Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Er tað skeivt at vera samkyndur?

Er tað skeivt at vera samkyndur?

 „Eitt tað ringasta hjá mær, tá ið eg vaks upp, var, at eg hevði hug á dreingjum. Eg roknaði við, at eg fór at vaksa frá tí, men eg havi tað soleiðis enn.“ – David, 23.

 David er kristin, og hann vil gjarna gera tað, sum Gud sigur. Men kann hann tað, tá ið hann hevur samkyndar kenslur? Hvat heldur Gud um tað at vera samkyndur?

 Hvat sigur Bíblian?

 Upp ígjøgnum tíðina hava verið ymiskar meiningar um tað at vera samkyndur. Og fólk hava eisini ymiskar meiningar, alt eftir hvar tey búgva. Men tey, sum eru kristin, lata seg ikki stýra av tí, sum onnur halda. Bíblian sigur, at tey kristnu ikki skulu lata seg „reka higar og hagar av hvørjum lærdómsvindi“. (Efesusbrævið 4:14) Nei, tey lata Bíbliuna avgera, hvat tey halda um samkyndar gerðir, líkasum tey gera við øllum øðrum í lívinum.

 Tað er lætt at finna út av, hvat Gud heldur um tað. Bíblian sigur:

  •  „Tú mást ikki liggja hjá mannfólki, soleiðis sum ein liggur hjá kvinnu.“ – 3. Mósebók 18:22.

  •  „Gud [gav] tey upp til sínar girndir … til at vanvirða seg sjálv við at hava kynsliga samveru hvør við annan á andstyggiligan hátt. … Kvinnurnar skiftu tann natúrliga kynsliga umgangin um við tann, sum er ímóti náttúruni.“ – Rómbrævið 1:24, 26, Nýggi Sáttmálin.

  •  „Villist ikki! Tey, sum vitja skøkjur, tilbiðja skurðgudar, eru ótrúgv, liva í samkyndum levnað, tjóvar, ránsmenn, gírig, drykkjufólk og sleygivætti arva ikki Guds ríki.“ – 1. Korintbræv 6:9, 10, Nýggi Sáttmálin.

 Guds normar eru galdandi fyri øll menniskju, líkamikið um mann hevur hug á sínum egna kyni ella hinum kyninum. Av tí at vit øll eru ófullkomin, hava vit av og á hug til okkurt, sum Gudi ikki dámar, og tí mugu vit hava tamarhald á okkum sjálvum fyri at kunna gleða hann. – Kolossebrævið 3:5.

 Vil tað siga, at …?

 Vil tað siga, at Bíblian lærir, at mann skal hata tey, sum eru samkynd?

 Nei. Bíblian sigur, at mann ikki skal hata nakran sum helst, men at mann skal royna at halda ’frið við øll’ menniskju, óansæð hvønn lívsstíl tey hava. (Hebrearabrævið 12:14) Tí er tað skeivt at fara illa við teimum, sum eru samkynd.

 Vil tað siga, at kristin skulu mótmæla lógum, sum góðkenna samkynt hjúnaband?

 Gud ætlaði, at hjúnabandið bara skuldi vera millum ein mann og eina kvinnu. (Matteus 19:4-6) Tá myndugleikarnir gera lógir, eru tær grundaðar á politiskar meiningar og ikki á Bíbliuna. Og eftir Bíbliuni skulu kristin ikki blanda seg upp í politikk. (Jóhannes 18:36) Tí fara tey hvørki at stuðla ella mótmæla lógum um samkynt hjúnaband ella samkyndar gerðir.

 Men hvat nú viss …?

 Men hvat nú viss mann livir sum samkyndur? Ber tað so til at broyta lívsstíl?

 Ja. Tað gjørdu nøkur, sum livdu í fyrstu øld. Sum longu nevnt í greinini, sigur Bíblian, at tey, sum liva sum samkynd, ikki skulu arva Guds ríki, men beint aftaná stendur: „Soleiðis livdu summi av tykkum.“ – 1. Korintbræv 6:11, Nýggi Sáttmálin.

 Merkir tað, at tey, sum vóru hildin uppat at liva sum samkynd, ongantíð longdust eftir sínum gamla lívsstíli? Nei. Bíblian vísir, at talan er um eina prosess. Hon sigur: „Latið tykkum í hitt nýggja [menniskjað], sum verður endurnýggjað til kunnskap.“ (Kolossebrævið 3:10) Tað tekur altso tíð at broyta seg.

 Men hvat nú viss ein, sum gjarna vil fylgja normunum hjá Gudi, framvegis hevur samkyndar kenslur?

 Sum við øllum øðrum skeivum lystum, ber tað til at velja at lata vera við at hugsa um teir ella geva eftir fyri teimum. Hvussu tá? Bíblian sigur: „Livið í Andanum, so fullføra tit ikki girnd holdsins!“ – Galatiabrævið 5:16.

 Versið sigur altso ikki, at okkara girnd, ella tað sum vit hava hug til, fer at hvørva, men harafturímóti at tað ber til at standa ímóti tí. Tá ið vit lesa í Bíbliuni regluliga og biðja Gud um hjálp, fáa vit styrki til at klára tað.

 David, sum bleiv nevndur fyrst í greinini, kláraði at standa ímóti sínum lystum. Hann fortaldi foreldrunum um sínar kenslur. Hann sigur: „Tað var ein stórur lætti. Hevði eg bara tosað við tey fyrr, so hevði eg sikkurt havt tað nógv lættari sum tannáringur.“

 Vit hava tað altíð best, tá ið vit fylgja teimum normunum, sum Jehova hevur givið okkum. Tey, sum gera tað, eru sannførd um, at hansara boð eru góð, og at „tann, ið heldur tey, hevur stóra løn“. – Sálmur 19:9, 12.