Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

9. PARTUR

Tænið Jehova saman sum familja

Tænið Jehova saman sum familja

’Tilbiðið Hann, sum hevur gjørt himmalin og jørðina.’ — Opinberingin 14:7

Sum hetta heftið vísir, eru nógvar meginreglur í Bíbliuni, sum kunnu hjálpa tykkum sum familja. Jehova vil, at tit skulu vera lukkulig. Hann lovar, at um tit tæna honum av heilum huga, so ’skal alt verða givið tykkum umframt’. (Matteus 6:33) Hann vil so fegin, at tú skalt vera vinur hansara. Brúka hvørt høvi til at styrkja títt vinalag við Gud. Hetta vinalagið er størsti framíhjárætturin, eitt menniskja kann fáa. — Matteus 22:37, 38.

1 STYRK TÍTT SAMBAND VIÐ JEHOVA

BÍBLIAN SIGUR: „Eg skal vera tykkum Faðir, og tit skulu vera Mær synir og døtur,“ sigur Jehova. (2 Korintbræv 6:18) Gud vil, at tú skalt vera hansara góði vinur, og tað verður tú millum annað við at biðja til hansara. Jehova bjóðar tær at ’biðja uttan íhald’. (1 Tessalonikabræv 5:17) Hann er sera áhugaður í at vita, hvat tú hugsar um og stúrir fyri. (Filippibrævið 4:6) Tá ið tú biður saman við tínari familju, síggja tey, hvussu sterka trúgv tú hevur á Gud.

Umframt at tosa við Gud mást tú eisini lurta eftir honum. Tað kanst tú gera við at kanna Bíbliuna og bíbilskt tilfar. (Sálmur 1:1, 2) Hugsa um tað, tú lærir. (Sálmur 77:12, 13) At lurta eftir Gudi ber eisini í sær at koma regluliga á kristnu møtini. — Sálmur 122:1-4.

Tá ið tú skalt styrkja sambandið við Jehova, er tað eisini av stórum týdningi at tosa við onnur um hann. Meira tú gert tað, tættari kennir tú teg knýttan at honum. — Matteus 28:19, 20.

ROYN HETTA:

  • Gev tær stundir at lesa í Bíbliuni og biðja hvønn dag

  • Lat andaliga virksemið í familjuni koma fram um undirhald og tað at taka sær av løttum

2 GLEÐIST UM AT TÆNA GUDI SAMAN SUM FAMILJA

BÍBLIAN SIGUR: „Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara.“ (Jákup 4:8) Ger eina skrá fyri Teokratiska familjukvøldið a, og fylgið henni hvørja viku sum familja. (1 Mósebók 18:19) Men meira skal til. Gud má vera ein partur av tykkara dagliga lívi. Tú kanst hjálpa tínari familju at styrkja sambandið við Gud við at tosa um hann, „bæði táið tú situr heima við hús, og táið tú gongur á vegnum, bæði táið tú legst, og táið tú fert upp“. (5 Mósebók 6:6, 7) Set tær fyri at vera sum Josva, ið segði: ’Eg og hús mítt, vit skulu tæna Harranum.’ — Josva 24:15.

ROYN HETTA:

  • Hav eina regluliga og væl skipaða undirvísingarskrá, sum tekur støði í tørvinum hjá hvørjum einstøkum í familjuni

a Jehova vitni seta tíð av hvørja viku til familjulestur, har familjan tosar saman um andalig evni.