Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL TRETTAN

Hann lærdi av sínum mistøkum

Hann lærdi av sínum mistøkum

1, 2. (a) Hvørja støðu hevði Jónas komið sær sjálvum og skipsmonnunum í? (b) Hvussu kann frásøgan um Jónas hjálpa okkum?

JÓNAS vildi ynskt, at hann fekk latið oyruni aftur fyri tí ræðuliga ganginum. Tað var ikki bert stormurin, sum ýldi í rigninginum á skipinum, og heldur ikki risastóru aldurnar, ið buldraðu inn at skipinum, so tað knakaði og brakaði í hvørjum spreki. Nei, tað var nógv verri hjá Jónasi at hoyra rópini frá skiparanum og manningini, sum stríddust fyri at halda skipinum á floti. Jónas var vísur í, at teir fóru at drukna — og alt var hansara skyld!

2 Hvussu var Jónas komin í eina slíka trongstøðu? Hann hevði syndað álvarsliga ímóti Jehova Gudi. Hvat hevði hann gjørt? Var tað ov seint at bøta um støðuna? Svarini kunnu læra okkum nógv. Til dømis lærir frásøgan um Jónas okkum, at sjálvt tey, sum hava sterka trúgv, kunnu fara av kós — men eisini, at tey kunnu koma upp á rættkjøl aftur.

Ein profetur úr Galilea

3-5. (a) Hvat leggja fólk ofta dent á, tá ið tey hugsa um Jónas? (b) Hvat vita vit um Jónas? (Sí eisini undirgreinina.) (c) Hví var uppgávan hjá Jónasi sum profetur hvørki løtt ella hugalig?

3 Tá ið fólk hugsa um Jónas, hava tey ofta lyndi til at leggja dent á hansara ringu síður, eitt nú at hann stundum var ólýðin og treiskur. Men Jónas gjørdi eisini nógv gott. Minst til, at Jehova hevði valt hann at vera profet. Hevði Jónas verið trúleysur ella órættvísur, hevði Jehova ikki givið honum eina slíka ábyrgdaruppgávu.

Jónas hevði ikki bara ringar síður — hann gjørdi eisini nógv gott

4 Bíblian sigur okkum eitt sindur um, hvør Jónas var. (Les Seinnu Kongabók 14:25.) Hann var úr Gat-Hefer, bert 4 kilometrar frá Nazaret, har sum Jesus Kristus umleið 800 ár seinni skuldi vaksa upp. * Jónas var profetur, meðan Jeroboam II var kongur í tíggjuættaríkinum Ísrael. Elias var langt síðani deyður, og eftirmaður hansara, Elisa, doyði, meðan pápi Jeroboam stjórnaði. Hóast Jehova við teimum hevði beint fyri ba’alsdýrkanini, var Ísrael aftur farið av leið. Landið var ávirkað av einum kongi, ið „gjørdi tað, sum ónt var í eygum [Jehova]“. (2 Kong. 14:24) So tað hevur valla verið nøkur løtt ella hugalig uppgáva hjá Jónasi at vera profetur. Men hann var trúfastur og gjørdi, sum honum var álagt.

5 Men so ein dagin broyttist lívið hjá Jónasi fullkomiliga. Hann fekk eina uppgávu frá Jehova, sum hann helt vera sera torføra. Hvat bað Jehova hann gera?

„Halt avstað, far til Nineve“

6. Hvørja uppgávu gav Jehova Jónasi, og hví tóktist hon kanska ræðandi?

6 Jehova segði við Jónas: „Halt avstað, far til Nineve, hin stóra stað, og tala móti honum! Tí óndskapur teirra er stigin upp fyri andlit Mítt.“ (Jón. 1:2) Tað er ikki ringt at skilja, hví Jónas kanska helt hesa uppgávuna vera ræðandi. Nineve lá okkurt um 800 kilometrar eystanfyri, og til gongu mundi ferðin hagar vara umleið ein mánað. Men henda langa ferðin tóktist kanska at vera tann minsti parturin av uppgávuni, tí í Nineve skuldi Jónas bera assýrum ein dómsboðskap frá Jehova. Teir vóru tiltiknir fyri at vera sera harðligir og ógvusligir. Tá ið Guds egna fólk sum heild ikki vildi lurta eftir Jónasi, kundi hann so vænta, at hesir heidningarnir fóru at gera tað? Hvussu mundi fara at gangast einum einsamallum tænara hjá Jehova í stóra staðnum Nineve, sum við tíðini fór at verða róptur ’blóðstaður’? — Nah. 3:1, 7.

