Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

KAPITTUL SEKSTAN

Hon var vís, djørv og ósjálvsøkin

Hon var vís, djørv og ósjálvsøkin

1-3. (a) Hvussu kendist tað hjá Ester at nærkast hásætinum hjá manni sínum? (b) Hvussu tók kongurin ímóti Ester?

ESTER nærkaðist spakuliga hásætinum. Hennara hjarta sló hart og bangið. Royn at ímynda tær, hvussu kvirt tað gjørdist í stóru kongshøllini í Susan, so kvirt, at Ester hoyrdi síni egnu løttu fótafet og ljóðið av kongliga stásinum, sum hon var í. Hon kundi ikki lata seg órógva av stórleikanum í kongshøllini, teimum glæsiligu steinsúlunum og útskorna loftinum úr sedrisviði líka úr Libanon. Hon festi eyguni á mannin, sum sat í hásætinum — mannin, ið skuldi gera av, um hon skuldi liva ella doyggja.

2 Eygu kongsins litu fast at Ester, sum hon kom nærri, og hann rætti út gullstav sín ímóti henni. Tað var ein einføld handarørsla, men hon var lívið um at gera hjá Ester, tí við henni frídømdi kongurin hana fyri misbrotið, hon júst hevði framt — at hon steig fram fyri kong, uttan at hann hevði sent boð eftir henni. Tá ið Ester kom fram til hásætið, rætti hon takksom hondina fram og nam við endan á gullstavinum. — Est. 5:1, 2.

Ester var takksom fyri, at kongurin vísti henni miskunn

3 Alt rundan um Ahasverus kong var stórsligið og vitnaði um hansara ómetaliga stóra ríkidømi og veldi. Tað sigst, at klæðini hjá persarakongum tá í tíðini kostaðu tað, sum svarar til knappar tvær milliardir krónur. Men Ester sá kortini eitt lítið bros í eygunum á manni sínum; hann elskaði hana upp á sín egna máta. Hann segði: „Hvat bagir, og hvat vilt tú hava, Ester drotning? — Um tað so var hálvt ríkið, skuldi tú fingið tað!“ — Est. 5:3.

4. Hvørjar avbjóðingar hevði Ester fyri sær?

4 Ester hevði longu víst merkisverda trúgv og dirvi. Hon var farin fram fyri kong, tí hon vildi verja fólk sítt fyri eini samansvørjing, ið hevði til endamáls at beina fyri øllum jødum. Higartil hevði hon havt eydnuna við sær, men fleiri avbjóðingar lógu fyri framman. Hon skuldi sannføra henda stolta kongin um, at tann ráðgevin, sum hann hevði størst álit á, var ein óndur maður, ið hevði lumpað hann til at døma fólkið hjá Ester til deyðis. Hvussu skuldi hon sannføra hann, og hvat kunnu vit læra av hennara trúgv?

Við vísdómi valdi hon eina ’tíð at tala’

5, 6. (a) Hvussu tók Ester meginregluna í Prædikaranum 3:1, 7 til sín? (b) Á hvønn hátt var Ester vís, tá ið hon talaði við mann sín?

5 Skuldi Ester sagt konginum allan trupulleikan, sum hann var, meðan øll tey hjástøddu hoyrdu? Gjørdi hon tað, kundi hon eyðmýkt hann og givið ráðgeva hansara, Hamani, tíð at reka ákærurnar aftur. Hvat gjørdi Ester meðni? Øldir frammanundan skrivaði hin vísi Sálomon kongur: „Alt hevur stund sína, . . . at tiga hevur tíð sína, og at tala hevur tíð sína.“ (Præd. 3:1, 7) Vit kunnu helst ímynda okkum, at fosturpápi Ester, trúfasti maðurin, Mordokai, lærdi hana slíkar meginreglur, meðan hon vaks upp. Ester skilti veruliga, hvussu stóran týdning tað hevði at velja ta røttu ’tíðina at tala’.

6 Hon segði: „Um tað líkar konginum, vildi eg fegin, at kongurin og Haman í dag høvdu komið í veitslu, sum eg havi gjørt honum til.“ (Est. 5:4) Kongurin tók av og sendi boð eftir Hamani. Sært tú, hvussu vís Ester var? Hon vísti virðing fyri tign kongsins og syrgdi fyri meiri hóskandi umstøðum at siga honum, hvat hon hevði í huga. — Les Orðtøkini 10:19.

