Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ert tú koronamóður?

Ert tú koronamóður?

 Heldur tú, at lívið er strævið, nú meðan COVID-19 farsóttin herjar? Um so er, ert tú ikki tann einasti. Fólk í øllum heiminum hava leingi verið noydd at laga sítt lív eftir farsóttini. Nógv „hava gjørt eina rúgvu fyri at steðga spjaðingini av COVID-19,“ sigur dr. Hans Kluge, evropeiski stjórin í WHO. „Undir slíkum umstøðum kann mann lætt blíva líkasælur og einki tíma, og tað er tekin um møði.“

 Viss tú ert koronamóður, mást tú ikki missa mótið. Bíblian hevur hjálpt nógvum í hesi strævnu tíðini, og hon kann eisini hjálpa tær.

 Hvat er koronamøði?

 Koronamøði er ikki ein sjúka. Orðingin verður brúkt til at lýsa, hvussu nógv hava tað, nú farsóttin hevur broytt lívið hjá teimum og gjørt tey ótrygg. Tað er sjálvandi ymiskt, hvussu ein sovorðin støða kann ávirka fólk, men her eru nøkur vanlig tekin um koronamøði:

  •   Mann tímir so at siga einki

  •   Mann etur og svevur ikki sum vanligt

  •   Mann verður lætt irriteraður

  •   Tað, sum fyrr var lætt at gera, er knappliga stressandi

  •   Mann hevur ringt við at konsentrera seg

  •   Alt kennist vónleyst

 Hví skulu vit taka koronamøði í álvara?

 Koronamøði kann vera vandamikil bæði fyri okkum sjálvi og onnur. Ansa vit ikki eftir, kunnu vit so við og við missa hugin at fylgja almennu tilmælunum. Við tíðini verða vit kanska eitt sindur líkaglað, sjálvt um virusið enn ger um seg, og fólk doyggja av tí. Vit halda kanska, at tað er troyttandi við øllum avmarkingunum og byrja at slaka, men viss vit gera tað, kann tað fáa álvarsligar avleiðingar fyri okkum sjálvi og onnur.

 Nú meðan henda farsóttin herjar, taka nógv undir við tí, sum stendur í hesum bíbliuørindinum: „Missir tú mótið, táið neyð kemur á, so hevur tú lítla megi.“ (Orðtøkini 24:10) Í Bíbliuni eru meginreglur, sum kunnu hjálpa okkum at klára strævnar tíðir, sum til dømis hesa farsóttina.

 Hvørjar bíbilskar meginreglur kunnu hjálpa tær at vinna á koronamøði?

  •   Halt fysiska frástøðu, men ikki sosiala frástøðu

     Bíblian sigur: „Vinur ... verður føddur til hjálpar í neyð.“ – Orðtøkini 17:17.

     Hví hevur tað týdning? Tað er ikki gott fyri heilsuna at vera avbyrgdur í longri tíð. (Orðtøkini 18:1, New World Translation) Men góðir vinir hjálpa hvørjum øðrum og styrkja hvønn annan. – 1. Tessalonikabræv 5:11.

     Royn hetta: Hav samband við tíni vinfólk gjøgnum videoprát, telefon, teldupost og sms. Tá ið tú hevur ein ringan dag, er tað eyka vigtigt. Minst eisini til at spyrja, hvussu tey hava tað. Tosið um, hvat hjálpir tykkum at klára hesa tíðina. Ger okkurt gott fyri ein vin, tí tað er gott fyri báðar partar.

  •   Fá tað besta burtur úr støðuni

     Bíblian sigur: „[Brúka] tíðina við skili.“ – Efesusbrævið 5:16, New World Translation.

     Hví hevur tað týdning? Viss tú brúkar tíðina við skili, kann tað hjálpa tær at vera positivur og at lata vera við at stúra for nógv. – Lukas 12:25.

