Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hví fara á møti í ríkissalinum?

Hví fara á møti í ríkissalinum?

 Jehova vitni hava møti tvær ferðir um vikuna í hølum, sum tey rópa ríkissalir. Hvat gongur fyri seg har, og hvat kanst tú fáa burtur úr at fara á møti?

 Hvat gongur fyri seg í einum ríkissali?

 Í ríkissalinum verður undirvíst í Bíbliuni, og mann lærir, hvussu mann kann brúka hana í sínum lívi. Møtini kunnu hjálpa tær ...

  •   at læra meira um Gud

  •   at skilja týdningin av tí, sum hendir í heiminum

  •   at blíva eitt betri menniskja

  •   at fáa góðar vinir

 Visti tú? Møtisalurin hjá Jehova vitnum verður róptur ríkissalur, tí meginparturin av undirvísingini snýr seg um Guds ríki. – Matteus 6:9, 10; 24:14; Lukas 4:43.

 Hví fara á møti?

 Tað er sera læruríkt. Á møtunum hjá Jehova vitnum verður tosað um meginreglur í Bíbliuni, sum kunnu hjálpa tær at ’vinna tær vísdóm’. (Orðtøkini 4:5, Dahl/Viderø) Tað vil siga, at Bíblian kann hjálpa tær at taka góðar avgerðir. Hon kann eisini hjálpa tær at fáa svar upp á lívsins stóru spurningar, sum til dømis:

 Niðanfyri sært tú nøkur fá heiti á fyrilestrum, sum verða hildnir á okkara møtum í vikuskiftinum:

  •   Hví lurta eftir leiðbeining úr Bíbliuni?

  •   Hvar kanst tú leita tær hjálp í trongdartíðum?

  •   Hvat ger Guds ríki fyri okkum nú á døgum?

 „Ein drongur úr flokkinum hjá mær var einaferð við á møti. Hann sat saman við mær og foreldrunum og fylgdi við í okkara lesnaði. Aftaná segði hann, at honum dámdi sera væl viðmerkingarnar hjá fólki í teimum pørtunum á møtinum, sum eru eitt orðaskifti. Hann segði eisini, at har, sum hann gongur á møti, hava tey ikki lestrartilfar, sum vit hava.“ – Brenda.

 Visti tú? Tað kostar einki at koma á møti, og eingin pengainnsavning fer fram.

 Tað er gevandi at koma saman. Bíblian sigur, at ein orsøk til at koma saman er at „stuðla hvør øðrum“. (Hebrearabrævið 10:24, 25, Nýggi Sáttmálin) Av tí at flestøll í dag eru sjálvsøkin, er tað gott og gevandi at koma saman við fólkum, sum hugsa meira um Gud og onnur enn um seg sjálv.

 „Eftir ein strævnan dag eri eg viðhvørt kedd og móð, men vinirnir í ríkissalinum gera meg altíð í betri lag. Á veg heim frá møtinum føli eg, at eg eri klár til ein nýggjan dag.“ – Elisa.

 Visti tú? Jehova vitni hava meira enn 120.000 samkomur kring heimin og koma saman í meira enn 60.000 møtisalum. Av tí at talið á teimum, sum koma á møtini, veksur, verða umleið 1.500 nýggir ríkissalir bygdir hvørt ár. a

a Fyri at finna eitt møtistað kanst tú fara inn á „Møti hjá Jehova vitnum“ og trýsta á „Finn nærmasta møtistaðið“.