Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Er oralsex veruliga sex?

Er oralsex veruliga sex?

 Í eini kanning, sum smittuverjustovnurin í USA gjørdi, svaraði umleið helvtin av teimum ungu millum 15 og 19 ár, at tey høvdu havt oralsex. a Rithøvundurin Sharlene Azam, sum hevur skrivað bókina Oral Sex Is the New Goodnight Kiss, sigur: „Tá ið mann tosar við tannáringar [um oralsex], halda teir ikki, at tað hevur so nógv upp á seg. Teir halda faktiskt slett ikki, at tað er sex.“

 Hvat heldur tú?

 Svara ja ella nei til hesar spurningarnar:

  1.    Kann ein genta blíva upp á vegin, viss hon hevur havt oralsex?

    1.   Ja

    2.   Nei

  2.    Kann mann fáa nakrar sjúkur gjøgnum oralsex?

    1.   Ja

    2.   Nei

  3.    Er oralsex veruliga sex?

    1.   Ja

    2.   Nei

 Hvat er rætt?

 Samanber tíni svar við svarini, sum standa niðanfyri.

  1.    Kann ein genta blíva upp á vegin, viss hon hevur oralsex?

     Svar: Nei. Tí halda nógv, at tað er púra ófarligt at hava oralsex.

  2.    Kann mann fáa nakrar sjúkur gjøgnum oralsex?

     Svar: Ja. Mann kann fáa hepatitis A og B, kynsfinnur, gonorre, herpes, HIV og syfilis.

  3.    Er oralsex veruliga sex?

     Svar: Ja. Allar gerðir, sum hava við kynsgøgnini hjá einum øðrum persóni at gera, er sex. Tað fevnir um samlegu, analsex, oralsex og at stimulera kynsgøgnini hjá øðrum.

 Hví hevur tað týdning?

 Tað eru fleiri bíbliuørindi, sum mann kann hugsa um í sambandi við oralsex.

 Bíblian sigur: „Hetta er vilji Guds, … at tit halda tykkum frá siðloysi [ella seksuellum ómorali].“ – 1. Tessalonikabræv 4:3.

 Orðið „siðloysi“ er umsett frá einum orði, sum á upprunamálinum fevnir um alla intima samveru uttan fyri hjúnabandið, so sum samlegu, oralsex, analsex og tað at stimulera kynsgøgnini hjá einum øðrum persóni. Siðloysi, ella seksuellur ómoralur, kann fáa álvarsligar avleiðingar, og tað mest syrgiliga er, at mann skaðar sítt vinalag við Gud. – 1. Pætursbræv 3:12.

 Bíblian sigur: „Tann, ið drívur siðloysi, syndar móti sínum egna likami.“ – 1. Korintbræv 6:18.

 Oralsex kann vera skaðiligt bæði kropsliga og andaliga, og tað kann eisini geva sálarlig arr. Fólk, sum hava samlegu áðrenn tey eru gift, kunnu angra tað ella føla, at makin ikki ordiliga leggur í tey. Tað sama er galdandi fyri onnur sløg av sex. Allar seksuellar gerðir kunnu hava hesar avleiðingarnar.

 Bíblian sigur: „Eg eri HARRIN Gud tín, sum lærir teg at gera tað, ið er tær til gagn.“ – Esaias 48:17.

 Heldur tú, at Guds lógir um sex gagna tær? Ella følir tú, at tær taka frælsið frá tær? Ímynda tær ein veg við nógvari ferðslu. Har eru ferðsluljós, stoppskelti og skelti, sum vísa ferðmarkið. Heldur tú, at ferðsluljósini og skeltini taka frælsið frá tær ella verja teg? Hvat hevði hent, um tú og onnur í ferðsluni ignoreraðu tey?

Ferðslulógirnar avmarka títt frælsi, men tær verja teg. Soleiðis er tað eisini við Guds lógum, tær avmarka kanska títt frælsi, men tær verja teg eisini

 Nakað tað sama er galdandi við Guds normum. Viss tú ignorerar teir, noyðist tú at taka avleiðingarnar. (Galatiabrævið 6:7) „Oftari tú gert nakað, sum fer ímóti tínum normum, og sum tú følir er skeivt, minni verður títt sjálvsvirði,“ stendur í bókini Sex Smart. Viss tú harafturímóti fylgir Guds normum, vísir tú, at tú torir at standa fast við tað, sum tú heldur er rætt. Og tað besta av øllum er, at tú fært eina góða samvitsku. – 1. Pætursbræv 3:16.

a Orðið „oralsex“ vísir til allar seksuellar gerðir, sum fevna um at stimulera kynsgøgnini hjá einum øðrum persóni við tunguni ella munninum.