     Royn hetta: Hugsa ikki so nógv um tað, sum tú ikki kanst gera í løtuni, royn heldur at hugsa um tað, sum tú kanst gera. Hevur tú kanska okkurt ítriv ella okkurt, sum tú hevur ætlað tær at gjørt leingi, og sum tú nú hevur tíð til? Kundi tú verið meira saman við familjuni?

  •   Hav eina rutinu

     Bíblian sigur: „Skil veri á øllum!“ – 1. Korintbræv 14:40, Dahl/Viderø.

     Hví hevur tað týdning? Nógv hava tað betri og eru glaðari, tá ið tey hava eina rutinu.

     Royn hetta: Ger eitt skema, sum passar til tína núverandi støðu. Set tíð av til skúlating, arbeiði, tað húsliga og tað andaliga. Set eisini tíð av til at røra teg, at vera saman við familjuni og at vera úti í náttúruni. Hygg at skemanum av og á fyri at vita, um tú skalt gera nakrar broytingar.

  •   Laga teg eftir árstíðini

     Bíblian sigur: „Hin klóki sær vanlukkuna og leitar sær skjól.“ – Orðtøkini 22:3.

     Hví hevur tað týdning? Tað er gott fyri teg bæði kropsliga og sálarliga at fáa fríska luft og dagsljós. Men árstíðirnar kunnu gera, at tað ikki altíð er so lætt.

     Royn hetta: Um veturin kanst tú royna at fáa so nógv dagsljós sum møguligt inn í stovuna ella har, sum tú situr og arbeiðir. Hugsa um okkurt, tú kanst gera úti, sjálvt um tað er kalt. Kanska kanst tú skaffa tær heitari klæðir, so tú kanst vera meira uttandura.

     Fólk eru meira úti um summarið, so ansa eftir. Hugsa um ikki at fara, har sum nógv fólk samlast.

  •   Halt fram at fylgja tilmælunum

     Bíblian sigur: „Dárin loypur framav og heldur seg vera tryggan.“ – Orðtøkini 14:16.

     Hví hevur tað týdning? Fólk doyggja av COVID-19, og vit kunnu blíva smittað, um vit slaka.

     Royn hetta: Fylg við, hvørji tilmælini eru í løtuni, og hugsa um, um tú ert nóg varin. Hugsa um, at tað, sum tú gert, eisini ávirkar tína familju og onnur.

  •   Hugsa meira um tað andaliga

     Bíblian sigur: „Haldið tykkum nær til Gud, so skal Hann halda Seg nær til tykkara! “ – Jákupsbrævið 4:8.

     Hví hevur tað týdning? Gud kann altíð hjálpa tær. – Esaias 41:13.

     Royn hetta: Les eitt sindur í Bíbliuni hvønn dag. Henda bíbliulesiætlanin kann hjálpa tær at koma í gongd.

 Um tú hevur hug, kanst tú seta teg í samband við Jehova vitni fyri at fáa at vita, hvussu tú kanst vera við á møtunum hjá teimum, nú meðan farsóttin er. Nógvastaðni í heiminum hava tey møti, stevnur og høgtíð til minni um deyða Jesusar á netinum.

 Bíbliuørindi, sum kunnu hjálpa tær at klára koronamøði

 Esaias 30:15, New World Translation: „Tit fáa styrki við at halda tykkum rólig og hava álit.“

 Týdningur: Tá ið vit líta á ráðini frá Gudi, hjálpir tað okkum at vera rólig í truplum tíðum.

 Orðtøkini 15:15: „Glatt hjarta hevur gestaboð samt og javnt.“

 Týdningur: Tá ið vit fokusera upp á tað góða, hjálpir tað okkum at vera glað, sjálvt í truplum tíðum.

 Orðtøkini 14:15: „Hin fávitskuti [ella naivi] trýr hvørjum orði, men hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“

 Týdningur: Fylg tilmælunum, og ver ikki skjótur at hugsa, at tey eru óneyðug.

 Esaias 33:24: „Eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“

 Týdningur: Gud lovar at beina fyri øllum sjúkum.