7, 8. Hvussu var fyrra veitslan hjá Ester, men hví segði hon ikki konginum, hvat hon hevði í huga?

7 Eingin ivi er um, at Ester fyrireikaði veitsluna væl og legði seg eftir at borðreiða við øllum tí, sum manni hennara dámdi. Gott vín var aftur við matinum, til tess at hýrurin skuldi vera góður. (Sl. 104:15) Ahasverus hugnaði sær, og hann spurdi aftur Ester, hvat hon vildi hava. Mundi hetta vera tíðin at tala?

8 Tað helt Ester ikki. Nei, hon bjóðaði heldur konginum og Hamani at koma í eina aðra veitslu dagin eftir. (Est. 5:7, 8) Hví drálaði hon? Minst til, at alt fólkið hjá Ester hevði fingið deyðadóm eftir kongsins boðum. Tað stóð altso um lív, og tí mátti Ester vera vís í, at løtan var tann rætta. Hon bíðaði, og syrgdi fyri enn einum høvi at vísa manni sínum, hvussu stóra virðing hon hevði fyri honum.

9. Hví er tað gott at vera tolin, og hvussu kunnu vit taka eftir Ester í tí sambandi?

9 Tol er ein sjáldsamur og virðismikil eginleiki. Hóast Ester var sera stúrin og spent at siga konginum, hvat var á vási, bíðaði hon tolin eftir røttu løtuni. Vit kunnu læra nógv av henni, tí vit síggja helst øll av og á, at okkurt órættvíst fer fram, sum má rættast. Skulu vit til dømis royna at sannføra ein, ið hevur ávísan myndugleika, um at taka sær av einum trupulleika, mugu vit vera tolin eins og Ester. Í Orðtøkunum 25:15 stendur: „Við spakføri verður høvdingi yvirtalaður, og mild tunga brýtur sundur bein.“ Bíða vit tolin eftir røttu løtuni og eru mild sum Ester, tá ið vit tala, kunnu vit bróta niður mótstøðu, hóast hon er hørð sum bein. Signaði Jehova Ester, tí hon var tolin og vís?

Tol slóðar vegin fyri rættvísi

10, 11. Hví broyttist lagið á Hamani, tá ið hann var farin úr fyrru veitsluni, og hvat bóðu kona og vinir hansara hann gera?

10 Tolið hjá Ester slóðaði vegin fyri eini merkisverdari røð av hendingum. Haman fór lívgaður heim úr fyrru veitsluni, „glaður og í góðum lagi“ um, at kongurin og drotningin vístu honum slíka vælvild. Men tá ið Haman fór gjøgnum kongsportrið, bar hann eyga við Mordokai, handa jødan, sum framvegis noktaði at boyggja seg fyri honum. Sum vit fingu at vita í undanfarna kapitlinum, høvdu orsøkirnar hjá Mordokai einki við vanvirðing at gera, men heldur at hann vildi varðveita eina góða samvitsku og sítt góða samband við Jehova Gud. Kortini varð Haman „fullur av vreiði“. — Est. 5:9.

11 Tá ið Haman segði konu síni og vinum sínum frá hesi háðanini, bóðu tey hann reisa ein stóran gálga, umleið 22 metrar til hæddar, og síðani biðja kong um loyvi til at heingja Mordokai í hann. Hetta dámdi Hamani sera væl, og hann setti tað alt fyri eitt í verk. — Est. 5:12-14.

12. Hví bað kongurin um at fáa lisið tey almennu skjølini upp fyri sær, og hvat varnaðist hann?

12 Somu nátt hendi nakað løgið. Bíblian sigur, at ’kongurin legðist í andvekur’, og tí bað hann um at fáa lisið almennu skjølini upp fyri sær. Millum tað, ið lisið var, kom frásøgan um samansvørjingina um at drepa Ahasverus. Hann mintist málið; teir, sum høvdu ætlað at dripið hann, vórðu handtiknir og fyribeindir. Men hvussu við manninum, sum hevði avdúkað samansvørjingina — Mordokai? Knappliga varð kongurin klárvakin og spurdi, hvussu Mordokai varð løntur afturfyri. Svarið? Als einki var gjørt fyri henda mannin. — Les Ester 6:1-3.

13, 14. (a) Hvussu broyttist støðan hjá Hamani? (b) Hvat søgdu kona og vinir Hamans við hann?

