Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

6. PARTUR

Hvussu pinkubørn broyta eitt hjúnaband

Hvussu pinkubørn broyta eitt hjúnaband

’Børn eru gáva Harrans.’ — Sálmur 127:3

Tað kann vera bæði spennandi og ræðandi hjá hjúnum at blíva foreldur. Eru tit júst blivin foreldur, kemur tað kanska óvart á tykkum, at meginparturin av tykkara tíð og orku fer til pinkubarnið. Kensluligar broytingar og manglandi svøvnur kunnu tyngja sambandið tykkara millum. Bæði tú og hjúnafelagin mugu laga tykkum eftir umstøðunum, so tit kunnu taka tykkum av barninum og eisini verja hjúnabandið. Hvussu kunnu ráðini í Bíbliuni hjálpa tykkum at klára hesar avbjóðingar?

1 SKILJIÐ, HVUSSU EITT PINKUBARN BROYTIR TYKKARA LÍV

BÍBLIAN SIGUR: ’Kærleikin er langmóðigur og mildur.’ Hon sigur eisini: ’Kærleikin søkir ikki sítt egna og goymir ikki agg.’ (1 Korintbræv 13:4, 5) Ert tú nýliga vorðin mamma, er tað natúrligt, at tú hugsar nógv um barnið hjá tær. Men maður tín fer kanska at føla, at tú gloymir hann, so minst til, at hann eisini hevur tørv á, at tú hugsar um hann. Við kærleika og tolni kanst tú vísa, at tú hevur brúk fyri honum og virðismetir hann, eisini tá ið tit taka tykkum av barninum.

„Tit menn! Livið vitiga saman við konum tykkara.“ (1 Pætur 3:7) Royn at skilja, at kona tín má brúka meginpartin av sínari orku upp á barnið. Hon hevur fingið eina nýggja ábyrgd og verður kanska strongd, útlúgvað ella enntá hugtung. Av og á kann hon eisini blíva ill við teg, men royn at vera róligur, tí „hin tolni er betri enn veldigur kappi“. (Orðtøkini 16:32) Ver skynsamur og stuðla henni. — Orðtøkini 14:29.

ROYNIÐ HETTA:

  • Til pápar: Hjálp konu tíni at ansa eftir pinkubarninum, eisini um náttina. Brúka minni tíð upp á annað, so tú kanst vera meira saman við konu tíni og barninum

  • Til mammur: Lat mann tín hjálpa tær við barninum, tá ið hann bjóðar sær til. Hav ikki at honum, um hann ikki ger alt rætt. Ver heldur blíð og vís honum, hvussu hann skal gera

2 STYRKIÐ TYKKARA HJÚNABAND

BÍBLIAN SIGUR: „Tey bæði verða eitt hold.“ (1 Mósebók 2:24) Sjálvt um tit hava fingið eitt lítið barn, mugu tit minnast, at tit sum hjún framvegis eru „eitt hold“. Gerið tykkara ítasta fyri at varðveita eitt gott hjúnaband.

Sum gift kona mást tú vera takksom fyri, at maður tín hjálpir og stuðlar tær. Tá ið tú setur orð á títt takksemi, kann tað vera honum „heilsubót“. (Orðtøkini 12:18) Sum giftur maður mást tú siga við konu tína, hvussu góður tú ert við hana, og at tú virðismetir hana. Rósa henni fyri, at hon tekur sær so væl av tykkara lítlu familju. — Orðtøkini 31:10, 28.

„Eingin søki sítt egna, men ein og hvør næstans.“ (1 Korintbræv 10:24) Gerið altíð tað, sum er best fyri hjúnafelagan. Sum hjún mugu tit geva tykkum stundir at tosa saman, rósa hvør øðrum og lurta eftir hvør øðrum. Verið ósjálvsøkin í tykkara kynsliga samlívi. Hugsið um tørvin hjá hinum. Bíblian sigur: „Haldið tykkum ikki hvørt frá øðrum uttan við samtykki frá báðum.“ (1 Korintbræv 7:3-5) Tosið opið og ærliga um hetta evnið saman. Tá ið tit eru tolin og royna at skilja hvør annan, styrkja tit tykkara hjúnaband.

ROYNIÐ HETTA:

  • Gloymið ikki at brúka tíð saman, bara tit bæði

  • Gerið okkurt smávegis, sum fær hin at føla seg elskaðan. Skrivið til dømis eina heilsan ella gevið eina lítla gávu

3 LÆRIÐ TYKKARA BARN

BÍBLIAN SIGUR: „Tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu.“ (2 Timoteus 3:15) Tosið um, hvussu tit skulu læra tykkara barn. Tað er heilt einastandandi, hvat tað kann læra, longu áðrenn tað er føtt. Meðan tað enn er í móðurlívinum, kennir barnið tykkara røddir aftur og verður ávirkað av kenslunum hjá mammuni. Tað er gott at lesa fyri tí, meðan tað enn er heilt lítið. Barnið skilir kanska ikki, hvat tit lesa, men lesa tit fyri tí, fær tað helst góðan hug at lesa, tá ið tað verður størri.

Tykkara barn er ongantíð ov lítið til at hoyra tykkum tosa um Jehova. Latið tað eisini hoyra tykkum biðja til hansara. (5 Mósebók 11:19) Sjálvt tá ið tit spæla við barnið, kunnu tit tosa um tað, Gud hevur skapt. (Sálmur 78:3, 4) So hvørt sum barnið verður eldri, fer tað at leggja til merkis, at tit elska Jehova, og tað lærir eisini sjálvt at elska hann.

ROYNIÐ HETTA:

  • Biðið um vísdóm til at læra tykkara barn

  • Endurtakið týðandi orð og tankar fyri barninum, so tað lærir tíðliga