Far beinleiðis til innihaldið

Er tað nokk bara at trúgva á Jesus fyri at blíva frelstur?

Er tað nokk bara at trúgva á Jesus fyri at blíva frelstur?

Bíblian svarar

 Tey, sum eru kristin, trúgva, at Jesus doyði fyri syndirnar hjá øllum menniskjum. (1. Pætursbræv 3:18) Men at blíva frelstur krevur meira enn bara at trúgva á Jesus. Teir illu andarnir vita, at Jesus er „Sonur Guds“, men teir verða ikki frelstir. Teir verða tvørturímóti fyribeindir. – Lukas 4:41; Judasarbrævið 6.

 Hvat skal eg gera fyri at blíva frelstur?

  •   Tú mást trúgva, at Jesus ofraði sítt lív fyri okkara syndir. (Ápostlasøgan 16:30, 31; 1. Jóhannesarbræv 2:2) Tað merkir millum annað, at tú mást trúgva, at Jesus var ein veruligur persónur, og at alt, sum Bíblian sigur um hann, er rætt.

  •   Finn út av, hvat Bíblian lærir. (2. Timoteusarbræv 3:15) Bíblian sigur, at Paulus ápostul og Silas søgdu við ein fangavørð: „Trúgv á Harran Jesus Kristus, so skalt tú verða frelstur.“ Og eftir tað fóru teir at læra hann „orð Harrans“. (Ápostlasøgan 16:31, 32) Hetta bendir á, at tað var neyðugt hjá fangavørðinum at hava eina grundleggjandi fatan av Guds orði fyri veruliga at kunna trúgva á Jesus. Hann mátti vita nágreiniliga, hvat Skriftin segði. – 1. Timoteusarbræv 2:3, 4.

  •   Tú mást angra. (Ápostlasøgan 3:19) Tú mást eisini angra tað skeiva, sum tú fyrr hevur gjørt og hugsað. Tá ið tú heldur uppat at gera sovorðið, sum særir Gud, og fert at „gera verk, ið hóska saman við umvending“, síggja onnur týðiliga, at tú angrar. – Ápostlasøgan 26:20.

  •   Tú mást lata teg doypa. (Matteus 28:19) Jesus segði, at tey, sum vildu vera hansara lærisveinar, skuldu lata seg doypa. Fangavørðurin, sum vit hoyrdu um fyrr í greinini, bleiv doyptur. (Ápostlasøgan 16:33) Og tá ið Pætur ápostul lærdi eina stóra mannamúgvu um Jesus, ’vórðu tey, sum tóku við orði hansara, doypt’. – Ápostlasøgan 2:40, 41.

  •   Tú mást gera, sum Jesus segði. (Hebrearabrævið 5:9) Tey, sum „halda alt“, ið Jesus gav boð um, vísa í sínum lívi, at tey eru hansara lærisveinar. (Matteus 28:20) Tey verða „gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar“. – Jákupsbrævið 1:22.

  •   Halt út til endan. (Markus 13:13) Lærisveinarnir hjá Jesusi noyðast at halda út fyri at verða frelstir. (Hebrearabrævið 10:36) Paulus ápostul fylgdi til dømis øllum, sum Jesus hevði givið boð um, og hann var trúfastur móti Gudi, líka frá hann bleiv kristin, til hann doyði. – 1. Korintbræv 9:27.

 Kann eg blíva frelstur við at siga „syndajáttanina“?

 Í summum átrúnaðum biðja fólk ávísar bønir, eitt nú „syndajáttanina“ og „frelsubønina“. Vanliga viðurkenna tey, sum biðja hesar bønirnar, at tey eru syndafull og játta sína trúgv á, at Jesus doyði fyri teirra syndir. Tey biðja eisini Jesus koma inn í sítt hjarta ella lív. Men Bíblian hvørki nevnir ella viðmælir at biðja eina formliga bøn, sum til dømis „syndajáttanina“.

 Nøkur halda, at teirra æviga frelsa er tryggjað, um tey siga „syndajáttanina“. Men eingin verður frelstur, bara tí hann biður eina bøn. Vit eru ófullkomin og blíva við at gera mistøk. (1. Jóhannesarbræv 1:8) Tí lærdi Jesus sínar lærisveinar, at teir regluliga skuldu biðja um fyrigeving fyri syndir. (Lukas 11:2, 4) Nøkur kristin mistu kortini vónina um at blíva frelst, tí tey hildu uppat at tæna Gudi. – Hebrearabrævið 6:4-6; 2. Pætursbræv 2:20, 21.

 Hvaðani stavar „syndajáttanin“?

 Søgufrøðingar eru ikki á einum máli um, hvaðani „syndajáttanin“ stavar. Nøkur vilja vera við, at siðvenjan tók seg upp í sambandi við trúbótina. Onnur halda, at fólk fóru at siga „syndajáttanina“, tá ið nýggir átrúnaðir komu fram í 18. og 19. øld. Men hvussu var og ikki, fær siðvenjan ikki undirtøku í Bíbliuni, nei, hon er í veruleikanum í stríð við tað, sum Bíblian lærir.