Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

PARTUR 02

Bíblian lovar okkum eina góða framtíð

Bíblian lovar okkum eina góða framtíð

Fólk um allan heimin hava trupulleikar, sum gera tey kedd og stúrin. Hevur tú nakrantíð havt tað soleiðis? Kanska hevur tú tað ikki so lætt, tí tú ert sjúkur ella hevur mist ein kæran. Tú hugsar møguliga: Fer lívið nakrantíð at blíva betri? Faktiskt svarar Bíblian tí spurninginum.

1. Hvørja vón gevur Bíblian okkum?

Bíblian fortelur okkum, hví tað eru so nógvir trupulleikar í heiminum. Men hon fortelur eisini, at Gud skjótt fer at loysa teir og gera alt gott aftur. Tað, sum Bíblian lovar, kann geva okkum „framtíð og vón“. (Les Jeremias 29:11, 12.) Henda vónin kann hjálpa okkum at klára okkara trupulleikar. Hon kann eisini hjálpa okkum at vera meira positiv og at fáa eitt gott lív bæði nú og í allar ævir.

2. Hvat sigur Bíblian um framtíðina?

Bíblian lovar okkum, at „deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur“. (Les Opinberingina 21:4.) Alt, sum ger lívið trupult í dag, til dømis fátækradømi, órættvísi, sjúka og deyði, fer ikki at vera til longur. Bíblian lovar faktiskt, at vit kunnu fáa ævigt lív í einum paradísi á jørðini.

3. Kanst tú líta á tað, sum Bíblian lovar okkum?

Hóast nógv hopa, at viðurskiftini í heiminum verða betri, eru tey ikki vís í, at tað verður so. Men tað, sum Bíblian lovar, fer heilt sikkurt at henda. Og vit kunnu fáa størri álit á tað, sum hon sigur, um vit ’rannsaka skriftirnar’. (Ápostlasøgan 17:11) Tá ið tú kannar Bíbliuna, finnur tú út av, um tú kanst trúgva tí, sum hon sigur um framtíðina.

LÆR MEIRA

Í hesum brotinum fara vit at kanna nakað av tí, sum Bíblian sigur um framtíðina. Og vit fáa eisini at vita, hvussu vónin, hon gevur, hevur hjálpt nógvum.

4. Bíblian lovar okkum ævigt lív, har alt er gott

Niðanfyri sært tú nøkur av lyftunum, sum standa í Bíbliuni. Hvørji av teimum dámar tær serliga væl? Og hví?

Les bíbliuørindini, sum hoyra til lyftini, og hugsa um hesar spurningarnar:

  • Hvussu dámar tær hesi lyftini? Kennir tú onkran, sum eisini hevði dámt tey?

Ímynda tær ein heim

HAR EINGIN ...

HAR ØLL ...

  • hevur sorg og pínu, er merktur av elli ella doyr. – Esaias 25:8.

  • sleppa at síggja síni kæru aftur, tá ið tey verða reist upp til lív á jørðini. – Jóhannes 5:28, 29.

  • hava góða heilsu og eru full av orku. – Job 33:25.

  • hevur negativar tankar ella keðilig minnir. – Esaias 65:17.

5. Tað, sum Bíblian lovar, hevur hjálpt nógvum

Nógv verða frustrerað og kanska beinleiðis ill, tá ið tey síggja alt tað keðiliga, sum hendir í heiminum. Og nøkur stríðast virkuliga fyri at gera heimin til eitt betri stað. Hvussu hava lyftini í Bíbliuni um eina góða framtíð hjálpt nøkrum longu nú? Hygg at VIDEONUM, og tosa um spurningarnar.

  • Hvat helt Rafika vera órættvíst?

  • Hvussu hjálpti Bíblian henni, sjálvt um støðan ikki broyttist?

Tað, sum Bíblian lovar um framtíðina, kann hjálpa okkum at vinna á mótloysi og at takkla trupulleikar upp á ein góðan máta. Les Orðtøkini 17:22 og Rómbrævið 12:12, og tosa um hesar spurningarnar:

  • Heldur tú, at tað, sum Bíblian sigur um framtíðina, kann geva tær eitt betri lív longu nú? Og hví heldur tú tað?

NØKUR SIGA: „Tað, sum Bíblian sigur um framtíðina, er for gott til at vera satt.“

  • Hví er tað umráðandi, at tú sjálvur kannar málið?

HVAT HEVUR TÚ LÆRT?

Bíblian lovar okkum eina góða framtíð. Tað gevur okkum vón og eitt betri lív longu nú.

Greið frá

  • Hví hava vit brúk fyri einari vón?

  • Hvat sigur Bíblian um framtíðina?

  • Hvussu kann vónin um eina góða framtíð hjálpa tær longu nú?

Mál

HYGG AT HESUM

Vónin kann hjálpa okkum, tá ið vit hava trupulleikar.

„Hvønn týdning hevur tað at hava eina vón?“ (Vaknið! 22. apríl 2004)

Tann góða framtíðarvónin, sum Bíblian lovar okkum, kann hjálpa teimum, sum hava eina kroniska sjúku.

„Kann Bíblian hjálpa mær, um eg havi eina varandi sjúku?“ (netgrein)

Hygg at hesum videolagnum og ímynda tær, at tú og familjan eru í paradísinum, sum Bíblian lovar okkum.

Eg síggi eitt nýtt lív (3:37)

Jukka var umhvørvisaktivistur, men lívið hjá honum broyttist, tá ið hann lærdi, hvat Bíblian sigur um framtíðina.

„Eg føli ikki longur, at eg skal broyta heimin“ (Vakttornið 1. juli 2013)