Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat fer Guds ríki at gera?

Hvat fer Guds ríki at gera?

Jesus lærdi lærisveinarnar at biðja um, at Guds ríki skuldi koma. Hann visti, at alt tað ræðuliga, sum hendir á jørðini í dag, ikki var tað, sum Gud ætlaði, og at tað bara er Guds ríki, sum kann gera alt gott aftur. Men hvat fer Guds ríki at gera?

HVAT HEVUR GUDS RÍKI LONGU GJØRT?

Í undanfarnu greinini hoyrdu vit um teknið, sum Jesus gav. Teknið vísir, at Guds ríki er stovnað í himli, og at Jesus er kongur í tí ríkinum.

Bíblian sigur, at tá ið Jesus bleiv kongur, blakaði hann Satan og teir illu andarnar út úr himli. Nú kunnu teir bara gera um seg her á jørðini, og tað er ein av grundunum til alt tað ræðuliga, sum er hent síðan 1914. – Opinberingin 12:7, 9.

Hóast viðurskiftini á jørðini bara versna, hevur Jesus sum kongur í Guds ríki gjørt nógv fyri at hjálpa fólki um allan heimin. Tað stóra undirvísingararbeiðið, sum Jesus segði skuldi fara fram, hevur gjørt, at nógv hava lært at brúka meginreglurnar í Bíbliuni í gerandisdegnum. (Esaias 2:2-4) Fólk í milliónatali hava fingið eitt betri familjulív og funnið út av, at arbeiði og pengar ikki eru alt. Tað, sum tey hava lært, hjálpir teimum at fáa eitt gott lív longu nú, og tað formar tey, so tey verða sovorðin menniskju, sum Gud vil hava í sínum ríki.

HVAT ER TAÐ NÆSTA, GUDS RÍKI FER AT GERA?

Sjálvt um Jesus longu er kongur í himli, eru tað framvegis menniskju, sum ráða her á jørðini. Men Gud segði einaferð við Jesus, at hann skuldi ’ráða mitt ímillum sínar fíggindar’. (Sálmur 110:2) Um stutta tíð fer Jesus at beina fyri øllum fíggindum og bjarga teimum, sum vilja gera tað, sum Gud sigur.

Hvat fer Guds ríki at gera tá?

  • Tað fer at beina fyri følskum átrúnaði. Átrúnaðir, sum hava logið um Gud og gjørt lívið strævið hjá menniskjum, vera burtur. Bíblian samanber falskan átrúnað við eina skøkju. Og tá ið falskur átrúnaður verður fyribeindur, kemur tað púra óvart á nógv fólk. – Opinberingin 17:15, 16.

  • Tað fer at gera enda á mannastjórnum. Guds ríki fer at beina fyri øllum stjórnum á jørðini. – Opinberingin 19:15, 17, 18.

  • Tað fer at beina fyri óndum menniskjum. Hvussu fer tað at ganga við teimum, sum blíva við at gera tað, sum er ónt, og ikki vilja akta Gud? Bíblian sigur: „Hini gudleysu skulu verða beind av landinum.“ – Orðtøkini 2:22.

  • Tað fer at beina fyri Satani og illu andunum. Satan og teir illu andarnir sleppa ikki longur at „villleiða tjóðirnar“. – Opinberingin 20:3, 10.

Hvønn týdning fer alt hetta at fáa fyri tey, sum stuðla Guds ríki?

HVAT FER GUDS RÍKI AT GERA FYRI MANNAÆTTINA?

Sum kongur í Guds ríki fer Jesus at gera nógv meira fyri menniskjuni, enn nakar stjórnari á jørðini kann gera. Hann fer at stjórna saman við 144.000 øðrum, sum Gud hevur valt út millum menniskjuni. (Opinberingin 14:1, 3; 20:6) Hann fer at syrgja fyri, at Guds vilji fer at henda her á jørðini. Hvat fer Guds ríki at gera fyri tey, sum búgva á jørðini?

  • Tað fer at beina fyri sjúku og deyða. „Eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ Og „deyðin skal ikki vera longur“. – Esaias 33:24; Opinberingin 21:4.

  • Tað fer at syrgja fyri friði og tryggleika. „Børn tíni skulu njóta miklan frið,“ og „tey skulu sita, hvørt undir víntræi sínum og fikutræi sínum, og eingin skal ræða tey“. – Esaias 54:13; Mika 4:4.

  • Tað fer at syrgja fyri, at øll fáa eitt gott og gevandi arbeiði. „Hini útvaldu Míni skulu … njóta ávøkst handaverka sína. Tey skulu ikki møða seg til einkis.“ – Esaias 65:22, 23.

  • Tað fer at loysa allar umhvørvistrupulleikar. „Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.“ – Esaias 35:1.

  • Tað fer at læra fólk, hvat tey skulu gera fyri at fáa ævigt lív. „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ – Jóhannes 17:3.

Gud vil, at tú skalt sleppa at uppliva alt hetta. (Esaias 48:18) Tann næsta greinin kemur inn upp á, hvat tú kanst gera nú, fyri at henda fantastiska framtíðin kann blíva veruleiki hjá tær.