Far beinleiðis til innihaldið

UNG SPYRJA

Skal eg fara úr skúlanum?

Skal eg fara úr skúlanum?

 „Eg hati at ganga í skúla!“ Um tað er soleiðis, tú hevur tað, er tað kanska freistandi at fara úr skúlanum. Henda greinin vísir tær, hvat er betri at gera.

 Hví fara summi úr skúlanum?

 Tær mest vanligu grundirnar til, at summi fara úr skúlanum, eru sambært serfrøðingum hesar:

  •   Tey hava ringt við at læra. ’Eg blívi við at fáa ringar karakterir.’

  •   Tey hava mist áhugan. ’Eg havi ikki brúk fyri tí, sum eg læri í skúlanum.’

  •   Familjan hevur fíggjarligar trupulleikar. ’Eg noyðist at arbeiða fyri at hjálpa til.’

 Hugsa um avleiðingarnar

 Bíblian sigur: „Hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ (Orðtøkini 14:15) Hvat lærir tað okkum? Viss tú umhugsar at fara úr skúlanum, mást tú minnast til at hugsa gjølla um avleiðingarnar.

 Spyr teg sjálvan:

  •   ’Hvussu fer tað at ávirka mínar møguleikar fyri at fáa eitt gott starv í framtíðini?’

     „Hugsa um, at tú einaferð noyðist at finna eitt arbeiði og kanska enntá skalt forsyrgja einari familju. Men hvussu kanst tú tað, um teir flestu arbeiðsgevarar krevja, at tú hevur studentaskúlaprógv?“ – Julia.

  •   ’Fer tað at hjálpa mær at klára avbjóðingar í framtíðini?’

     „Skúlin fyrireikar teg til lívið. Fólkini, tú fert at møta, freistingarnar, tú kemur út fyri, og arbeiðið, tú fert at gera, minnir um tað, sum tú upplivir í skúlanum.“ – Daniel.

  •   ’Fari eg at duga tað, sum eg skal, sum vaksin?’

     „Tað, sum tú lærir í skúlanum, virkar kanska óneyðugt nú, men tá ið tú ert 23 og roynir at halda skil á pengum, fert tú at hugsa: ’Gott, at eg fylgdi við í støddfrøði.’“ – Anna.

 Nakað, sum er betri at gera

  •   Bið onkran hjálpa tær. Bíblian sigur: „Har sum nógvir ráðgevarar eru, gongst væl.“ (Orðtøkini 11:14) Um tú fært vánaligar karakterir, kanst tú biðja onkran geva tær góð ráð, til dømis foreldrini, ein lærara, ein skúlaráðgeva ella ein annan vaksnan.

     „Tosa við læraran, um tú heldur, at okkurt er ringt. Av og á hugsar tú kanska, at tað er lærarin, sum er trupulleikin, men tað hjálpir ofta bara at spyrja.“ – Edward.

  •   Hugsa um framtíðina. Bíblian sigur: „Betri er endin á eini sak enn byrjanin.“ (Prædikarin 7:8, Dahl/Viderø) Tá ið tú ert liðugur í skúlanum, hevur tú eisini lært nakað, sum ikki stóð á tímatalvuni.

     „Tað er ikki sikkurt, at tú skalt skriva stílar og lesa uppá til royndir, tá ið tú ert vaksin, men um tú klárar pressaðar støður í skúlanum, fer tað at hjálpa tær at klára líknandi støður seinni í lívinum.“ – Vera.

    At gevast í skúlanum er eitt sindur sum at fara úr einum báti, áðrenn hann leggur at. Tú fert kanska at angra tað

  •   Hugsa um, hvørjar møguleikar tú hevur. Bíblian sigur: ’Alt bræði [ella at vera bráður] leiðir bert til tap.’ (Orðtøkini 21:5) Ver ikki skjótur at hugsa, at tann einasti møguleikin er at gevast í skúlanum. Tú kundi umhugsað aðrar møguleikar, sum til dømis fjarundirvísing ella heimaundirvísing.

     „Í skúlanum lærir tú at vera arbeiðssamur, at loysa trupulleikar og at samstarva við onnur. Og tað er nakað, tú altíð kanst brúka. So tað loysir seg at gera skúlan lidnan.“ – Benjamin.

 Niðurstøðan: Um tú gert skúlan lidnan, lærir tú nógv, sum tú kanst brúka seinni í lívinum.