Far beinleiðis til innihaldið

Er frásøgan í Bíbliuni um Jesu lív álítandi?

Er frásøgan í Bíbliuni um Jesu lív álítandi?

Bíblian svarar

 Bíbliuskrivarin Lukas segði í sambandi við sína frásøgu um Jesu lív, at hann gjølla hevði „rannsakað alt av fyrstu tíð“. – Lukas 1:3.

 Summi halda upp á, at frásøgurnar um Jesu lív, sum eru at finna í evangeliunum hjá Matteusi, Markusi, Lukasi og Jóhannesi, vórðu broyttar onkuntíð í fjórðu øld.

 Men fyrst í 20. øld varð eitt virðismikið brot av Jóhannesarevangeliinum funnið í Egyptalandi. Brotið verður kallað Papyrus Rylands 457 (P52) og verður varðveitt á John Rylands Library í Manchester í Onglandi. Tað inniheldur tekstin, sum í nútímans bíblium stendur í Jóhannes 18:31-33, 37, 38.

 Hetta er elsta brotið av einum handriti í Kristnu griksku skriftunum, sum menn vita um. Nógvir granskarar halda, at tað varð skrivað umleið ár 125 e.o.t., einans eina fjórðingsøld ella so, eftir at upprunaligi teksturin varð skrivaður. Teksturin í brotinum er næstan akkurát tann sami sum í seinni handritum.