Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Sleppa vit nakrantíð av við fíggjarligt órættvísi?

Sleppa vit nakrantíð av við fíggjarligt órættvísi?

 Í nógvum londum fara fólk út á gøturnar at mótmæla, tí tey halda, at fíggjarligu viðurskiftini í landinum eru órættvís. Og støðan bleiv bara verri undir COVID-19 farsóttini, tí afturlatingar, matvørutrot og avmarkað atgongd til læknaviðgerð gjørdi gjónna millum rík og fátæk sjónligari.

 Sleppa vit nakrantíð av við fíggjarligt órættvísi? Ja. Bíblian fortelur, hvussu Gud fer at loysa trupulleikarnar.

Hvussu fer Gud at loysa fíggjarligar trupulleikar?

 Trupulleiki: Menniskju hava ikki verið før fyri at tryggja, at øll fáa tað, sum tey hava brúk fyri.

 Loysn: Gud fer at seta sína egnu stjórn, ella sítt ríki, í staðin fyri allar núverandi stjórnir. Tað er ein stjórn í himli, sum fer at ráða yvir allari jørðini. – Dániel 2:44; Matteus 6:10.

 Úrslit: Henda heimsstjórnin fer at syrgja fyri, at øll verða rættvíst viðfarin. Eingin verður fátækur longur, og eingin fer at stúra fyri, um tey klára at fáa mat á borðið. (Sálmur 9:8-10, 19) Nei, øll fara at gleðast um sítt arbeiði og fáa eitt gott og gevandi lív saman við familjuni. Bíblian lovar: „Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra; ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað.“ – Esaias 65:21, 22.

 Trupulleiki: Øll kunnu koma í eina neyðstøðu.

 Loysn: Guds ríki fer at beina fyri orsøkini til ótta og ótryggleika.

 Úrslit: Gud fer at syrgja fyri, at fólk altíð hava tað, sum tey hava brúk fyri. Til dømis fara kríggj, matvørutrot og farsóttir at hoyra fortíðini til. (Sálmur 46:10; 72:16; Esaias 33:24) Gud sigur: „Tá skal fólk Mítt búgva í friðarheimi, á tryggum bústøðum, á sorgfríum hvílustøðum.“ – Esaias 32:18.

 Trupulleiki: Fólk, sum eru sjálvsøkin og gromm, útnytta ofta onnur.

 Loysn: Borgarar í Guds ríki fara at læra at elska onnur meira enn seg sjálvan. – Matteus 22:37-39.

 Úrslit: Tá ið Guds ríki ræður, fara øll at taka eftir Gudi og vísa ósjálvsøknan kærleika. (1. Korintbræv 13:4, 5) Bíblian sigur: „Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum; tí jørðin skal vera full av kunnskapi um HARRAN, eins og vatnið fjalir havsbotnin.“ – Esaias 11:9.

 Bíblian vísir, at vit liva á síðstu døgum, altso beint áðrenn henda heimsskipanin fær ein enda, og at Gud skjótt fer at beina fyri øllum fíggjarligum trupulleikum. a (Sálmur 12:6) Inntil tá kunnu meginreglurnar í Bíbliuni hjálpa tær at takkla fíggjarligar trupulleikar. Nøkur dømi eru at finna í greinunum „Hvussu kann mann klára seg fyri minni?“ og „Et fornuftigt syn på penge“.

a Tú fært meira at vita um, hví mann kann líta á tað, sum Bíblian sigur, viss tú lesur greinina „Bibelen – en kilde fyldt med sandhed“.