Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

8. PARTUR

Tá ið familjan er fyri sorgarleiki

Tá ið familjan er fyri sorgarleiki

’Tit gleðast, um tit so nú stutta tíð, tá ið so skal vera, hava sorg í alskyns royndum.’ — 1 Pætur 1:6

Hóast tit gera tykkara besta fyri at hava eitt gott hjúnalag og eina lukkuliga familju, kann okkurt óvæntað henda, sum ger tað ringt hjá tykkum at varðveita gleðina. (Prædikarin 9:11) Gud er góður við okkum og hjálpir okkum, tá ið vit eru í eini torførari støðu. Fylgja tit bíbilsku meginreglunum her á síðunum, hjálpir tað tykkum at klára støðuna, uttan mun til hvussu ring hon er.

1 LÍTIÐ Á JEHOVA

BÍBLIAN SIGUR: „Kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.“ (1 Pætur 5:7) Minnist altíð til, at Gud ikki kann lastast fyri tykkara trupulleikar. (Jákup 1:13) Koma tit nær til hansara, fáa tit bestu hjálpina, ið hugsast kann. (Esaias 41:10) Guds orð sigur: „Hellið út hjarta tykkara fyri Honum.“ — Sálmur 62:9.

Tað er eisini ein uggi at lesa og kanna Bíbliuna hvønn dag. Tá fáa tit at síggja, hvussu Jehova „troystar okkum í allari trongd okkara“. (2 Korintbræv 1:3, 4; Rómbrævið 15:4) Hann lovar at geva tykkum ’frið Guds, sum stígur upp um alt vit’. — Filippibrævið 4:6, 7, 13.

ROYNIÐ HETTA:

  • Biðið Jehova hjálpa tykkum at vera rólig og at hugsa klárt

  • Fáið eitt yvirlit yvir møguleikarnar, tit hava, og veljið tann besta av teimum

2 ANSA EFTIR TÆR OG FAMILJUNI

BÍBLIAN SIGUR: „Hjarta hins vitiga keypir kunnskap, og oyra hinna vísu leitar eftir kunnskapi.“ (Orðtøkini 18:15) Savna neyðugu upplýsingarnar um støðuna. Finn út av, hvønn tørv tey einstøku í familjuni hava. Tosa við tey og lurta eftir teimum. — Orðtøkini 20:5.

Hvat um tit missa ein kæran? Verið ikki bangin fyri at vísa tykkara kenslur. Minnist til, at sjálvt Jesus græt. (Jóhannes 11:35; Prædikarin 3:4) Tað er eisini týðandi at fáa nóg mikið av hvílu og svøvni. (Prædikarin 4:6) Tá verður tað lættari at klára eina torføra støðu.

ROYNIÐ HETTA:

  • Havið altíð eitt gott samskifti í familjuni. So verður tað lættari hjá tykkum at tosa opið saman, um tit verða fyri sorgarleiki

  • Tosið við onnur, sum hava verið í eini líknandi støðu

3 FÁIÐ NEYÐUGU HJÁLPINA

BÍBLIAN SIGUR: „Vinur elskar altíð, og bróðir verður føddur til hjálpar í neyð.“ (Orðtøkini 17:17) Vinfólk vilja fegin hjálpa tykkum, men tey vita kanska ikki, hvat tey skulu gera. Tí mugu tit ikki aftra tykkum við at siga teimum, hvat tykkum tørvar. (Orðtøkini 12:25) Leitið tykkum eisini andaliga hjálp hjá teimum, sum skilja Bíbliuna væl. Ráðini, tit fáa úr Bíbliuni, kunnu hjálpa tykkum. — Jákup 5:14.

Tit fáa ta neyðugu hjálpina, tá ið tit regluliga eru saman við fólki, sum hevur sterka trúgv á Gud og lítur á hansara lyfti. Tað kann eisini vera sera uggandi hjá tykkum at hjálpa øðrum, sum hava tørv á troyst. Tosið við tey um tykkara trúgv á Jehova og hansara lyfti. Roynið at gera okkurt fyri onnur, sum hava brúk fyri hjálp, og avbyrgið tykkum ikki frá teimum, sum elska tykkum og hava umsorgan fyri tykkum. — Orðtøkini 18:1; 1 Korintbræv 15:58.

ROYNIÐ HETTA:

  • Tosið við ein góðan vin og latið hann hjálpa tykkum

  • Sigið ærliga og ítøkiliga frá tykkara tørvi