Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL TRÝ OG TJÚGU

Jesus lærdi hann at fyrigeva

Jesus lærdi hann at fyrigeva

1. Hvør var kanska ringasta løtan í lívi Pæturs?

PÆTUR fór ongantíð at gloyma ta ræðuligu løtuna, tá ið eygu teirra møttust. Sást tað á Jesusi, um hann var vónbrotin ella firtin? Tað vita vit ikki við vissu; frásøgan sigur bert: „Harrin vendi Sær og hugdi uppá Pætur.“ (Luk. 22:61) Beint tá skilti Pætur, hvussu álvarsliga hann hevði svikið. Hann varnaðist, at hann hevði gjørt júst tað, sum Jesus hevði sagt, at hann fór at gera, tað, sum hann sjálvur hevði tvíhildið um, at hann ongantíð fór at gera — hann hevði avnoktað elskaða Meistara sín. Hetta var ein dyggur smeitur hjá Pæturi, kanska ringasta løtan í hansara lívi.

2. Hvat hevði Pætur fyri neyðini at læra, og hvussu kann frásøgan um hann gagna okkum?

2 Støðan hjá Pæturi var kortini ikki vónleys. Pætur hevði sera sterka trúgv, og tí hevði hann enn møguleika at koma fyri seg aftur eftir mistøk síni og at taka ein tann mest týðandi lærdómin hjá Jesusi til sín. Hann snúði seg um fyrigeving. Vit mugu øll taka henda lærdómin til okkara, so latið okkum vita, hvussu tað gekst Pæturi.

Ein maður, sum hevði nógv at læra

3, 4. (a) Hvønn spurning setti Pætur Jesusi, og hvat kann Pætur hava hugsað? (b) Hvussu vísti Jesus, at Pætur hevði latið seg ávirka av menniskjum, sum ikki vóru sinnað at fyrigeva?

3 Umleið seks mánaðar frammanundan fór Pætur, í heimbýi sínum Kapernaum, til Jesus og spurdi hann: „Harri, hvussu ofta skal eg fyrigeva bróður mínum, táið hann syndar móti mær? So mikið sum sjey ferðir?“ Pætur helt ivaleyst, at hann var stórsinnaður. Trúarleiðararnir tá í tíðini lærdu jú, at tað var nóg mikið at fyrigeva tríggjar ferðir. Jesus svaraði: „Ikki sjey ferðir, men sjeyti ferðir sjey ferðir.“ — Matt. 18:21, 22.

4 Skeyt Jesus upp, at Pætur skuldi halda roknskap við, hvussu ofta fólk syndaðu móti honum? Nei. Við at broyta tær sjey ferðirnar hjá Pæturi til sjeyti ferðir sjey ferðir, vísti hann tvørturímóti, at kærleiki ikki loyvir okkum at seta eitt evstamark fyri, hvussu ofta vit skulu fyrigeva. (1 Kor. 13:4, 5) Jesus vísti, at Pætur læt seg ávirka av menniskjum, sum vóru harðhjartað og ikki sinnað at fyrigeva øðrum. Tey, sum vilja taka eftir Gudi, mugu vera fús at fyrigeva øðrum ferð eftir ferð. — Les Fyrsta bræv Jóhannesar 1:7-9.

5. Nær læra vit kanska mest um fyrigeving?

5 Pætur segði ikki Jesusi ímóti. Men skilti Pætur veruliga lærdómin hjá Jesusi? Vit læra kanska mest um fyrigeving, tá ið vit varnast, hvussu stóran tørv vit sjálvi hava á at verða fyrigivin. Men latið okkum venda aftur til hendingarnar undan Jesu deyða. Hesar torføru tímarnar gjørdi Pætur nógv mistøk, sum kravdu fyrigeving frá Jesusi.

