Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvør er kongur í Guds ríki?

Hvør er kongur í Guds ríki?

Gud syrgdi fyri, at fleiri bíbliuskrivarar skrivaðu neyvar upplýsingar niður, sum hjálpa okkum at finna út av, hvør skuldi vera kongur í Guds ríki. Her eru nøkur dømi:

  • Hann var valdur av Gudi. „Eg havi … sett kong Mín … Eg [skal] geva Tær heidningarnar í arv, og jørðina, so víð sum hon er, at eiga.“ – Sálmur 2:6, 8.

  • Hann var eftirkomari hjá Dávidi kongi. „Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum … Stórt verður harradømið, endaleysur friðurin, yvir hásæti Dávids og yvir ríki hansara!“ – Esaias 9:6, 7.

  • Hann bleiv føddur í Betlehem. „Tú Betlehem, … úr tær skal ein ganga Mær út, sum skal vera høvdingi … Hann [skal] vera stórur líka at endum jarðarinnar.“ – Mika 5:1, 3.

  • Hann bleiv vrakaður av menniskjum og dripin. „Hann var … vanvirdur, vit roknaðu Hann fyri einki. … Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara.“ – Esaias 53:3, 5.

  • Hann bleiv reistur upp til lív í himli. ’Hann varð hvørki latin eftir í deyðaríkinum, ei heldur sá hold Hansara rot. Hann er nú settur høgt við høgru hond Guds.’ – Ápostlasøgan 2:31, 33.

Jesus Kristus er tann besti kongurin.

Tað er bara ein persónur, sum hevur livað upp til alt tað, sum Bíblian sigur um tann besta stjórnaran, og tað er Jesus Kristus. Ein eingil segði faktiskt við Mariu, mammu Jesus: „Gud Harrin skal geva Honum hásæti Dávids, faðirs Hansara, … og ikki skal vera endi á kongadømi Hansara.“ – Lukas 1:31-33.

Jesus bleiv ongantíð kongur, meðan hann var á jørðini. Nei, sum kongur í Guds ríki skal hann ráða yvir menniskjunum úr himli. Hví er hann tann besti kongurin? Legg merki til, hvat Jesus gjørdi, tá ið hann var á jørðini.

  • Jesus hevði umsorgan fyri øðrum. Hann hjálpti bæði ungum og gomlum, monnum og kvinnum, líkamikið hvar tey vóru frá, ella hvørja støðu tey høvdu í samfelagnum. (Matteus 9:36; Markus 10:16) Einaferð kom ein spitalskur maður til hansara og segði: „Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan!“ Tá tók Jesus hjartaliga synd í honum og grøddi hann. – Markus 1:40-42.

  • Jesus lærdi okkum, hvussu vit kunnu gleða Gud. Hann segði: „Tit kunnu ikki tæna Gudi og mammon [ella ríkidømi].“ Hann segði eisini, at vit mugu vera líka góð við onnur menniskju, sum vit vilja, at tey skulu vera við okkum. Hesi orðini eru eisini kend sum gylta reglan. Haraftrat segði hann, at Gud ikki bara leggur merki til, hvat vit gera, men eisini hvat vit hugsa og føla. So fyri at gleða Gud mugu vit hava tamarhald á okkara tonkum og kenslum. (Matteus 5:28; 6:24; 7:12) Jesus forkláraði, at viss vit vilja hava eitt gott lív, mugu vit finna út av, hvat Gud vil hava okkum at gera og so gera tað. – Lukas 11:28.

  • Jesus lærdi okkum, hvat tað vil siga at vísa kærleika. Tað, sum Jesus segði og gjørdi, nam hjørtuni hjá teimum, sum lurtaðu eftir honum. „Fólkið [var] ovfarið av læru Hansara; tí Hann lærdi tey sum ein, ið vald hevði.“ (Matteus 7:28, 29) Hann lærdi tey at ’elska sínar fíggindar’. Og sjálvur bað hann enntá fyri nøkrum av teimum, sum ætlaðu at drepa hann. Hann segði: „Faðir, fyrigev teimum – teir vita ikki, hvat teir gera!“ – Matteus 5:44; Lukas 23:34.

Jesus er ein kerligur og góður leiðari, og hann er tann, sum er best førur fyri at ráða yvir jørðini. Men nær byrjar hann at ráða?