Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL SEYTJAN

Eg eri tænastukvinna Jehova

Eg eri tænastukvinna Jehova

1, 2. (a) Hvørja heilsan fekk Maria frá einum fremmandum? (b) Hvussu stóð Maria við eitt vegamót?

MARIA hugdi við víðopnum eygum at gestinum, ið kom á gátt hjá henni. Hann spurdi ikki eftir pápa ella mammu hennara. Hann var komin at vitja hana! Hann kundi ikki vera úr Nazaret, tað var hon vís í. Í einum lítlum býi sum hennara sást, tá ið fremmand vitjaðu. Hesin hevði líkst burturúr, líkamikið hvar hann fór. Mátin, hann heilsaði upp á Mariu, var púra fremmandur fyri hana. Hann segði: „Heil, tú náðaða! [Jehova] er við tær!“ — Les Lukas 1:26-28.

2 Soleiðis byrjar bíbilska frásøgan um Mariu, dóttur Eli, úr býnum Nazaret í Galilea. Tá ið vit hitta Mariu, stendur hon so at siga við eitt vegamót. Hon var trúlovað og skuldi giftast við Jósefi, træsmiðinum. Hann var eingin ríkur maður, men ein maður, sum hevði sterka trúgv á Gud. So tað tóktist, sum hennara lívsleið longu var løgd til rættis — hon skuldi liva eitt einfalt lív, har hon fór at stuðla manni sínum, Jósefi, og saman við honum uppala børnini, ið tey fóru at fáa. Men knappliga stóð hon har við einum gesti, sum bar henni eina uppgávu frá Gudi, eina ábyrgd, ið fór at broyta lívið hjá henni.

3, 4. Hvat mugu vit skúgva til viks, tá ið vit skulu læra Mariu at kenna, og hvat skulu vit heldur leggja okkum eftir at kanna?

3 Tað kemur óvart á nógv, at Bíblian ikki fortelur okkum so nógv um Mariu. Hon fortelur okkum lítið um hennara uppvøkst, minni um hennara persónleika og als einki um hennara útsjónd. Men vit kunnu kortini fáa nógv burtur úr tí lítla, sum Guds orð sigur um hana.

4 Skulu vit læra Mariu at kenna, mugu vit skúgva til viks nógvar av teimum áskoðanunum, sum átrúnaðir hava borið fram um hana. Latið okkum gloyma tær óteljandi myndirnar, ið eru gjørdar av henni, sum til dømis málningar og standmyndir. Latið okkum eisini gloyma átrúnaðarligu lærurnar, sum hevja hesa eyðmjúku kvinnuna upp og geva henni so tignarlig heiti sum „Móðir Guds“ og „Himmaldrotning“. Latið okkum heldur kanna tað, sum Bíblian í roynd og veru sigur um hana. Hon gevur okkum dýrabart innlit í hennara trúgv og vísir, hvussu vit kunnu taka eftir henni.

Ein eingil vitjar

5. (a) Hvat kunnu vit læra um Mariu, tá ið vit hugsa um, hvussu heilsanin hjá Gabrieli ávirkaði hana? (b) Hvat týdningarmikið kann frásøgan um Mariu læra okkum?

5 Gesturin hjá Mariu var ikki nakað menniskja. Tað var eingilin Gabriel. Tá ið hann rópti Mariu „tú náðaða“, ’fall ræðsla á hana av orðum hansara, og hon hugsaði um, hvat henda heilsanin mundi hava at týða’. (Luk. 1:29) Hjá hvørjum hevði hon funnið náði? Maria væntaði ikki, at menniskju skuldu vísa henni nakran serligan heiður. Men eingilin tosaði um, at Jehova Gud hevði tokka til hennara, og tað hevði týdning fyri hana. Kortini var hon ikki stolt og helt seg hava tokka Guds. Frásøgan um Mariu lærir okkum, at vit eiga at stremba eftir at fáa tokka Guds og ongantíð stolt ganga út frá, at vit longu hava hann. Gud stendur teimum stoltu ímóti, men hann elskar og stuðlar teimum eyðmjúku. — Ják. 4:6.