Jesus fyrigav ofta Pæturi

6. Hvat segði Pætur, tá ið Jesus royndi at læra ápostlarnar um eyðmjúkleika, men hvat gjørdi Jesus?

6 Tað var eitt týðandi kvøld — seinasta kvøldið í lívi Jesusar á jørðini. Jesus hevði nógv eftir at læra ápostlar sínar, eitt nú um eyðmjúkleika. Hann gav teimum eina fyrimynd, tá ið hann eyðmjúkur vaskaði teimum um føturnar, nakað, sum tann tænarin, ið hevði minst at týða, plagdi at gera. At byrja við helt Pætur tað vera løgið. Síðani vildi hann ikki, at Jesus skuldi vaska honum um føturnar. Hareftir vildi hann hava Jesus at vaska, ikki bert føturnar, men eisini hendurnar og høvdið! Jesus ótolnaðist ikki, men greiddi sinniliga frá, hvussu umráðandi hetta var, og hvønn týdning tað hevði. — Jóh. 13:1-17.

7, 8. (a) Nær mátti Jesus aftur hava tol við atburðinum hjá Pæturi? (b) Hvussu helt Jesus fram at vísa ein vinaligan og fyrigevandi hugburð?

7 Stutt eftir hetta royndi Pætur enn eina ferð tolið hjá Jesusi. Ápostlarnir fóru at munnhøggast um, hvør av teimum var størstur, og Pætur hevði uttan iva sín leiklut í hesum skammiliga kjakinum, sum væl lýsir menniskjans stolta lyndi. Kortini hevði Jesus bert vinaliga at teimum og rósti teimum enntá fyri tað góða, teir gjørdu — at teir trúfastir vórðu verandi hjá Meistara sínum. Tó segði hann, at teir allir fóru at rýma frá honum. Pætur segði, at hann fór at verða verandi hjá Jesusi, um hann so skuldi doyggja saman við honum. Jesus segði tvørturímóti, at Pætur hetta sama kvøldið fór at avnokta Meistara sín tríggjar ferðir, áðrenn ein hani hevði galið tvær ferðir. Tá segði Pætur ikki bara Jesusi ímóti, men breggjaði sær eisini av, at hann fór at vera meira trúfastur enn allir hinir ápostlarnir! — Matt. 26:31-35; Mark. 14:27-31; Luk. 22:24-28; Jóh. 13:36-38.

8 Misti Jesus tolið við Pæturi? Í roynd og veru helt Jesus alla hesa torføru tíðina fram at leita eftir tí góða í sínum ófullkomnu ápostlum. Hann visti, at Pætur fór at svíkja hann, og kortini segði hann: „Eg bað fyri tær, at trúgv tín skal ikki svíkja; og táið tú einaferð vendir við, styrk tá brøður tínar!“ (Luk. 22:32) Soleiðis vísti Jesus, at hann hevði álit á, at Pætur fór at koma fyri seg aftur andaliga og trúfastur tæna Gudi. Sanniliga ein vinaligur og fyrigevandi hugburður!

9, 10. (a) Hvørja rættleiðing hevði Pætur fyri neyðini í Getsemane urtagarði? (b) Hvat minna mistøk Pæturs okkum á?

9 Seinni, í Getsemane urtagarði, hevði Pætur tørv á at verða rættleiddur meira enn eina ferð. Jesus bað bæði hann og eisini Jákup og Jóhannes um at vakja, meðan hann sjálvur fór at biðja. Jesus var í svárari angist og hevði tørv á stuðli frá ápostlunum, men Pætur og hinir sovnaðu ferð eftir ferð. Tá var tað, Jesus kom við hesi samkennandi og fyrigevandi viðmerkingini: „Andin er til reiðar, men holdið er veikt.“ — Mark. 14:32-41.

10 Skjótt kom ein stórur flokkur við kyndlum, svørðum og gøssum. Nú skuldi farast fram við varsemi og skynsemi. Men Pætur leyp bráðræsin fram, sveiggjaði eitt svørð ímóti høvdinum á Malkusi, einum træli hjá høvuðsprestinum, og kvetti oyrað av honum. Jesus hevði róliga at Pæturi, grøddi sárið og greiddi frá, hví hansara lærisveinar ikki skuldu nýta harðskap. (Matt. 26:47-55; Luk. 22:47-51; Jóh. 18:10, 11) Pætur hevði longu gjørt nógv, sum kravdi fyrigeving Meistarans. Mistøkini hjá Pæturi minna okkum á, at vit øll synda ferð eftir ferð. (Les Bræv Jákups 3:2.) Hvør av okkum hevur ikki tørv á Guds fyrigeving hvønn einasta dag? Men náttin var als ikki av hjá Pæturi. Tað ringasta lá enn fyri framman.