7, 8. (a) Hvussu avgjørdur var Jónas um at sleppa sær undan uppgávuni, sum Jehova hevði givið honum? (b) Hví skulu vit ikki halda, at Jónasi vantaði dirvi?

7 Vit vita ikki, um slíkir tankar runnu fram fyri Jónasi, men vit vita, at hann rýmdi. Jehova hevði biðið Jónas fara eystureftir, men hann fór beint øvuta vegin, so langt vestureftir sum gjørligt. Hann fór út móti strondini til havnarbýin Joppe, har hann fann eitt skip, sum skuldi til Tarsis. Nakrir bíbliuviðmerkjarar siga, at Tarsis lá í Spania. Um so var, ætlaði Jónas sær einar 3500 kilometrar burtur frá Nineve. Ein slík sjóferð tvørtur um Stórahavið kann hava vart so mikið sum eitt ár. So avgjørdur var Jónas um at sleppa sær undan uppgávuni, sum Jehova hevði givið honum. — Les Jónas 1:3.

8 Merkir tað, at Jónas var dirvisleysur? Vit mugu ikki vera ov skjót at døma hann. Sum vit seinni fáa at vita, var hann í øðrum sambandi sera djarvur. Men sum øll onnur, var Jónas eisini eitt ófullkomið menniskja, sum hevði nógvar veikleikar at dragast við. (Sl. 51:7) Hvør av okkum hevur ongantíð verið óttafullur?

9. Hvussu kunnu vit av og á hava tað í sambandi við eina uppgávu frá Jehova, og hvønn sannleika mugu vit tá minnast til?

9 Vit kunnu stundum halda, at tað, sum Gud biður okkum gera, er torført ella kanska ógjørligt. Vit kunnu enntá halda, at tað er ræðandi at bera øðrum tey góðu tíðindini um Guds ríki, sum kristin hava skyldu at gera. (Matt. 24:14) Tað er tíverri alt ov lætt hjá okkum at gloyma sannleikan í orðunum hjá Jesusi: „Alt er Gudi møguligt.“ (Mark. 10:27) Hava vit onkuntíð gloymt hetta, skilja vit kanska betur, at Jónas eisini av og á var ræddur. Men hvørjar avleiðingar fekk tað, at Jónas rýmdi?

Jehova rættleiðir profet sín

10, 11. (a) Hvat vónaði Jónas kanska, tá ið farmaskipið legði út á hav? (b) Hvønn vanda kom skip og manning í?

10 Ímynda tær Jónas, tá ið hann royndi at finna seg til rættis umborð á skipinum, sum allarhelst var eitt fønikiskt farmaskip. Hann sá, hvussu skipari og manning rokaðust við at rigga skipið til og leggja frá landi. Strondin hvarv so líðandi, og Jónas vónaði kanska, at nú var sloppið. Men knappliga broyttist veðrið.

11 Ódnarstormur brast á, og sjógvurin stóð í andarisi! Aldurnar vóru so høgar, at sjálvt eitt nútímans skip hevði verið lítið afturímóti. Hvussu leingi mundi eitt træskip so klára seg í hesum ódnarveðrinum uttan at smildrast í mastrarhøgu aldunum? Skilti Jónas longu nú tað, hann seinni skrivaði — at tað var Jehova, sum „sendi harðveður á sjógvin“? Tað er ilt at siga. Men hann sá í hvussu er, at skipsmenninir róptu á gudar sínar, og hann visti, at har var eingin hjálp at heinta. (3 Mós. 19:4) Hann skrivaði: „Skipið var um at ganga burtur.“ (Jón. 1:4) Og hvussu kundi Jónas biðja til tann Gud, sum hann rýmdi undan?

