Far beinleiðis til innihaldið

Samsvara vísindi við Bíbliuna?

Samsvara vísindi við Bíbliuna?

Bíblian svarar

 Ja. Hóast Bíblian ikki er nøkur vísindalig lærubók, er tað, sum hon sigur um vísindalig evni, altíð rætt. Her eru nøkur dømi um vísindaligar sannroyndir í Bíbliuni, sum vísa, at vísindi og Bíblian samsvara. Tú fert at síggja, at tað, sum hon sigur, er nógv øðrvísi enn tað, sum fólk trúðu, tá ið hon bleiv skrivað.

  •   Alheimurin hevur eina byrjan. (1. Mósebók 1:1) Nógvar mytur siga harafturímóti, at alheimurin ikki var skaptur, men kom úr onkrum kaos, sum longu var til. Fólk í Bábylon trúðu, at teir gudarnir, sum føddu alheimin, komu úr tveimum høvum. Aðrar mytur siga, at alheimurin kom úr einum risastórum eggi.

  •   Alheimurin er stýrdur av náttúrulógum, ikki av nøkrum lúnutum gudum. (Job 38:33; Jeremias 33:25) Men mytur úr øllum heiminum siga, at menniskju standa púra hjálparleys yvir fyri sovorðnum gudum, sum til tíðir kunnu vera miskunnarleysir.

  •   Jørðin sveimar í rúmdini. (Job 26:7) Nógv fólk í forðum hildu, at jørðin var ein fløt skiva, sum bleiv hildin uppi av einum risa ella einum djóri, eitt nú einum bisonoksa ella eini skjaldbøku.

  •   Vatnið í áum og keldum kemur frá vatni, sum er dampað upp úr havinum og øðrum støðum, og sum síðani fellur niður aftur á jørðina sum regn, kavi ella heglingur. (Job 36:27, 28; Prædikarin 1:7; Esaias 55:10; Amos 9:6) Í fornøldini trúðu grikkar, at vatnið í áunum kom úr høvum undir jørðini, og tað hildu fólk heilt fram til 18. øld.

  •   Fjøllini, vit síggja í dag, vóru einaferð undir sjógvi. (Sálmur 104:6, 8) Men fleiri mytur siga, at gudarnir skaptu fjøllini, soleiðis sum tey síggja út nú.

  •   Reinføri verjir heilsuna. Lógin, sum tjóðin Ísrael fekk, segði millum annað, at tey skuldu vaska sær, eftir at tey høvdu nortið við eitt lík, at tey skuldu avbyrgjast, um tey høvdu eina smittandi sjúku, og at tey skuldu beina fyri mannaskarni upp á ein tryggan máta. (3. Mósebók 11:28; 13:1-5; 5. Mósebók 23:13) Egyptar, sum livdu tá, gjørdu beint øvut av hesum. Teir viðgjørdu til dømis opin sár við eini salvu, sum innihelt mannaskarn.

Sigur Bíblian nakað, sum er vísindaliga skeivt?

 Tá ið mann kannar Bíbliuna við opnum sinni, er svarið nei. Her eru nakrar vanligar misskiljingar um Bíbliuna:

 Myta: Bíblian sigur, at alheimurin varð skaptur upp á seks 24-tíma dagar.

 Fakta: Sambært Bíbliuni skapti Gud alheimin í eini fjarari fortíð. (1. Mósebók 1:1) Haraftrat vóru skapanardagarnir, sum verða lýstir í 1. kapitli í Bíbliuni, ikki vanligir dagar, men ymisk tíðarskeið, sum vit ikki kenna longdina á. Í 1. Mósebók 2:4 verður alt tíðarskeiðið, tá ið jørðin og himmalin blivu skapt, rópt ein „dagur“.

 Myta: Bíblian sigur, at planturnar vórðu skaptar áðrenn sólina, men tað er sólin, sum ger fotosyntesuna møguliga. – 1. Mósebók 1:11, 16.

 Fakta: Bíblian vísir, at sólin, sum er ein av stjørnunum á ’himli’, bleiv skapt áðrenn planturnar. (1. Mósebók 1:1) Kámt ljós frá sólini bar við yvirflatuna á jørðini tann ’fyrsta dagin’, ella tað fyrsta tíðarskeiðið, í skapanini. Tá ið atmosferan klárnaði ’triðja dagin’, var ljósið nóg bjart til at seta gongd í fotosyntesuna. (1. Mósebók 1:3-5, 12, 13) Tað var ikki fyrr enn seinni, at sólin bleiv heilt sjónlig frá jørðini. – 1. Mósebók 1:16.

 Myta: Bíblian sigur, at sólin melur um jørðina.

 Fakta: Prædikarin 1:5 sigur: „Sólin kemur upp, og sólin fer niður, og hon skundar sær aftur til staðið, har hon kemur upp.“ Men hetta ørindið lýsir bara, hvussu sólin tykist at flyta seg sæð frá jørðini. Í dag siga fólk eisini, at „sólin rísur“ og at „sólin setur“, hóast tey vita, at jørðin melur um sólina.

 Myta: Bíblian sigur, at jørðin er fløt.

 Fakta: Bíblian brúkar orðingina ’endi jarðarinnar’ og vísir tá til tey mest fjarskotnu økini á jørðini, men tað merkir ikki, at jørðin er fløt ella hevur ein kant. (Ápostlasøgan 1:8) Orðingin ’hini fýra horn jarðarinnar’, sum stendur í Bíbliuni, vísir eisini til alla jørðina. Og í dag brúka vit orðingina „úr øllum heraðshornum“ á líknandi hátt. – Esaias 11:12; Lukas 13:29.

 Myta: Bíblian sigur, at ummálið á einum sirkli er akkurát tríggjar ferðir størri enn tvørmátið, men rætta virðið er pi (π), ella umleið 3,1416.

 Fakta: Í 1. Kongabók 7:23 og 2. Krønikubók 4:2 lesa vit um „hitt stoypta havið“, sum var eitt stórt koparkar, og vit fáa eisini mátini at vita. Ørindini siga, at tvørmátið var 10 alin, og at eitt „30 alin langt band rakk rundan um tað“. Hesi mátini vórðu kanska bara rundað til tey nærmastu heilu tølini. Tað er eisini møguligt, at ummálið og tvørmátið vístu til ávikavist tað innara og uttara mátið á karinum.