Far beinleiðis til innihaldið

Er Gud ein tríeind?

Er Gud ein tríeind?

Bíblian svarar

 Nógvir kristnir trúarbólkar læra, at Gud er ein tríeind. Men legg til merkis, hvat Encyclopædia Britannica sigur: „Hvørki orðið tríeind ella sjálv læran er at finna í Nýggja testamenti ... Tríeindarlæran mentist gjøgnum øldir, og nógv stríð var um hana.“

 Í roynd og veru verður Gud ongastaðni í Bíbliuni lýstur sum ein partur av eini tríeind. Legg til merkis, hvat Bíblian sigur:

 „HARRIN Gud okkara, HARRIN er ein.“ – 5. Mósebók 6:4.

 „Lat teir sanna, at eingin uttan Tú eitur HARRIN, hin hægsti yvir allari jørðini!“ – Sálmur 83:19.

 „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ – Jóhannes 17:3.

 „Gud er ein.“ – Galatiabrævið 3:20.

 Hví siga teir flestu kristnu trúarbólkarnir, at Gud er ein tríeind?