12. (a) Hví skulu vit ikki uttan víðari lasta Jónas fyri at leggja seg at sova, meðan stormurin herjaði? (Sí eisini undirgreinina.) (b) Hvussu avdúkaði Jehova orsøkina til trupulleikan?

12 Av tí at Jónas kendi seg maktarleysan, fór hann niðurundir at finna eitt stað at leggja seg. Og har steinsovnaði hann. * Skiparin fann Jónas, vakti hann og segði, at hann mátti gera sum allir hinir og biðja til sín gud. Vísir í, at illveðrið onkursvegna var yvirnatúrligt, fóru sjómenninir at kasta lut um, hvør umborð á skipinum mundi vera orsøk til ta truplu støðuna, teir vóru komnir í. Eingin ivi er um, at Jónas fánaði meir og meir, so hvørt sum ein maður fyri og annar eftir varð útilokaður. Skjótt fór sannleikin at koma í ljósmála. Jehova stýrdi bæði storminum og lutakastinum ímóti einum og sama manni — Jónasi! — Les Jónas 1:5-7.

13. (a) Hvat avdúkaði Jónas fyri sjómonnunum? (b) Hvat bað Jónas sjómenninar gera, og hví?

13 Nú segði Jónas sjómonnunum, sum var. Hann tænti hinum alvalda Gudi, Jehova. Hann var rýmdur undan Gudi sínum og hevði verið honum ólýðin. Harvið hevði hann komið sær sjálvum og allari manningini í hesa vandamiklu støðuna. Menninir vóru skelkaðir, ræðslan lýsti úr eygum teirra. Teir spurdu hann, hvat teir skuldu gera við hann, so teir fingu bjargað skipinum og sær sjálvum. Hvat segði hann? Jónas fór møguliga upp at skelva, tá ið hann hugsaði um at drukna í kalda og uppøsta havinum. Men hvussu kundi hann lata allar hesar menninar doyggja, tá ið hann visti, at hann fekk bjargað teimum? Tí segði hann: „Takið meg og kastið meg á sjógvin! So fer sjógvurin at slætna hjá tykkum; tí eg veit, at tað er fyri mína skuld, hesin ógvuligi stormur er komin á tykkum.“ — Jón. 1:12.

14, 15. (a) Hvussu kunnu vit taka eftir trúgv Jónasar? (b) Hvat gjørdu sjómenninir, tá ið Jónas segði, at teir skuldu kasta hann á sjógv?

14 Hetta vóru neyvan orð frá einum dirvisleysum manni! Tað man hava glett Jehova, at síggja, hvussu djarvur og ósjálvsøkin Jónas var í hesi neyðarstundini. Hetta er eitt dømi um, hvussu sterka trúgv Jónas hevði. Vit kunnu taka eftir hesi trúnni í dag við at hugsa meira um vælferðina hjá øðrum enn hjá okkum sjálvum. (Jóh. 13:34, 35) Eru vit fús at hjálpa, tá ið onkrum tørvar likamliga, kensluliga ella andaliga hjálp? Jehova verður sera glaður, tá ið vit gera tað.

15 Møguliga vóru sjómenninir eisini ávirkaðir av orðum Jónasar, tí í fyrstuni vildu teir ikki blaka hann fyri borð. Nei, teir royndu alt, teir vóru mentir sjálvir at stríða seg ígjøgnum stormin — men einki hjálpti. Ódnarveðrið bara versnaði. At enda sóu teir, at einki annað var at gera enn at akta Jónas. Teir róptu á Gud hansara, Jehova, og bóðu hann miskunna sær. Síðani lyftu teir Jónas upp og blakaðu hann fyri borð. — Jón. 1:13-15.

Jónas bað sjómenninar blaka seg á sjógv

Jehova miskunnar og bjargar Jónasi

16, 17. Lýs, hvat hendi Jónasi, tá ið hann varð kastaður av skipinum. (Sí eisini myndirnar.)

