Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Nær fer Guds ríki at ráða yvir jørðini?

Nær fer Guds ríki at ráða yvir jørðini?

Nakrir lærisveinar spurdu einaferð Jesus um, nær Guds ríki skuldi byrja at ráða. Jesus svaraði, at tað ikki var neyðugt hjá teimum at vita, akkurát nær Guds ríki fór at ráða yvir jørðini. (Ápostlasøgan 1:6, 7) Men hann hevði fyrr fortalt teimum, at tá ið ávísar hendingar fóru fram samstundis, skuldi tað vera tekin um, at Guds ríki var nær, og at tað skjótt fór at ráða yvir jørðini. – Lukas 21:31.

HVAT SEGÐI JESUS SKULDI HENDA?

Jesus segði: „Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki. Stórir jarðskjálvtar skulu vera bæði her og har, og hungur og pestur.“ (Lukas 21:10, 11) Hesar hendingarnar forma eitt mynstur líkasum linjurnar í einum fingramerki. Og akkurát sum eitt fingramerki eyðmerkir ein persón, vísa hesar hendingarnar, tá ið tær fara fram samstundis, at Guds ríki er nær. Eru allar hesar hendingarnar farnar fram í øllum heiminum samstundis? Hugsa um nøkur fakta.

1. KRÍGGJ

Í 1914 brast eitt kríggj á, sum var meira umfatandi enn nakað annað kríggj, sum hevði verið áðrenn tað. Søgufrøðingar tosa ofta um árið 1914 sum eitt ár, ið broytti mannasøguna, tí tá byrjaði fyrri heimsbardagi. Tað var fyrstu ferð, mann brúkti so stórar nøgdir av deyðiligum vápnum, sum til dømis stríðsvognar, flogbumbur, maskinbyrsur og eiturgass. Aftan á tað kom seinni heimsbardagi, tá ið kjarnorkuvápn blivu brúkt. Síðani 1914 hava kríggj gjørt um seg í øllum heiminum, og tey hava kravt milliónir av mannalívum.

2. JARÐSKJÁLVTAR

Hvørt ár eru umleið 100 jarðskjálvtar, sum eru so ógvisligir, at teir gera „stóran skaða“, stendur í Britannica Academic. Og í eini fráboðan frá amerikanska jarðfrøðistovninum stendur: „Sambært langtíðarhagtølum (síðan umleið ár 1900) kunnu vit vænta umleið 16 stórar jarðskjálvtar í miðal hvørt ár.“ Nøkur halda ikki, at tað eru fleiri jarðskjálvtar nú enn fyrr, tey halda bara, at vit menniskju duga betur at máta teir í dag. Men fakta er, at stórir jarðskjálvtar krevja fleiri mannalív og gera størri skaða enn nakrantíð áður.

3. MATVØRUTROT

Matvørutrot er nógvastaðni í heiminum orsakað av kríggi, korruptión, búskaparligum skrædli, miseydnaðari matvøruframleiðslu og vánaligari tilbúgving í sambandi við ógvisligt veður. Í ársfráboðanini fyri 2018 frá matvørufelagsskapinum hjá ST stendur: „Um allan heimin ganga 821 milliónir menniskju svong, og hjá 124 milliónum er støðan akutt.“ 3,1 millión børn doyggja hvørt ár vegna føðslutrot. Í 2011 var føðslutrot orsøk til umleið 45 prosent av øllum deyðsføllum millum børn um allan heimin.

4. SJÚKUR OG FARSÓTTIR

Í eini grein frá WHO stendur: „Í 21. øld hava longu verið fleiri stórar farsóttir. Sjúkur, sum vóru vanligar fyrr í tíðini, sum til dømis kolera, pestur og gulur fepur, eru komnar aftur, og nýggjar eru lagdar aftrat, so sum SARS, krímfarsóttir, MERS, ebola og zika.“ Og COVID-19 er tann seinasta í røðini. Sjálvt um læknar og granskarar vita nógv meira um sjúkur í dag, eru teir ikki førir fyri at beina fyri teimum.

5. EITT HEIMSUMFATANDI BOÐANARARBEIÐI

Jesus nevndi eisini nakað annað, sum skuldi vera ein partur av tekninum. Hann segði: „Hetta evangelium ríkisins skal verða prædikað um alt jarðarríki, øllum fólkasløgum til vitnisburð; og tá skal endin koma.“ (Matteus 24:14) Samstundis við at tað eru so nógvir trupulleikar í heiminum, fer eitt stórt boðanararbeiði fram. Meira enn 8 milliónir menniskju úr øllum heiminum boða tey góðu tíðindini um Guds ríki í 240 londum og á meira enn 1.000 málum. Tað er ongantíð hent fyrr.

HVØNN TÝDNING HEVUR TEKNIÐ FYRI OKKUM?

Allir partarnir av tekninum, sum Jesus gav, eru at síggja í dag. Hví er tað áhugavert? Tí Jesus segði: „Táið tit síggja hetta henda, [skulu tit] vita, at ríki Guds er nær.“ – Lukas 21:31.

Skjótt fer Guds ríki at syrgja fyri, at hansara vilji hendir á jørðini

Teknið, sum Jesus gav, og tíðarrokningin í Bíbliuni hjálpa okkum at skilja, at Gud stovnaði sítt ríki í himli í 1914. a Tá setti hann son sín, Jesus Kristus, sum kong. (Sálmur 2:2, 4, 6-9) Skjótt fer Guds ríki at ráða yvir allari jørðini, beina fyri øllum øðrum stjórnum og gera jørðina til eitt paradís, har menniskju kunnu liva um ævir.

Heilt skjótt fer tað, sum Jesus lærdi okkum at biðja um í faðirvár, at ganga út: „Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ (Matteus 6:10) Men hvat hevur Guds ríki gjørt, síðan tað fór at ráða í 1914? Og hvat kunnu vit gleða okkum til, tá ið hetta ríkið fer at ráða yvir jørðini?

a Fleiri upplýsingar um árið 1914 eru at finna í parti 32 í bókini Eitt gott lív nú og í allar ævir, sum Jehova vitni hava givið út.