Maria var ikki stolt og helt seg hava tokka Guds

6. Hvønn framíhjárætt bjóðaði eingilin Mariu?

6 Mariu fór at tørva ein slíkan eyðmjúkleika, tí eingilin bjóðaði henni ein so stóran framíhjárætt, at tað næstan var óskiljandi. Hann greiddi henni frá, at hon skuldi eiga eitt barn, sum fór at verða tað týdningarmesta menniskjað nakrantíð. Gabriel segði: „Gud [Jehova] skal geva Honum hásæti Dávids, faðirs Hansara. Hann skal vera kongur yvir húsi Jákups allar ævir, og ikki skal vera endi á kongadømi Hansara.“ (Luk. 1:32, 33) Maria hevði ivaleyst hoyrt um lyftið, sum Gud hevði givið Dávidi meira enn túsund ár frammanundan — nevniliga tað, at ein av hansara eftirkomarum skuldi stjórna um ævir. (2 Sám. 7:12, 13) So sonur hennara skuldi verða tann Messias, sum Guds fólk í øldir hevði bíðað eftir.

Eingilin Gabriel bjóðaði Mariu ein einastandandi framíhjárætt

7. (a) Hvat avdúkaði Maria um seg sjálva við spurninginum, hon setti einglinum? (b) Hvat kann frásøgan um Mariu læra ungfólk í dag?

7 Haraftrat segði eingilin, at sonur hennara skuldi „kallast Sonur hins Hægsta“. Hvussu kundi ein kvinna, eitt menniskja, bera Guds son undir belti? Hvussu kundi Maria yvirhøvur verða við barn? Hon var trúlovað Jósefi, gaman í, men tey vóru ikki gift enn. Tað fekk hana at spyrja: „Hvussu kann hetta verða, við tað at eg veit ikki av manni?“ (Luk. 1:34) Legg til merkis, at eingin feril av skomm var at hóma hjá Mariu, tá ið hon nevndi, at hon var moyggj. Hon virðismetti tvørturímóti sín reinleika. Í dag hava nógv ung ongan hug at bíða við at fara í song við onkrum fyrstu ferð og eru skjót at halda tey fyri gjøldur, sum velja at bíða. Heimurin er sanniliga nógv broyttur. Men Jehova er ikki broyttur. (Mal. 3:6) Eins og á døgum Mariu virðismetir hann tey, sum fylgja hansara siðareglum. — Les Hebrearabrævið 13:4.

8. Hvussu kundi Maria, hóast hon var ófullkomin, eiga eitt fullkomið barn?

8 Hóast Maria var ein trúfastur tænari hjá Gudi, var hon eitt ófullkomið menniskja. So hvussu kundi hon fáa eitt fullkomið barn, son Guds? Gabriel greiddi frá: „Heilagi Andin skal koma yvir teg, og kraft hins Hægsta skal skugga yvir teg; tí skal eisini hitt heilaga, ið føtt verður, kallast Sonur Guds.“ (Luk. 1:35) At nakað er heilagt, vil siga, at tað er reint og ódálkað. Vanliga arva børn ófullkomileikan hjá foreldrunum. Men í hesum førinum fór Jehova at gera eitt einastandandi undur. Hann fór at flyta lívið hjá soni sínum úr himli til lívmóðurina hjá Mariu og síðani brúka sína virksomu kraft, ella heilaga anda, til at „skugga yvir“ Mariu, og harvið verja barnið fyri at verða dálkað av synd. Trúði Maria lyftinum, sum eingilin bar henni? Hvussu svaraði hon?

Maria svarar Gabrieli

9. (a) Hví fara nógv skeiv, tá ið tey ikki vilja trúgva frásøguni um Mariu? (b) Hvussu styrkti Gabriel Mariu í trúnni?

