álopsmonnum og ránsmannaliðum.