13 Skelkaður spurdi kongurin, hvørjir embætismenn vóru tøkir at hjálpa honum við at fáa hetta málið í rættlag. Og hvør stóð í ytra forgarðinum, sum hoyrdi til kongsborgina? Tað var eingin annar enn Haman! Hann var eyðsýniliga komin tíðliga á morgni, tí hann var so spentur at fáa loyvi frá kongi til at drepa Mordokai. Men áðrenn Haman fekk orðið fyri seg, spurdi kongurin hann, hvussu mann best kundi æra ein mann, sum hevði vunnið tokka kongs. Haman hugsaði, at tað mundi vera hann, kongurin hevði í huga, og tí gjørdi hann nógv burturúr, tá ið hann segði, hvussu maðurin skuldi ærast: Lat mannin í kongligan klædning og lat ein týðandi embætismann leiða hann runt í Susan á kongsins egna hesti, meðan rópt verður fyri honum, so øll hoyra: „Soleiðis verður gjørt við tann mann, ið kongur hevur hug at heiðra!“ Hugsa tær, hvussu Haman sá út, tá ið hann fann út av, at maðurin, sum skuldi heiðrast, var Mordokai! Og hvønn bað kongurin gera alt hetta fyri Mordokai? Haman! — Est. 6:4-10.

14 Haman gjørdi, sum hann var biðin, men við sera ringum tannabiti. Síðani skundaði hann sær heim, harmur og hugtungur. Bæði kona og vinir hansara søgdu, at hetta bert kundi boða frá illum. Hann fór uttan iva at falla í stríðnum ímóti jødanum Mordokai. — Est. 6:12, 13.

15. (a) Hví var tað gott, at Ester var tolin? (b) Hví er tað skilagott at „bíða eftir Gudi“?

15 Meðan Ester tolin bíðaði, legði Haman lunnar undir sín egna undirgang. Og mundi tað ikki vera Jehova Gud, sum fekk kongin at liggja í andvekri? (Orðt. 21:1) Ikki løgið, at Guds orð eggjar okkum til at „bíða eftir Gudi“. (Les Mika 7:7.) Tá ið vit bíða eftir Gudi, skilja vit kanska, at hansara máti at loysa okkara trupulleikar er nógv betri, enn nøkur loysn vit sjálvi kundu funnið uppá.

Hon talaði við dirvi

16, 17. (a) Nær kom ’tíðin at tala’ hjá Ester? (b) Hvussu var Ester øðrvísi enn Vasti, fyrrverandi kona kongs?

16 Ester tordi ikki at lata kongin bíða longur. Tá ið hann kom í seinnu veitsluna, noyddist hon at siga honum alt. Men hvussu? Jú, kongur gav henni høvi at siga, hvat hon hevði upp á hjarta, tá ið hann enn einaferð spurdi, hvørja bøn hon hevði. (Est. 7:2) Nú var ’tíð at tala’ hjá Ester.

17 Vit kunnu helst ímynda okkum, at Ester bað til Gud innantanna, áðrenn hon segði hesi orð: „Havi eg funnið náði fyri eygum tínum, kongurin, og líkar tað konginum, so lat lív mítt verða mær givið eftir bøn míni, og fólk mítt eftir ynski mínum!“ (Est. 7:3) Legg til merkis, at hon vissaði kongin um, at hon hevði virðing fyri hansara meting um, hvat var gott. Ester var sanniliga øðrvísi enn Vasti, fyrrverandi kona kongs, sum við vilja hevði eyðmýkt mann sín. (Est. 1:10-12) Haraftrat lastaði Ester ikki kongin fyri at líta á Haman. Hon bað og bønaði hinvegin kongin um at verja seg, tí hennara lív var í vanda.

18. Hvussu segði Ester konginum frá trupulleikanum?

18 Henda umbønin nam allarhelst hjarta kongsins. Hvør vágaði sær at hótta drotningina? Ester helt fram: „Vit eru seld, bæði eg og fólk mítt, til at verða týnd, dripin og fyribeind. Høvdu vit so bert verið seld at verðið trælir og trælkvinnur, skuldi eg tagt, men nú er fíggindi okkara ikki førur fyri at bøta konginum skaðan.“ (Est. 7:4) Legg til merkis, at Ester bart út segði, hvør trupulleikin var, men legði aftrat, at hon hevði tagt, um talan bert hevði verið um trældóm. Men hetta fólkadrápið fór at vera so kostnaðarmikið hjá konginum sjálvum, at hon fekk ikki tagt um tað.