9 Nógv, harímillum nakrir gudfrøðingar í kristinheiminum, hava ilt við at trúgva, at ein moyggj kundi eiga eitt barn. Hóast teirra longu útbúgving skilja teir ikki tann einfalda sannleikan, sum Gabriel bar fram: „Einki er Gudi ómøguligt.“ (Luk. 1:37) Maria trúði tí, Gabriel segði, tí hon var ein ung kvinna við sterkari trúgv. Men hon var kortini ikki góðtrúgvin. Eins og øll skilagóð menniskju tørvaði Mariu prógv at grunda sína trúgv á. Gabriel var fúsur at geva henni fleiri prógv. Hann fortaldi henni um ta eldru skyldkonuna Elisabet, ið leingi hevði verið kend sum ein ófruktbør kvinna. Gud hevði á undursaman hátt latið hana verða við barn.

10. Hví var støðan hjá Mariu ikki løtt, hóast tað var ein stór æra at bera Guds son í heim?

10 Hvat fór Maria at gera? Hon hevði fingið eina uppgávu og prógv um, at Gud fór at gera alt, sum Gabriel hevði sagt. Hóast tað var ein stór æra at bera Guds son í heim, var støðan ikki løtt hjá Mariu. Hon var jú trúlovað Jósefi. Mundi hann vilja gifta seg við henni, tá ið hann fann út av, at hon var við barn? Og uppgávan í sjálvum sær kendist helst sum ein ræðandi ábyrgd. Hon skuldi hava lívið hjá tí dýrabarasta av øllum Guds skapningum undir belti — hansara egna elskaða son! Hon skuldi taka sær av honum, meðan hann var eitt hjálparleyst pinkubarn og ansa eftir honum í einum óndum heimi. Sanniliga ein stór ábyrgd!

11, 12. (a) Hví aftraðu sjálvt sterkir, trúfastir menn seg av og á við at átaka sær avbjóðandi uppgávur frá Gudi? (b) Hvat avdúkaði Maria um seg sjálva við svarinum, hon gav Gabrieli?

11 Í Bíbliuni eru dømi um, at sjálvt sterkir, trúfastir menn av og á aftraðu seg við at átaka sær avbjóðandi uppgávur frá Gudi. Móses bar seg undan við, at hann ikki var nakar orðkringur maður og tí ikki kundi vera talsmaður Guds. (2 Mós. 4:10) Jeremias segði, at hann var „so ungur“, ov ungur at taka á seg uppgávuna frá Gudi. (Jer. 1:6) Og Jónas rýmdi undan síni uppgávu! (Jón. 1:3) Hvussu við Mariu?

12 Sjálvt í dag kenna nógv fólk hennara eyðmjúka og lýdna svar. Hon segði við Gabriel: „Eg eri tænastukvinna [Jehova] — mær verði, sum tú hevur sagt!“ (Luk. 1:38) Ein tænastukvinna hevði minst at týða millum tænastufólkini; harri hennara ráddi fullkomiliga yvir lívi hennara. Soleiðis metti Maria Harra sín, Jehova. Hon visti, at hon var trygg í hansara hondum, at hann er trúfastur ímóti teimum, sum eru trúføst ímóti honum, og at hann fór at signa hana, um hon legði alla orku í hesa avbjóðandi uppgávuna. — Sl. 18:26.

Maria visti, at hon kundi kenna seg trygga í hondum Jehova

13. Hvussu kann frásøgan um Mariu gagna okkum, um tað, sum Gud biður okkum gera, tykist torført ella enntá ógjørligt?

13 Av og á biður Gud okkum gera nakað, sum í okkara eygum kann tykjast torført ella enntá ógjørligt. Men í sínum orði gevur hann okkum nógvar orsøkir til at líta á hann og leggja okkara lív í hansara hendur eins og Maria. (Orðt. 3:5, 6) Gera vit tað, lønir hann okkum, og okkara trúgv verður sterkari.

Maria vitjar Elisabet

14, 15. (a) Hvussu signaði Jehova Mariu, tá ið hon vitjaði Elisabet og Zakarias? (b) Hvat vísa orðini hjá Mariu í Lukas 1:46-55 um hana?

