Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Hvussu kann eg læra at konsentrera meg?

Hvussu kann eg læra at konsentrera meg?

 Hví fái eg ikki konsentrerað meg?

 „Eg plagdi at lesa nógvar bøkur, men tað geri eg ikki longur. Og eg tími ikki eingongd at lesa eitt longri petti.“ – Elaine.

 „Eg spoli bara ígjøgnum ein film, viss eg haldi, at tað gongur for seint fyri seg.“ – Miranda.

 „Tá ið telefonin plingar, má eg bara hyggja, hvør hevur skrivað, sjálvt um eg geri okkurt vigtigt.“ –  Jane.

 Kann tøknin gera tað verri at konsentrera seg? Tað halda summi. „Meira vit brúka netið, meira venja vit heilan til ikki at konsentrera seg. Vit læra at svølgja upplýsingar skjótt, men uttan at hugsa nakað stórvegis um tað,“ skrivar rithøvundur og ráðgevi innan virkisleiðslu, Nicholas Carr. a

 Her eru tríggjar støður, har tøkni kann gera tað verri at konsentrera seg.

  •   Tá ið tú tosar við onkran. Ein ung genta, sum eitur Maria, sigur: „Sjálvt tá ið fólk standa og tosa saman, kunnu tey finna upp á at sms’a, spæla spøl og hyggja at sosialum miðlum á telefonini, og tí lurta tey ikki ordiliga eftir tí persóninum, tey tosa við.“

  •   Tá ið tú ert í skúlanum. „Flestallir næmingar siga, at teir brúka telefon ella líknandi í tímanum til at sms’a, leita á netinum ella hyggja at undirhaldi, sum einki hevur við undirvísingina at gera,“ stendur í bókini Digital Kids.

  •   Tá ið tú gert skúlating. „Tað ringasta hjá mær er at lata vera við at hyggja at telefonini, hvørja ferð hon brummar,“ sigur 22 ára gamli Chris. Skúlating, sum eiga at kunna gerast upp á ein tíma, kunnu taka tríggjar tímar ella meira at gera, um tú letur teg órógva av telefonini ella líknandi.

 Niðurstøðan: Tað er ikki lætt at konsentrera seg, um mann letur seg órógva av tøkni.

Tá ið mann ikki fær konsentrerað seg, er tað sum at sita á einum villum hesti – mann hevur einki tamarhald

 Hvat kann eg gera?

  •   Tá ið tú tosar við onkran. Bíblian sigur, at vit ikki bara skulu hugsa um okkum sjálv, men eisini um onnur. (Filippibrævið 2:4) Lurta væl eftir, tá ið onnur tosa, tí so vísir tú, at tú leggur í tey. Hygg at honum, tú tosar við, og lat teg ikki órógva av telefonini.

     „Tá ið tú tosar við onkran, mást tú royna at lata vera við at kekka telefonina. Vís virðing við at lurta væl eftir tí, sum hann ella hon sigur.“ – Thomas.

     PREI: Tá ið tú tosar við onnur, kundi tú kanska lagt telefonina eitt stað, har tú ikki sært hana. Granskarar siga, at bara tað, at ein telefon liggur í nærheitini, kann gera tað verri at konsentrera seg, tí tú veitst, at hon kann órógva teg nær sum helst.

  •   Tá ið tú ert í skúlanum. Bíblian sigur: „Gevið ... gætur eftir, hvussu tit hoyra.“ (Lukas 8:18, Dahl/Viderø) Við hesum í huga mást tú lata vera við at kekka sms, spæla spøl ella kjatta, tá ið tú eigur at konsentrera teg um at læra nakað, eisini sjálvt um skúlin loyvir internetatgongd í tímanum.

     „Fylg væl við í tímunum. Skriva notat. Set teg so frammarlaga í skúlastovuni sum møguligt, so einki órógvar teg.“ – Karen.

     PREI: Skriva notat á pappír heldur enn á eina teldu. Kanningar vísa, at so verður tú ikki so lætt órógvaður, og tað verður lættari at minnast tað, sum tú hevur lært.

  •   Tá ið tú gert skúlating. Bíblian sigur: „Keyp vísdóm, keyp vit.“ (Orðtøkini 4:5) At fáa sær vísdóm og vitan krevur meira enn bara at lesa okkurt tilfar leysliga ígjøgnum í sambandi við eina uppgávu.

     „Tá ið eg geri skúlating, seti eg teldilin á flogstøðu fyri at kunna konsentrera meg. Eg lati vera við at hyggja, um eg havi fingið nøkur boð. Um eg komi í tankar um okkurt, sum eg skal minnast, skrivi eg tað niður.“ – Chris.

     PREI: Vel eitt stað, har tú fært konsentrerað teg, og halt tað reint og ruddiligt.

a Úr bókini The Shallows – What the Internet Is Doing to Our Brains.