19. Hvat kann frásøgan um Ester læra okkum um kynstrið at sannføra onnur?

19 Frásøgan um Ester lærir okkum nógv um kynstrið at sannføra onnur. Um tú nakrantíð hevur fyri neyðini at gera ein, tú ert góður við ella kanska enntá ein, ið hevur ávísan myndugleika, varan við ein álvarsaman trupulleika, er tað gott at gera tað við toli, virðing og opinleika. — Orðt. 16:21, 23.

20, 21. (a) Hvussu avdúkaði Ester Haman, og hvat fekk tað kongin at gera? (b) Hvat gjørdi Haman, tá ið hann varð avdúkaður?

20 Ahasverus spurdi: „Hvør er hann, og hvar er hann, ið hevur vágað sær at gera hetta?“ Royn at síggja Ester fyri tær, sum hon peikar og sigur: „Ein mótstøðumaður og fíggindi — illi Haman, ið har situr!“ Ákæran hekk í luftini. Haman varð ræðslusligin. Ímynda tær, hvussu tann lúnuti kongurin rodnaði av illsinni, tá ið hann skilti, at trúnaðarráðgevi hansara hevði lumpað hann at skriva undir eini boð, sum høvdu við sær, at elskaða kona hansara skuldi fyribeinast. Kongurin leyp á føtur og út í garðin fyri at fáa tamarhald á sær sjálvum. — Est. 7:5-7.

Ester var djørv og avdúkaði óndskap Hamans

21 Tá ið tað varð avdúkað, hvussu lúnskur og ómansligur Haman var, kastaði hann seg niður fyri føturnar á drotningini. Tá ið kongurin kom inn aftur í rúmið og sá, at Haman lá á beinkinum hjá Ester og bað og bønaði hana, ákærdi hann í vreiði Haman fyri at royna at neyðtaka drotningina í kongsins egna heimi. Hetta var deyðadómurin hjá Hamani. Andlit hansara varð sveipað og farið varð avstað við honum. Tá tók ein av embætismonnum kongsins til orða og fortaldi honum um stóra gálgan, sum Haman hevði ætlað, at Mordokai skuldi heingjast í. Ahasverus gav alt fyri eitt boð um, at Haman sjálvur skuldi heingjast í hann. — Est. 7:8-10.

22. Hvussu kann frásøgan um Ester læra okkum, at vit ongantíð skulu sleppa vónini ella missa trúnna?

22 Í hesum órættvísa heimi er tað lætt at ímynda sær, at vit ongantíð fara at síggja rættvísi framt. Hevur tú nakrantíð hugsað so? Ester slepti ongantíð vónini og misti ongantíð trúnna. Tá ið tíðin kom, tók Ester djørv til orða og vardi tað, sum var rætt, og hon leit á, at Jehova fór at gera tað, sum var neyðugt. Latið okkum gera sum hon! Jehova er hin sami sum tá. Hann er enn førur fyri at lata tey óndu og svikaligu falla í sínar egnu snerrur, eins og hann gjørdi í døminum við Hamani. — Les Sálm 7:12-17.

Hon hugsaði meira um Jehova og hansara fólk enn um seg sjálva

23. (a) Hvussu lønti kongurin Mordokai og Ester? (b) Hvussu gekk profetiin um Benjamin út, sum Jákup bar fram, tá ið hann lá fyri deyðanum? (Sí rammuna „ Ein profeti gongur út“.)

23 Endiliga fann kongurin út av, hvør Mordokai var. Hann var ikki bara tann trúfasti maðurin, sum hevði forðað fyri, at kongurin varð dripin, hann var eisini fosturpápi Ester. Ahasverus gjørdi Mordokai til aðalráðharra í staðin fyri Haman. Kongurin gav Ester húsið hjá Hamani — við øllum ríkidømi hansara — og hon setti Mordokai at hava umsjón við tí. — Est. 8:1, 2.

24, 25. (a) Hví kundi Ester ikki taka sær av løttum, eftir at Haman var avdúkaður? (b) Hvussu setti Ester aftur lív sítt í váða?

24 Kundi Ester taka sær av løttum, nú hon og Mordokai vóru trygg? Bert um hon var sjálvsøkin. Tí í somu løtu vórðu boðini hjá Hamani, um at beina fyri øllum jødum, borin út í hvørt heraðshorn í ríkinum. Haman hevði kastað lut, ella pur — eyðsýniliga eitt slag av spiritismu — fyri at vita, nær tað var best at fremja hetta óreina álopið. (Est. 9:24-26) Enn vóru nakrir mánaðir eftir til dagurin kom, men hann nærkaðist við ferð. Bar tað enn til at forða vanlukkuni?