14 Tað, sum Gabriel segði um Elisabet, hevði stóran týdning fyri Mariu. Hvør kvinna í heiminum mundi skilja støðuna hjá Mariu betur enn Elisabet? Maria skundaði sær avstað til fjallalendið í Juda, ein ferð, sum helst vardi tríggjar ella fýra dagar. Tá ið Maria kom inn um gáttina hjá Elisabet og prestinum Zakariasi, gav Jehova henni enn eitt prógv til tess at styrkja hennara trúgv. Beint sum Elisabet hoyrdi heilsanina hjá Mariu, føldi hon fostrið spæla av frøi í lívi sínum. Hon fyltist av heilagum anda og umrøddi Mariu sum „móðir Harra míns“. Gud hevði opinberað fyri Elisabet, at sonur Mariu skuldi gerast Harri hennara, Messias. Við íblástri frá Jehova rósti hon eisini Mariu fyri trúfesti og lýdni, tá ið hon segði: „Sæl er hon, ið trúði.“ (Luk. 1:39-45) Ja, alt, sum Jehova hevði lovað Mariu, fór at ganga út!

Vinalagið hjá Mariu og Elisabet gagnaði teimum báðum

15 Nú tók Maria til orða. Tað, sum hon segði, er væl varðveitt í Guds orði. (Les Lukas 1:46-55.) Hetta er avgjørt longsta røðan hjá Mariu í bíbilsku frásøguni, og hon sigur okkum nógv um hana. Við orðum sínum vísti Maria, hvussu takksom hon var fyri, at Jehova hevði signað hana, so hon slapp at verða mamma at Messiasi. Vit síggja eisini, hvussu sterka trúgv hon hevði, tá ið hon nevndi, at Jehova eyðmýkir tey stoltu og mætu, men hinvegin hjálpir fátækum og lítið virdum, ið royna at tæna honum. Vit fáa eisini eina ábending um, hvussu stóran kunnleika hon hevði. Sambært eini meting vísti hon meira enn 20 ferðir til Hebraisku skriftirnar. *

16, 17. (a) Hvussu vístu bæði Maria og sonur hennara ein hugburð, sum vit eiga at taka eftir? (b) Hvat læra vit um vinaløg í sambandi við, at Maria vitjaði Elisabet?

16 Tað sæst týðiliga, at Maria hugsaði nógv um Guds orð. Men hon var kortini eyðmjúk og vildi heldur lata Skriftirnar tala, enn at bera sínar egnu hugsanir fram. Sonurin, sum hon bar undir belti, fór at hava sama eyðmjúka hugburð. Hann segði: „Læra Mín er ikki Mín, men Hansara, sum hevur sent Meg.“ (Jóh. 7:16) Vit mugu spyrja okkum sjálvi: ’Vísi eg somu virðing fyri Guds orði, ella taki eg míni egnu hugskot og áskoðanir framum?’ Maria hevði avgjørt tann rætta hugburðin.

17 Maria varð hjá Elisabet í umleið tríggjar mánaðir, og tær vórðu ivaleyst báðar sera lívgaðar av samveruni. (Luk. 1:56) Henda hjartanemandi frásøgan í Bíbliuni minnir okkum á, hvussu gott tað er at eiga góðar vinir. Royna vit at finna vinir, sum veruliga elska Jehova, verður okkara trúgv sterkari, og vit fáa tættari samband við Gud. (Orðt. 13:20) Tíðin var nú komin, tá ið Maria mátti fara heimaftur. Hvat fór Jósef at siga, tá ið hann fann út av, at hon var við barn?