Ringasta mistak Pæturs

11, 12. (a) Hvussu vísti Pætur dirvi í ein ávísan mun, eftir at Jesus var handtikin? (b) Á hvønn hátt miseydnaðist tað hjá Pæturi at gera tað, hann sjálvur hevði sagt?

11 Jesus segði við flokkin, at um tað var honum, teir leitaðu eftir, skuldu teir lata ápostlarnar fara. Pætur hugdi hjálparleysur at, meðan teir bundu Jesus. Síðani flýddu bæði Pætur og hinir ápostlarnir.

12 Pætur og Jóhannes steðgaðu á, kanska nærindis bústaðnum hjá fyrrverandi høvuðsprestinum, Annasi, har Jesus fyrst varð tikin til avhoyringar. Tá ið farið varð við Jesusi haðani, fylgdu Pætur og Jóhannes eftir teimum, men „langt aftaná“. (Matt. 26:58; Jóh. 18:12, 13) Pæturi vantaði ikki dirvi. Bara tað at fylgja aftaná kravdi stórt dirvi. Flokkurin var vápnaður, og Pætur hevði longu sært ein av teimum. Men í hesum førinum síggja vit einki dømi um tann trúfasta kærleikan, sum Pætur hevði sagt seg hava — at vera fúsur at doyggja saman við Meistaranum, um neyðugt. — Mark. 14:31.

13. Hvussu eiga vit at fylgja Kristusi?

13 Eins og Pætur royna nógv í dag at fylgja Kristusi, men „langt aftaná“ — soleiðis at eingin annar varnast tey. Men sum Pætur sjálvur skrivaði seinni, mugu vit, um vit vilja fylgja Kristusi á rættan hátt, halda okkum so nær at honum sum gjørligt og taka eftir honum í øllum, uttan mun til avleiðingarnar. — Les Fyrra bræv Pæturs 2:21.

14. Hvat gjørdi Pætur ta náttina, Jesus varð avhoyrdur?

14 Varisligu fetini hjá Pæturi førdu hann at enda til portrið inn til eini stásilig hús í Jerusalem. Her búði Kaifas, tann ríki og máttmikli høvuðspresturin. Slík hús vóru vanliga bygd rundan um ein garð við einum portri út á gøtuna. Pætur kom til portrið, men slapp ikki inn í garðin. Jóhannes, ið kendi høvuðsprestin, var longu komin inn, og hann bað hana, sum helt vakt við dyrnar, loyva Pæturi inn. Tað tykist ikki, sum Pætur helt seg hjá Jóhannesi, og hann royndi heldur ikki at sleppa inn í húsini, so hann kundi stuðla Meistara sínum. Hann varð verandi úti í garðinum, har nakrir trælir og tænarar styttu sær stundir við eitt bál hesa køldu náttina og hugdu at, meðan tey, sum bóru rangan vitnisburð móti Jesusi, fóru inn og út úr húsinum, har rættarmálið fór fram. — Mark. 14:54-57; Jóh. 18:15, 16, 18.

15, 16. Greið frá, hvussu tað gekk út, sum Jesus hevði sagt um, at Pætur fór at avnokta hann tríggjar ferðir.