16 Jónas sakk niður í uppøsta sjógvin. Møguliga baksaðist hann eina løtu fyri at halda sær á floti, ímeðan hann sá skipið sigla burtur í øllum sjórokinum. Men tey øgiligu aldubrotini skolaðu inn yvir hann og trýstu hann undir. Hann sakk longri og longri niður og misti alla vón.

17 Jónas greiddi seinni frá, hvussu hann hevði tað hesa løtuna. Ymiskar hendingar runnu honum í hug. Hann óttaðist fyri, at hann hevði mist tokka Guds vegna sítt ólýdni. Hann kendi tað, sum sakk hann heilt niður á havsins botn, til grundvøllir fjallanna, har hann varð fløktur inn í tara. Hetta skuldi eftir øllum at døma verða hansara váta grøv. — Les Jónas 2:3-7.

18, 19. Hvat hendi Jónasi á havsins dýpi, hvat var tað fyri ein skapningur, sum var har, og hvør stýrdi hendingunum? (Sí eisini undirgreinina.)

18 Men bíða nú! Okkurt rørdi seg skamt frá honum — ein risastór, myrk og livandi vera. Hon kom nærri, og alt í einum setti hon eftir honum. Ein stórur kjaftur gloypti honum og svølgdi hann!

Jehova „læt stóran fisk koma og gloypa Jónasi“

19 Nú mundi vera úti við honum. Men Jónas varnaðist nakað undursamt. Hann var enn á lívi! Hann var hvørki knústur, sodnaður ella kvaldur. Nei, hann andaði enn, hóast hetta átti at verið hansara grøv. Spakuliga fyltist Jónas við ærufrykt. Eingin ivi var um, at tað var Jehova Gud, sum hevði ’latið stóran fisk koma og gloypa Jónasi’. * — Jón. 2:1.

20. Hvat kunnu vit læra um Jónas í bønini, hann bað, meðan hann var inni í stóra fiskinum?

20 Minuttirnir gingu, og teir gjørdust tímar. Í hesum djúpa myrkrinum hevði Jónas tíð at hugsa og biðja til Jehova. Vit kunnu læra nógv um Jónas í bønini hjá honum. Hon stendur, øll sum hon er, at lesa í kapittul tvey í Jónasar bók. Hon vísir, at Jónas kendi Skriftirnar væl, tí hann vísti ofta til Sálmarnar. Bønin avdúkar eisini ein fløvandi eginleika, nevniliga takksemi. Jónas endaði bønina við at siga: „Eg skal ofra til Tín við takkarrødd; tað, ið eg havi lovað, skal eg halda. — Hjá [Jehova] er frelsa.“ — Jón. 2:10.

21. Hvat lærdi Jónas um frelsu, og hvørja týdningarmikla læru mugu vit minnast?

21 Har, tað mest óhugsandi staðið, „í búki fisksins“, skilti Jónas, at Jehova er førur fyri at frelsa, hvønn hann vil, har hann vil, og tá ið hann vil. Sjálvt har fann Jehova hugtunga tænara sín. (Jón. 2:1) Bert Jehova kundi í samfullar tríggjar dagar halda einum manni á lívi í búkinum á einum stórum fiski. Tað er gott hjá okkum í dag at minnast, at Jehova er „tann Gud, sum hevur lívsanda tín í hondini“. (Dán. 5:23) Tað er honum fyri at takka, at vit liva! Eru vit takksom? Eiga vit so ikki at vera Jehova lýðin?

22, 23. (a) Hvussu kom takksemi Jónasar at standa sína roynd? (b) Hvat kunnu vit læra av frásøguni um Jónas, tá ið vit gera mistøk?

