Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg læra at stýra mínum kenslum?

Hvussu kann eg læra at stýra mínum kenslum?

„Ein dagin havi eg tað ordiliga gott, og dagin eftir havi eg tað forferdiligt. Tað, sum eg ikki helt hevði nakað upp á seg í gjár, haldi eg knappliga vera ringt í dag.“ – Carissa.

Svinga tínar kenslur nógv upp og niður? a Um so er, kann henda greinin hjálpa tær.

 Hví hendir tað?

 Tað er vanligt at hava kensluligar upp- og niðurtúrar í pubertetinum. Men tað kemur kanska óvart á teg, hvussu óstøðugar tínar kenslur kunnu vera, sjálvt tá ið puberteturin er av.

 Ert tú frustreraður um tínar svingandi kenslur, mást tú minnast til, at hormonellar broytingar og tað at vera ósikkur eru ein vanligur partur av at blíva vaksin. Men tíbetur ber tað til hjá tær at skilja tínar kenslur og læra at stýra teimum.

 Sannroynd: Tað er umráðandi, at tú lærir at stýra tínum kenslum, meðan tú ert ungur, tí tú fært brúk fyri at duga tað á nógvum ymiskum økjum, tá ið tú verður vaksin.

Negativar kenslur eru sum hol í vegnum, men tú kanst læra teg at koyra rundan um tey ringastu holini og fáa ein góðan túr

 Trý ting tú kanst gera

 Tosa við onkran. Bíblian sigur: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ – Orðtøkini 17:17.

 „Vit hava eina góða vinkonu í familjuni, og hon er sum ein mostir fyri meg. Hon lurtar veruliga eftir mær, og eg føli, at eg kann siga alt við hana. Hon rósar mær, tá ið eg sigi og geri tað, sum er rætt, og tá ið eg fari skeiv, sigur hon tað við meg upp á ein penan máta.“ – Yolanda.

 Prei: Heldur enn bara at tosa við tínar javnaldrar, sum kanska uppliva teir somu kensluligu upp- og niðurtúrarnar sum tú, er tað gott at tosa við foreldrini ella onkran annan vaksnan, sum tú lítur á.

 Skriva tað niður. Í Bíbliuni lesa vit um neyðstadda Job, sum segði: „Eg skal geva gremju míni leysar teymar, tala í beisku sálarneyð míni.“ (Job 10:1) Umframt at tosa við onkran, kanst tú geva tínum kenslum „leysar teymar“ við at skriva tær niður.

 „Eg havi altíð ein lítlan blokk við mær. Tá ið eg verði kedd um okkurt, skrivi eg tað niður. Tað hjálpir mær ordiliga væl.“ – Iliana.

 Prei: Hav eina dagbók, har tú skrivar um tínar kenslur, um hví tú følir, sum tú gert, og hvat tú kanst gera.

 Bið til Gud. Bíblian sigur: „Kasta byrði tína á HARRAN! Hann skal halda tær uppi, Hann skal ikki í allar ævir lata hin rættvísa vikast.“ – Sálmur 55:23.

 „Tá ið eg eri kedd, biði eg til Jehova alla somlu tíðina. Tá ið eg havi sagt alt við hann, havi eg tað nógv betri.“ – Jasmine.

 Prei: Sjálvt um tú ert keddur, royn so at hugsa um trý ting í lívinum, sum tú ert takksamur fyri. Tað er sjálvandi í lagi at biðja Jehova um hjálp, men tú mást eisini minnast til at takka honum fyri alt tað góða, tú hevur.

a Henda greinin viðger kensluligu broytingarnar, sum eru vanligar hjá nógvum ungum fólkum. Hevur tú eina bipolara sjúku ella eitt annað slag av tunglyndi, kanst tú lesa greinina „Hvat kann eg gera, um eg havi tunglyndi?“