Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

5. PARTUR

Varðveitið eitt gott samband við tykkara skyldfólk

Varðveitið eitt gott samband við tykkara skyldfólk

’Latið tykkum í góðsku, eyðmjúkleika, spakføri og langmóð.’ — Kolossebrævið 3:12

Við hjúnabandinum verður ein nýggj familja til. Hóast tú altíð fert at elska og virða foreldur tíni, er hjúnafelagi tín nú tann persónurin á jørðini, sum hevur størstan týdning í tínum lívi. Hetta kann vera ringt hjá summum skyldfólkum at venja seg við. Men bíbilskar meginreglur kunnu hjálpa tykkum at finna eina javnvág, so tit kunnu varðveita eitt gott samband við tykkara skyldfólk, samstundis sum tit gera tykkara ítasta fyri at styrkja tykkara egnu nýggju familju.

1 VARÐVEITIÐ RØTTU ÁSKOÐANINA Á TYKKARA FORELDUR

BÍBLIAN SIGUR: „Ær faðir tín og móður tína.“ (Efesusbrævið 6:2) Uttan mun til hvussu gamal tú ert, mást tú altíð æra og virða tíni foreldur. Men minst til, at hjúnafelagi tín eisini má hugsa um síni foreldur. Kenn teg ikki hóttan av sambandinum, hann ella hon hevur við tey, tí „kærleikin ber ikki øvund“. — 1 Korintbræv 13:4; Galatiabrævið 5:26.

ROYN HETTA:

  • Nýt ikki orðingar sum „familjan hjá tær finst altíð at mær“, ella „mamma tín heldur ongantíð, at tað, eg geri, er nóg gott“

  • Royn at seta teg inn í støðuna hjá hjúnafelaganum

2 SETIÐ MØRK, TÁ IÐ TAÐ ER NEYÐUGT

BÍBLIAN SIGUR: ’Maðurin fer frá faðir og móður og heldur seg til konu sína, og tey bæði verða eitt hold.’ (1 Mósebók 2:24) Hóast tú ert blivin giftur, halda foreldur tíni kanska, at tey enn hava ábyrgd av tær, og tey hava kanska hug at blanda seg meira upp í tykkara hjúnaband, enn tey eiga.

Tú og hjúnafelagin mugu koma ásamt um, hvørji mørk tit vilja seta teimum, og síðani siga tað vinaliga við tey. Tit kunnu siga tað opið og ærliga uttan at vera ófólkalig. (Orðtøkini 15:1) Eyðmjúkleiki, mildleiki og tol kunnu hjálpa tykkum at fáa eitt gott samband við tykkara skyldfólk, so tit ’umbera hvørt annað í kærleika’. — Efesusbrævið 4:2.

ROYN HETTA:

  • Heldur tú, at skyldfólk blanda seg ov nógv upp í tykkara lív, kanst tú finna eina løtu at tosa við hjúnafelaga tín um tað í friði og náðum

  • Komið ásamt um, hvussu tit skulu loysa málið