Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg tosa við foreldrini um reglurnar, tey hava sett?

Hvussu kann eg tosa við foreldrini um reglurnar, tey hava sett?

 „Tá ið eg var 15, helt eg, at reglurnar hjá foreldrunum vóru fínar, men nú eri eg 19 og haldi, at eg átti at fingið størri frælsi.“ – Sylvia.

 Hevur tú tað sum Sylvia? Um so er, kann henda greinin hjálpa tær at tosa við foreldrini um tað.

 Hvat skalt tú vita?

 Áðrenn tú tosar við foreldrini um reglurnar, tey hava sett, kanst tú hugsa um hetta:

  •  Eru ongar reglur, verður ruðuleiki. Ímynda tær ein veg við nógvari ferðslu. Hvat um eingi skelti, eingi ferðsluljós og ongar ferðavmarkingar vóru? Ferðslureglur tryggja, at skil er í, og tað sama er galdandi við reglum heima við hús.

  •  Reglur vísa, at foreldrini eru góð við teg. Um tey als ongar reglur seta, kundi tað virkað sum, at tey einki leggja í teg. Hvat hevði tær dámt at havt sovorðin foreldur?

 VISTI TÚ? Foreldur skulu eisini fylgja reglum! Um tú ivast í tí, kanst tú lesa 1. Mósebók 2:24; 5. Mósebók 6:6, 7; Efesusbrævið 6:4 og 1. Timoteusarbræv 5:8.

 Hvat um tú enn heldur, at reglurnar hjá foreldrunum eru órættvísar?

 Hvat kanst tú gera?

 Hugsa teg um, áðrenn tú tosar við foreldrini. Plagar tú vanliga at fylgja reglunum hjá teimum? Um ikki, so er kanska betri at bíða við at biðja tey geva tær størri frælsi. Les tá heldur greinina „Hvussu kann eg fáa foreldrini at hava álit á mær?

 Men um tú ert raskur at fylgja reglunum, kanst tú fyrireika teg, so tú veitst, hvat tú vilt siga við foreldrini. Um tú hugsar teg um áðrenn, kann tað hjálpa tær at finna út av, um tað, sum tú ætlar at biðja tey um, er rímiligt. Tað næsta, tú kanst gera, er at biðja foreldrini finna út av, nær tit kunnu tosa saman í friði og náðum. Tá ið tit so koma so langt, mást tú minnast til hetta:

 Vís virðing. Bíblian sigur: „Særandi orð vekur vreiði.“ (Orðtøkini 15:1) Tí mást tú minna teg sjálvan á, at um tú fert at skeldast við foreldrini ella ákæra tey fyri at vera órættvís, verður støðan bara verri.

 „Størri virðing eg vísi foreldrunum, størri virðing vísa tey mær. Tað er nógv lættari hjá okkum at blíva samd um nakað, tá ið vit vísa hvørjum øðrum virðing.“ – Bianca, 19.

 Lurta. Bíblian sigur, at vit skulu ’vera skjót at hoyra, sein at tala’. (Jákupsbrævið 1:19) Minst til, at tað ikki bara er tú, sum skalt siga nakað, men at foreldrini og tú skulu tosa saman.

 „So hvørt sum vit blíva eldri, halda vit kanska, at vit vita meira enn foreldrini, men einki kundi verið meira skeivt. Vit eiga at lurta eftir teimum.“ – Devan, 20.

 Set teg í støðuna hjá foreldrunum. Royn at skilja teirra sjónarmið. Fylg ráðnum í Bíbliuni um ikki bara at ’hava sítt egna fyri eyga, men eisini tað, sum øðrum hoyrir til’ – í hesum førinum tað hjá foreldrunum. – Filippibrævið 2:4.

Hvat av hesum heldur tú riggar best?

 „Fyrr helt eg, at foreldrini ikki royndu at seta seg í mína støðu, og at tey ikki stuðlaðu mær. Men nú skilji eg, at tey vóru í holt við at læra at vera góð foreldur, akkurát sum eg var í holt við at læra at blíva vaksin. Alt, sum tey gjørdu, gjørdu tey, tí tey vóru góð við meg.“ – Joshua, 21.

 Kom við uppskotum. Hugsa tær, at tú gjarna vilt við í onkra veitslu, og tað tekur ein tíma at koyra, men foreldrini vilja ikki lova tær at fara. Royn at finna út av, hvør orsøkin er. Er tað tí, at tað er langt at koyra, ella er tað sjálv veitslan?

  •   Um tað er tí, at tað er langt at koyra, høvdu tey so verið meira trygg, um tú kundi fylgst við onkrum øðrum, sum er meira vanur at koyra?

  •   Um tað er sjálv veitslan, sum er trupulleikin, hevði tað so kanska hjálpt at sagt teimum, hvør kemur, og hvør heldur eyga við tykkum?

 Minst til at vísa virðing, tá ið tú sigur nakað við foreldrini, og lurta væl eftir tí, sum tey hava at siga. Vís, at tú ’ærir faðir tín og móður tína’, bæði í tí, tú sigur, og í tí, tú gert. (Efesusbrævið 6:2, 3) Fer tað at fáa tey at broyta meining? Kanska. Kanska ikki. Men óansæð mást tú gera hetta:

 Góðtak avgerðina hjá foreldrunum. Hetta er eitt týðandi stig, sum ung ofta ikki geva sær far um. Fert tú at skeldast við foreldrini, tí tey ikki vilja lova tær okkurt, gert tú tað bara verri fyri teg sjálvan, næstu ferð tú vilt tosa við tey um at fáa størri frælsi. Men um tú villiga gert, sum tey siga, er tað meira sannlíkt, at tey eru lagalig viðvíkjandi reglunum, tey hava sett.