Maria og Jósef

18. Hvat fortaldi Maria Jósefi, og hvussu tók hann tað?

18 Maria bíðaði helst ikki við fortelja, at hon var við barn, til tað sást á henni. Hon mátti tosa við Jósef um tað. Áðrenn hon tosaði við hann, hugsaði hon helst um, hvussu hesin rættvísi og gudsóttandi maðurin fór at taka tað, sum hon mátti siga honum. Kortini fór hon til hansara og segði honum alt, ið var hent henni. Sum vit helst kunnu ímynda okkum, varð Jósef sera ørkymlaður. Hann vildi fegin trúgva gentuni, sum hann var so góður við, men eftir øllum at døma hevði hon verið honum ótrúgv. Bíblian sigur okkum ikki, hvørjir tankar runnu fram fyri hann. Men vit fáa at vita, at hann ætlaði at skiljast frá henni, tí tá í tíðini var ein trúloving líka bindandi sum eitt hjúnaband. Hann vildi tó ikki gera hana til skammar fyri almenninginum, so gøla gjørdist burturúr. Tí valdi hann at skiljast frá henni í loyndum. (Matt. 1:18, 19) Tað er einki at ivast í, at Maria var kedd um at síggja Jósef vera so illa við av hesi óvanligu støðuni. Men Maria lastaði ikki Jósef fyri, at hann ikki trúði henni.

19. Hvussu hjálpti Jehova Jósefi at gera tað rætta?

19 Jehova hjálpti Jósefi at gera tað rætta. Í einum dreymi segði eingil Guds fyri honum, at tað veruliga var við einum undri, at Maria var vorðin við barn. Tað má hava verið ein lætti! Nú gjørdi Jósef tað, sum Maria hevði gjørt frá byrjan — hann gjørdi, sum Jehova vildi hava hann at gera. Hann gifti seg við Mariu, og hann gjørdi seg til reiðar at átaka sær ta einastandandi ábyrgdina at ala upp son Jehova. — Matt. 1:20-24.

20, 21. Hvat kunnu tey, sum eru gift, og tey, sum ætla sær at giftast, læra av Mariu og Jósefi?

20 Tey, sum eru gift — og tey, sum ætla sær at giftast — kunnu læra nógv av hesum unga parinum, sum livdi fyri 2000 árum síðani. Tá ið Jósef við tíðini sá, hvussu dugnalig Maria var sum kona og mamma, frøddist hann uttan iva um, at eingil Jehova hevði leiðbeint hann. Jósef man hava skilt, hvussu týdningarmikið tað er at leita sær hjálp hjá Jehova, tá ið stórar avgerðir skulu takast. (Sl. 37:5; Orðt. 18:13) Hann var ivaleyst nærlagdur og vinaligur, tá ið hann framyvir, sum høvdið í familjuni, skuldi taka avgerðir.

21 Men hvat kunnu vit so læra av, at Maria var fús at gifta seg við Jósefi? Hóast Jósef kanska í fyrstuni hevði ilt við at trúgva Mariu, bíðaði hon eftir, at hann skuldi taka eina avgerð, tí hon viðurkendi, at hann fór at verða høvdið í familjuni. Maria hevur ivaleyst lært av hesum, og tað kunnu kristnar kvinnur í dag eisini. Hesar hendingar hava helst lært Jósef og Mariu nógv um, hvussu týðandi tað er at tosa opið og ærliga saman. — Les Orðtøkini 15:22.

22. Við hvørjum fyritreytum gingu Jósef og Maria í hjúnalag, og hvat høvdu tey í væntu?

22 Hetta unga parið gekk í hjúnalag við teimum bestu fyritreytunum. Bæði tvey elskaðu Jehova Gud meir enn nakað annað og vildu fegin toknast honum og vera góð foreldur. Men tey høvdu sjálvsagt fleiri signingar í væntu — og eisini fleiri avbjóðingar. Tey skuldu uppala Jesus, sum fór at verða tað størsta menniskjað, ið nakrantíð hevur livað.

^ par. 15 Millum annað vísti Maria eyðsýniliga til orðini hjá tí trúføstu kvinnuni Hannu, sum Jehova eisini hevði signað við at geva henni ein son. — Sí rammuna „Tvær merkisverdar bønir“ í kapittul 6.