25 Ester var ósjálvsøkin og setti aftur lív sítt í váða. Hon steig fram fyri kong enn eina ferð uttan at vera boðsend. Hesa ferð græt hon um fólk sítt og bønaði mann sín um at taka ræðuligu boðini aftur. Men lógir, sum vóru gjørdar í navni persarakongsins, kundu ikki takast aftur. (Dán. 6:13, 16) So kongurin gav Ester og Mordokai heimild til at gera eina nýggja lóg. Ein onnur kunngerð varð send avstað, sum gav jødunum loyvi at verja seg sjálvar. Reiðmenn skundaðu sær út í allar partar av ríkinum at geva jødunum hesi góðu tíðindi. Nú birtist aftur vón í nógvum hjørtum. (Est. 8:3-16) Vit kunnu ímynda okkum, at jødarnir í øllum tí stóra ríkinum vápnaðu seg og fyrireikaðu seg til bardaga. Tað høvdu teir ikki kunnað gjørt uttan hesa nýggju lógina. Men eitt var kortini av størri týdningi: Fór ’[Jehova] Gud herskaranna’, at vera við sínum fólki? — 1 Sám. 17:45.

Ester og Mordokai sendu út kunngerðir til jødarnar í Persararíkinum

26, 27. (a) Hvussu stóran sigur læt Jehova jødarnar vinna á fíggindum sínum? (b) Hvør profeti gekk út, tá ið synir Hamans vórðu dripnir?

26 Tá ið dagurin endiliga kom, var Guds fólk til reiðar. Sjálvt fleiri persiskir embætismenn hildu við teimum nú, tí tíðindini gingu skjótt um, at jødin Mordokai var tann nýggi aðalráðharrin. Jehova læt fólk sítt vinna stórsigur. Eingin ivi er um, at tað var hann, sum syrgdi fyri, at fíggindarnir hjá jødunum taptu so dyggiliga, at teir ikki fingu hevnt seg. * — Est. 9:1-6

27 Haraftrat kundi Mordokai ikki kenna seg tryggan sum fyristøðumann í húsi Hamans, meðan teir tíggju synirnir hjá hasum ónda manninum framvegis vóru á lívi. Tí vórðu teir eisini dripnir. (Est. 9:7-10) Ein bíbliuprofeti gekk sostatt út, tí Gud hevði áður boðað frá, at amalekitarnir, sum høvdu víst seg at vera óreinir fíggindar hjá hansara fólki, skuldu verða fyribeindir. (5 Mós. 25:17-19) Synir Hamans kunnu væl hava verið millum teir allarsíðstu eftirkomararnar av hesi bannaðu tjóðini.

28, 29. (a) Hví var tað vilji Jehova, at Ester og fólk hennara tóku lut í kríggi? (b) Hví er Ester ein góð fyrimynd hjá okkum í dag?

28 Ester mátti taka sera tungar byrður á sínar ungu herðar — eitt nú at senda út kongalig boð um kríggj og avrætting. Tað kann ikki hava verið lætt. Men vilji Jehova var, at hansara fólk skuldi verjast fyri týning. Hin lovaði Messias, tann einasti sum kundi bjarga mannaættini, skuldi jú koma í tjóðini Ísrael. (1 Mós. 22:18) Tænarar Guds í dag fegnast um, at Messias, Jesus, tá ið hann kom niður á jørðina, forbjóðaði sínum lærisveinum at taka lut í bókstaviligum kríggi. — Matt. 26:52.

29 Men kristin taka hinvegin lut í einum andaligum kríggi. Satan er meira ágrýtin enn nakrantíð í síni roynd at oyðileggja okkara trúgv á Jehova Gud. (Les Seinna Korintbræv 10:3, 4.) Sum tað er gott, at vit hava Ester til fyrimynd! Latið okkum, eins og hon, vísa okkara trúgv við at vera vís og tolin, tá ið vit sannføra onnur, og við djørv og ósjálvsøkin at verja Guds fólk.

^ par. 26 Kongurin gav jødunum ein eyka dag til at fullføra sigurin á fíggindum sínum. (Est. 9:12-14) Enn í dag minnast jødar á hvørjum vári henda sigurin. Veitslan verður rópt purim, tí Haman kastaði pur, ella lut, tá ið hann vildi drepa jødarnar.