Far beinleiðis til innihaldið

Er Maria móðir Guds?

Er Maria móðir Guds?

Bíblian svarar

 Nei, Bíblian lærir ikki, at Maria er móðir Guds, og hon sigur heldur ikki, at kristin skulu tilbiðja ella heiðra Mariu. a Hav í huga:

  •   Maria segði seg ongantíð vera móður Guds. Bíblian sigur, at hon føddi ’son Guds’, ikki Gud sjálvan. – Markus 1:1; Lukas 1:32.

  •   Jesus segði ongantíð, at Maria var móðir Guds, ella at hon hevði uppiborið serligan heiður. Tá ið ein kvinna gav leiklutinum hjá Mariu serligan ans við at siga, at hon mátti vera lukkulig sum móðir Jesusar, rættleiddi Jesus hana og segði, at tað eru „tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað“, sum eru lukkulig. – Lukas 11:27, 28.

  •   Orðini „móðir Guds“ og „Theotokos“ (hon, ið føðir Gud) standa ongastaðni í Bíbliuni.

  •   Orðið „himmaldrotning“ í Bíbliuni vísir ikki til Mariu, men til eina gudinnu, sum fráfalnir ísraelsmenn dyrkaðu. (Jeremias 44:15-19) „Himmaldrotningin“ kann hava verið Isjtar (Astarta), ein bábylonsk gudinna.

  •   Tey fyrstu kristnu tilbóðu ikki Mariu, og tey góvu henni heldur ikki serligan heiður. Ein søgufrøðingur sigur, at tey fyrstu kristnu „ikki høvdu góðtikið nakra persónsdyrkan og høvdu helst verið bangin fyri, at óhóskandi áhugi fyri Mariu kundi vakt illgruna um gudinnudyrkan“. – In Quest of the Jewish Mary.

  •   Bíblian sigur, at Gud altíð hevur verið til. (Sálmur 90:1, 2; Esaias 40:28) Tá ið hann onga byrjan hevur, kann hann heldur ikki hava nakra móðir. Hartil kemur, at Maria ikki kann hava borið Gud í lívmóður síni, tí Bíblian ger greitt, at enn ikki himlarnir kunnu rúma honum. – 1. Kongabók 8:27.

Maria er móðir Jesusar, ikki móðir Guds

 Maria var jødi, og hon var av somu ætt sum Dávid kongur. (Lukas 3:23-31) Gud fekk serligan tokka til hennara, tí hon hevði trúgv og gudsótta. (Lukas 1:28) Hann valdi hana at verða móður Jesusar. (Lukas 1:31, 35) Saman við manni sínum, Jósefi, fekk Maria onnur børn. – Markus 6:3.

 Bíblian vísir, at Maria gjørdist lærisveinur hjá Jesusi, men annars fáa vit ikki nógv at vita um hana. – Ápostlasøgan 1:14.

a Fleiri trúarbólkar læra, at Maria er móðir Guds. Tey nevna hana ’himmaldrotningina’ ella Theotokos, eitt grikskt orð, sum merkir, „hon, ið føðir Gud“.