15 Í glæmuni frá bálinum fekk gentan, sum hevði loyvt Pæturi inn í garðin, høvi at hyggja nærri at honum. Hon kendi hann aftur. Hon ákærdi hann og segði: „Eisini tú vart við Jesusi úr Galilea!“ Tikin á bóli noktaði Pætur, at hann kendi Jesus, og lætst enntá sum hann ikki skilti, hvat gentan tosaði um. Hann fór út móti portrinum, so eingin skuldi varnast hann, men ein onnur genta sá hann og segði eisini: „Hesin var við Jesusi úr Nazaret!“ Pætur svór: „Eg kenni ikki tann mann!“ (Matt. 26:69-72; Mark. 14:66-68) Nú tá ið Pætur hevði avnoktað Jesus aðru ferð, hoyrdi hann kanska ein hana gala, men hann var so uppøstur, at hann ikki mintist tað, sum Jesus hevði sagt bert fáar tímar frammanundan.

16 Løtu seinni royndi Pætur enn av øllum alvi at standa soleiðis, at eingin skuldi varnast hann. Men nøkur fólk, sum vóru í garðinum, komu yvir til hansara. Ein av teimum var í familju við Malkus, trælin, sum Pætur hevði kvett oyrað av. Hann segði við Pætur: „Sá eg teg ikki í urtagarðinum við Honum!“ Pætur kendi seg kroystan at sannføra tey um, at tey fóru skeiv. Hann svór tí, at hann talaði satt, og segði eyðsýniliga, at hann skuldi vera bannaður, um hann leyg. Hetta var triðju ferð, Pætur avnoktaði Jesus. Hann hevði ikki meir enn talað, fyrr enn hann hoyrdi ein hana gala — aðru ferð ta náttina. — Jóh. 18:26, 27; Mark. 14:71, 72.

„Harrin vendi Sær og hugdi uppá Pætur“

17, 18. (a) Hvat gjørdi Pætur, tá ið hann skilti, hvussu dyggiliga hann hevði svikið Meistara sín? (b) Hvat hugsaði Pætur kanska?

17 Jesus var júst komin út á ein svala út móti garðinum. Ta løtuna møttust eyguni á Pæturi og honum, sum lýst fyrst í hesum kapitlinum. Tá skilti Pætur, hvussu dyggiliga hann hevði svikið Meistara sín. Pætur fór út úr garðinum, niðurboygdur av skuldarkenslu. Hann fór út á gøturnar í býnum, og fullmánin, sum stóð lágt á himli, lýsti vegin fyri honum. Sjónin kámaðist av tárunum, sum fyltu eyguni. Hann smokkaði saman og græt beiskliga. — Mark. 14:72; Luk. 22:61, 62.

18 Tá ið eitt menniskja raknar við eftir eitt sovorðið mistak, fær viðkomandi alt ov lætt kensluna av, at syndin er so álvarsom, at eingin vón er um fyrigeving. Pætur hugsaði kanska, at Jesus ikki kundi fyrigeva honum. Men kundi hann tað?

Var eingin vón um fyrigeving hjá Pæturi?

19. Hvussu man mistak Pæturs hava ávirkað hann, men hvussu vita vit, at hann ikki fullkomiliga misti mótið?

19 Tað er torført at ímynda sær, hvussu sorgarfullur Pætur var, tá ið tað fór at lýsa fyri degi, og hann sá, hvat hendi Jesusi. Hann man hava verið sera vónsvikin av sær sjálvum, tá ið Jesus doyði seinnapartin eftir tímalanga líðing. Pætur man hava kulsað við tankan um, at hann hevði lagt stein oman á byrðu hjá Meistara sínum tann dagin, ið vísti seg at vera hansara seinasti sum menniskja. Hóast Pætur uttan iva var sera tungur í huga, misti hann ikki mótið fullkomiliga. Tað vita vit, tí frásøgan vísir, at hann stutt eftir var saman við andaligu brøðrum sínum aftur. (Luk. 24:33) Eingin ivi er um, at allir ápostlarnir angraðu sín atburð ta døpru náttina, og teir kendu ein ávísan ugga av at vera saman aftur.

