Far beinleiðis til innihaldið

Nær vórðu frásøgurnar um Jesus skrivaðar?

Nær vórðu frásøgurnar um Jesus skrivaðar?

Bíblian svarar

 Jóhannes ápostul segði um tað, sum hann hevði skrivað um lív Jesusar: „Tann, ið hevur sæð tað, hevur vitnað tað, og vitnisburður hansara er sannur; hann veit, at hann sigur satt, fyri at eisini tit skulu trúgva.“ – Jóhannes 19:35.

 Ein orsøk til, at vit kunnu líta á evangeliini eftir Matteus, Markus, Lukas og Jóhannes, er, at tey blivu skrivað, meðan nógv av teimum, sum høvdu sæð hendingarnar, ið verða lýstar í teimum, enn vóru á lívi. Sambært nøkrum keldum varð evangeliið eftir Matteus longu skrivað átta ár eftir deyða Kristusar, tað vil siga umleið ár 41. Nógvir granskarar halda, at tað var seinni, men sum heild eru fólk samd um, at allar bøkurnar í teimum Kristnu griksku skriftunum vórðu skrivaðar í fyrstu øld.

 Fólk, sum sóu Jesus, meðan hann var á jørðini, og sum vóru vitni til deyða og uppreisn hansara, kundu vátta frásøgurnar í evangeliunum. Tey høvdu eisini lættliga kunna avdúkað, um okkurt ikki var rætt. F.F. Bruce, professari, sigur: „Eitt, sum gjørdi boðanina hjá ápostlunum so eftirfarandi, var, at teir uttan at himprast vístu til tað, sum áhoyrararnir vistu. Teir søgdu ikki bara: ’Vit eru vitni um hetta’, men eisini: ’So sum tit sjálvir vita’ (Ápostlasøgan 2:22).“