Far beinleiðis til innihaldið

Var Jesus giftur, og hevði hann systkin?

Var Jesus giftur, og hevði hann systkin?

Bíblian svarar

 Bíblian vísir greitt, at Jesus ikki var giftur, sjálvt um hon ikki nevnir nakað ítøkiligt um tað. a Hugsa um hetta:

  1.   Bíblian nevnir ofta familjuna hjá Jesusi. Hon nevnir eisini nakrar kvinnur, sum fylgdu honum í hansara tænastu, og sum sóu, at hann bleiv dripin. Men hon sigur ongastaðni, at hann var giftur. (Matteus 12:46, 47; Markus 3:31, 32; 15:40; Lukas 8:2, 3, 19, 20; Jóhannes 19:25) Tann mest sannlíka orsøkin til, at Bíblian einki sigur um hetta, er, at Jesus ongantíð bleiv giftur.

  2.   Tá ið Jesus tosaði við lærisveinarnar um tey, sum valdu ikki at gifta seg fyri at kunna gera meira í tænastuni fyri Gudi, segði hann: „Lat tann, sum megnar tað [at vera ógiftur], gera tað.“ (Matteus 19:10-12, New World Translation) Hann er ein fyrimynd fyri tey, sum velja ikki at gifta seg, tí tey vilja tæna Gudi í enn størri mun. – Jóhannes 13:15; 1. Korintbræv 7:32-38.

  3.   Beint áðrenn Jesus doyði, syrgdi hann fyri, at onkur skuldi taka sær av mammu hansara. (Jóhannes 19:25-27) Um Jesus hevði verið giftur ella átti børn, hevði hann syrgt fyri, at onkur eisini tók sær av teimum.

  4.   Bíblian nevnir Jesus sum eina fyrimynd fyri giftar menn, men hon sigur einki um, hvussu hann fór við eini bókstavligari konu. Hon sigur í staðin: „Tit menn! Elskið konur tykkara, eins og Kristus elskaði samkomuna og gav Seg sjálvan fyri hana.“ (Efesusbrævið 5:25) Um Jesus var giftur, meðan hann var á jørðini, hevði hansara fullkomna fyrimynd sum giftur maður so ikki verið brúkt í hesum ørindinum?

Hevði Jesus nøkur systkin?

 Ja, Jesus hevði í minsta lagi seks systkin – beiggjarnar Jákup, Jóses, Símun og Judas og í hvussu so er tvær systrar. (Matteus 13:54-56; Markus 6:3) Hesi systkini vóru biologisk børn hjá mammu Jesus, Mariu, og manni hennara, Jósefi. (Matteus 1:25) Í Bíbliuni verður Jesus nevndur ’hin frumborni’ sonurin hjá Mariu, og tað vísir, at hon fekk fleiri børn. – Lukas 2:7.

Misskiljingar um beiggjarnar hjá Jesusi

 Av tí at nøkur vilja vera við, at Maria varð verandi jomfrú alt lívið, hava tey roynt at forklárað orðið „beiggjar“ upp á ymiskar mátar. Til dømis halda summi, at beiggjarnir hjá Jesusi í veruleikanum vóru synir, ið Jósef hevði fingið við einari konu, sum hann fyrr hevði verið giftur við. Men Bíblian vísir, at Jesus arvaði løgfrøðiliga rættin til kongadømið, sum Gud hevði lovað Dávidi. (2. Sámuelsbók 7:12, 13; Lukas 1:32) Um Jósef átti synir, sum vóru eldri enn Jesus, hevði tann elsti av hesum verið løgfrøðiligi arvingurin hjá Jósefi.

 Kundi orðið víst til Jesu lærisveinar, ella andaligu brøður? Um so var, hevði tað ikki samsvarað við tað, sum stendur í Bíbliuni, tí hon sigur einastaðni, at „brøður Hansara trúðu [ikki] á Hann“. (Jóhannes 7:5) Bíblian skilur ímillum beiggjarnar hjá Jesusi og lærisveinarnar hjá honum. – Jóhannes 2:12.

 Onnur vilja vera við, at beiggjarnir hjá Jesusi í veruleikanum vóru systkinabørn hjá honum. Men tær Griksku skriftirnar brúka ymisk orð fyri ’brøður’, ’frændur’ og ’systkinabørn’. (Lukas 21:16; Kolossebrævið 4:10) Nógvir bíbliugranskarar viðurkenna, at beiggjarnir og systrarnar hjá Jesusi veruliga vóru hansara systkin. Til dømis sigur The Expositor’s Bible Commentary soleiðis: „Tann mest natúrligi mátin at skilja orðið ’brøður’ ... er, at tað vísir til synirnar hjá Mariu og Jósefi og harvið brøður Jesusar í móðurætt.“ b

a Í Bíbliuni verður Jesus lýstur sum ein brúðgómur, men samanhangið vísir, at henda lýsingin skal skiljast ímyndarliga. – Jóhannes 3:28, 29; 2. Korintbræv 11:2.

b Sí eisini The Gospel According to St. Mark, onnur útgáva, eftir Vincent Taylor, síðu 249, og A Marginal JewRethinking the Historical Jesus, eftir John P. Meier, bind 1, síðurnar 331-332.