20. Hvat kann ein av sterku síðum Pæturs læra okkum?

20 Í roynd og veru lýsir henda frásøgan eina sera sterka síðu hjá Pæturi. Tá ið ein tænari hjá Gudi snávar, er tað, sum hevur størstan týdning, ikki, hvussu illa hann snávar, men heldur hvussu fastur hann er í avgerðini um at koma á føtur aftur, at fáa alt aftur í rættlag. (Les Orðtøkini 24:16.) Tað var tekin um sanna trúgv, at Pætur fór til brøður sínar, hóast hann var tungur í huga. Tá ið sorg ella iðran verður ein byrða, er tað freistandi at avbyrgja seg, men samstundis vandamikið. (Orðt. 18:1) Tað skilabesta er at koma saman við trúarfelagum og royna at koma fyri seg aftur andaliga. — Hebr. 10:24, 25.

21. Hvørji tíðindi frætti Pætur, av tí at hann var saman við andaligu brøðrum sínum?

21 Av tí at Pætur var saman við sínum andaligu brøðrum, hoyrdi hann tey skakandi tíðindini um, at likam Jesusar ikki var í grøvini. Pætur og Jóhannes runnu út til grøvina, har Jesus var lagdur, og inngongdin innsiglað. Jóhannes, sum helst var yngri enn Pætur, kom fyrst. Tá ið hann sá, at steinurin var tikin frá inngongdini, drálaði hann. Men tað gjørdi Pætur ikki. Hann var pøstur, men fór kortini beina leið inn í grøvina. Hon var tóm! — Jóh. 20:3-9.

22. Hvat fekk alla sorg og allan iva í hjarta Pæturs at hvørva?

22 Trúði Pætur, at Jesus var upprisin? Ikki beinanvegin, sjálvt um nakrar trúfastar kvinnur høvdu sagt, at einglar høvdu víst seg fyri teimum og boðað frá, at Jesus var risin upp frá teimum deyðu. (Luk. 23:55–24:11) Men tá ið dagurin fór at halla, var øll sorg og allur ivi horvin úr hjartanum á Pæturi. Jesus var á lívi, nú sum ein veldigur andaskapningur! Hann vísti seg fyri øllum ápostlum sínum. Men hann gjørdi nakað annað fyrst, nakað sum fór fram undir fýra eygum. Ápostlarnir søgdu sama dag: „Tað er satt, at Harrin er risin upp — Hann er sæddur av Símuni!“ (Luk. 24:34) Paulus ápostul skrivaði eisini seinni um henda merkisverda dagin, at Jesus „varð sæddur av Kefasi og síðani av hinum tólv“. (1 Kor. 15:5) Kefas og Símun eru onnur nøvn fyri Pætur. Jesus vísti seg fyri honum henda dagin — eyðsýniliga tá ið Pætur var einsamallur.

Pætur gjørdi nógv, sum kravdi fyrigeving Meistarans, men hvør av okkum hevur ikki dagliga tørv á fyrigeving?

23. Hví skulu kristin í dag, sum gera eitt álvarsligt mistak, minnast frásøguna um Pætur?

23 Bíblian sigur einki um, hvussu hjartanemandi tað var hjá Pæturi og Jesusi at hittast aftur. Tað varð verandi millum teir báðar. Vit kunnu bert hugsa okkum, hvussu kensluliga ávirkaður Pætur var av at síggja elskaða Harra sín á lívi aftur og at fáa høvi at seta orð á sína sorg og sín angur. Pætur ynskti sær meir enn nakað annað at verða fyrigivin. Kann nakar ivast í, at Jesus ríkliga fyrigav honum? Kristin í dag, sum gera eitt álvarsligt mistak, mugu minnast frásøguna um Pætur. Vit mugu ongantíð halda, at Gud ikki kann fyrigeva okkum. Jesus endurspeglar til fulnar Faðir sín, sum ’ríkliga skal fyrigeva’. — Es. 55:7.

Fleiri prógv um fyrigeving

24, 25. (a) Lýs náttina, tá ið Pætur fiskaði á Galileavatni. (b) Hvat gjørdi Pætur, tá ið Jesus morgunin eftir framdi eitt undur?