22 Hvussu við Jónasi? Hevði hann lært at vísa Jehova takksemi við at vera lýðin? Tað hevði hann. Eftir tríggjar dagar og tríggjar nætur svam fiskurin inn ímóti landi, og ’spýði Jónas upp á turt’. (Jón. 2:11) Hugsa tær — eftir alt hetta skuldi Jónas ikki so mikið sum sjálvur svimja í land! Men hann skuldi sjálvur finna leið sína frá hesi strondini, hvar hon so var. Áðrenn long tíð var liðin, skuldi hansara takksemi kortini standa sína roynd. Í Jónas 3:1, 2 stendur: „Nú kom orð [Jehova] aðru ferð til Jónas; Hann segði: ’Halt avstað, far til Nineve, hin stóra stað, og ber hagar boðskapin, ið Eg gevi tær boð um!’“ Og hvat gjørdi Jónas?

23 Hann drálaði ikki. Vit lesa: „Tá helt Jónas avstað og fór til Nineve, eins og [Jehova] hevði sagt við hann.“ (Jón. 3:3) So hann aktaði. Hann hevði heilt greitt lært av sínum mistøkum. Í hesum sambandi mugu vit eisini taka eftir trúnni hjá Jónasi. Vit synda øll og gera mistøk. (Róm. 3:23) Geva vit uppat, ella læra vit av okkara mistøkum og koma á røttu kós aftur og tæna Gudi lýðin?

24, 25. (a) Hvørja signing fekk Jónas, meðan hann enn livdi? (b) Hvørjar signingar bíða Jónasi í framtíðini?

24 Varð Jónas signaður afturfyri, at hann aktaði Jehova? Ja, tað kanst tú ætla! Til dømis frætti Jónas eftir øllum at døma seinni, at skipsmenninir vóru komnir undan við lívinum. Tí so skjótt sum Jónas var ósjálvsøkin og læt seg blaka fyri borð, slætnaði sjógvurin, og „stórur ótti fyri [Jehova]“ fall á skipsmenninar, og teir ofraðu honum sláturoffur heldur enn sínum egnu følsku gudum. — Jón. 1:15, 16.

25 Ein enn størri signing kom nógv seinni. Jesus nýtti tíðina, Jónas var inni í stóra fiskinum, sum eina profetiska lýsing av síni egnu tíð í grøvini, ella deyðaríkinum. (Les Matteus 12:38-40.) Jónas verður helst ovurfegin um at hoyra um hesa signingina, tá ið hann fær lívið aftur á jørðini. (Jóh. 5:28, 29) Jehova vil eisini fegin signa teg. Fert tú, eins og Jónas, at læra av tínum mistøkum og verða lýðin og ósjálvsøkin?

^ par. 4 Tað er áhugavert, at Jónas kom úr einum býi í Galilea, tí fariseararnir søgdu forhánisliga um Jesus: „Rannsaka, so fært tú at síggja, at eingin profetur kemur úr Galilea!“ (Jóh. 7:52) Nógvir umsetarar og granskarar rógva framundir, at fariseararnir hildu, at eingin profetur nakrantíð var komin ella fór at koma úr lítilsvirda Galilea. Um so var, skúgvaðu fariseararnir bæði søgu og profeti til viks. — Es. 9:1, 2.

^ par. 12 Septuaginta lýsir, hvussu fast Jónas svav við at leggja aftrat, at hann snorkaði. Men áðrenn vit koma til ta niðurstøðu, at Jónas legði seg at sova av berari líkasælu, mugu vit minnast til, at fólk, sum eru tung í huga, av og á blíva ógvuliga lin. Í sínum síðstu sorgartungu tímum saman við Pæturi, Jákupi og Jóhannesi í urtagarðinum Getsemane, fann Jesus „teir sovandi av sorg“. — Luk. 22:45.

^ par. 19 Hebraiska orðið fyri „fisk“ varð umsett til „sjóskrímsl“ ella „stórur fiskur“ á grikskum. Hóast tað ikki ber til at staðfesta nágreiniliga, hvat slag av skapningi tað var, eru hávar sæddir í Miðjarðarhavinum, sum eru so stórir, at teir fáa svølgt ein mann í einum. Aðrastaðni eru enn størri hávar; hvalhávurin kann verða upp í 15 metrar langur — kanska enntá longri!