24 Jesus bað ápostlarnar fara til Galilea, har teir skuldu møta honum aftur. Tá ið teir komu leiðina fram, gjørdi Pætur av at fara út at fiska á Galileavatni. Fleiri av hinum fóru við honum. Enn eina ferð var Pætur á vatninum, har hann so mangan hevði verið áður. At hoyra bátin geva seg, aldurnar skvatla og at handfara tey grovu gørnini, man hava verið ein vælkend og dámlig kensla. Teir fingu tó ongan fisk ta náttina. — Matt. 26:32; Jóh. 21:1-3.

Pætur leyp útí og svam inn á land

25 Men í lýsingini rópti ein maður inni av strondini, at teir skuldu seta gørnini út høgrumegin bátin. Teir so gjørdu og fingu nógvan fisk, 153 í tali! Nú visti Pætur, hvør maðurin var. Hann leyp útí og svam inn á land. Á strondini gav Jesus trúføstu vinum sínum fisk at eta, sum hann hevði steikt á kolgløðum. Hann vendi sær ímóti Pæturi. — Jóh. 21:4-14.

26, 27. (a) Hvat gav Jesus Pæturi høvi at gera tríggjar ferðir? (b) Hvussu prógvaði Jesus, at hann veruliga hevði fyrigivið Pæturi?

26 Jesus spurdi Pætur, um hann elskaði Harra sín „meir enn hesar“ [NW], meðan hann helst peikaði á stóru mongdina av fiski. * Fór Pætur at hava størri kærleika til fiskiskapin enn til Jesus? Eins og Pætur hevði avnoktað Harra sín tríggjar ferðir, gav Jesus honum nú møguleika at staðfesta sín kærleika tríggjar ferðir, meðan vinir hansara vóru hjástaddir. So hvørt sum Pætur gjørdi tað, segði Jesus honum, hvussu hann skuldi vísa henda kærleikan: við at føða, styrkja og røkta seyð Kristusar, ella trúføstu lærisveinarnar, og harvið raðfesta heilaga tænastu fram um alt annað. — Luk. 22:32; Jóh. 21:15-17.

27 Jesus váttaði soleiðis, at Pætur enn var nyttuligur hjá honum og Faðir hansara. Pætur fór at hava ein týðandi leiklut í samkomuni undir leiðslu Kristusar. Av sonnum eitt kraftmikið prógv um ríkligu fyrigeving Jesusar! Pætur var uttan iva takksamur um at fáa fyrigeving, og hann lærdi av mistaki sínum.

28. Hvussu kom Pætur at liva upp til sítt navn?

28 Pætur røkti trúfastur sína uppgávu í nógv ár. Hann styrkti brøður sínar, sum Jesus hevði biðið hann tað kvøldið, hann doyði. Pætur tænti sum ein vinaligur og tolin hirði hjá lærisveinum Kristusar og gav teimum føði. Maðurin, ið varð róptur Símun, livdi við tíðini upp til navnið, Jesus hevði givið honum — Pætur, ella Klettur — tí hann gjørdist ein støðufastur, sterkur og álítandi stuðul í samkomuni. Rík prógv um tað finna vit í teimum báðum hjartanemandi brøvunum, Pætur skrivaði, sum seinni gjørdust virðismiklar bøkur í Bíbliuni. Brøvini vísa eisini, at Pætur ongantíð gloymdi tað, Jesus hevði lært hann um at fyrigeva. — Les Fyrra bræv Pæturs 3:8, 9; 4:8.

29. Hvussu kunnu vit taka eftir trúnni hjá Pæturi og miskunn Meistara hansara?

29 Latið okkum eisini taka henda lærdóm til okkara. Biðja vit hvønn dag Gud fyrigeva okkara nógvu mistøk? Eru vit síðani fús at taka ímóti hansara fyrigeving, og trúgva vit, at vit kunnu verða reinsað? Og fyrigeva vit eisini øðrum? Gera vit tað, taka vit eftir trúnni hjá Pæturi — og miskunn Meistara hansara.

^ par. 26 Hóast umseting Victors Danielsens rør framundir, at Jesus sipaði til fólk, kann grikski teksturin eisini umsetast soleiðis, at Jesus sipaði til fiskin, sum lá fyri føturnar á teimum.