Far beinleiðis til innihaldið

Nær byrjaði Gud at skapa alheimin?

Nær byrjaði Gud at skapa alheimin?

Bíblian svarar

 Bíblian sigur ikki, nær Gud byrjaði at skapa alheimin, ella hvussu langa tíð tað tók. Hon sigur bara: „Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.“ (1. Mósebók 1:1) Bíblian sigur ikki, nær „upphavið“ var. Men raðfylgjan av hendingum í Fyrstu Mósebók vísir, at tað var áðrenn tey seks tíðarskeiðini, sum verða rópt „dagar“, ella skapanardagar.

 Vóru teir seks skapanardagarnir bókstavligir dagar við 24 tímum?

 Nei. Orðið „dagur“ í Bíbliuni kann, alt eftir samanhanginum, vísa til tíðarskeið, sum hava ymiska longd. Til dømis nevnir frásøgan einastaðni alt skapanartíðarskeiðið sum ein dag. – 1. Mósebók 2:4.

 Hvat hendi teir seks skapanardagarnar?

 Gud broytti jørðina, sum var „oyðin og tóm“, so livandi skapningar kundu trívast á henni. (1. Mósebók 1:2) Síðani skapti hann lívið á jørðini. Bíblian lýsir seks bólkar av hendingum, sum fóru fram hesar skapanardagarnar ella tíðarskeiðini:

  •  1. dagur: Gud læt ljósið blíva sjónligt á yvirflatanum á jørðini, sum hevði við sær, at munur var á degi og nátt. – 1. Mósebók 1:3-5.

  •  2. dagur: Gud gjørdi eitt hválv, sum skilti vatnið á yvirflatanum á jørðini frá vatninum, sum var langt uppi yvir yvirflatanum á jørðini. – 1. Mósebók 1:6-8.

  •  3. dagur: Gud læt turt land koma undan. Hann skapti eisini plantulívið. – 1. Mósebók 1:9-13.

  •  4. dagur: Gud læt sólina, mánan og stjørnurnar koma til sjóndar sum serstakar ljósgevarar, sæð frá jørðini. – 1. Mósebók 1:14-19.

  •  5. dagur: Gud skapti lívið í sjónum og flúgvandi skapningar. – 1. Mósebók 1:20-23.

  •  6. dagur: Gud skapti landdjórini og menniskjuni. – 1. Mósebók 1:24-31.

 Tá ið sætti dagurin endaði, hvíldi Gud, ella helt uppat at skapa. – 1. Mósebók 2:1, 2.

 Er frásøgan í Fyrstu Mósebók vísindaliga røtt?

 Skapanarfrásøgan í Bíbliuni sigur seg ikki vera eina neyva vísindaliga frágreiðing. Hon lýsir heldur skapanina soleiðis, at sjálvt lesarar á Bíbliunnar døgum lættliga skiltu raðfylgjuna í hendingunum. Skapanarfrásøgan mótsigur ikki tí, sum er vísindaliga prógvað. Stjørnualisfrøðingurin Robert Jastrow skrivar: „Smálutirnir eru ymiskir, men stjørnufrøðiliga frágreiðingin og bíbilska frásøgan í Fyrstu Mósebók hava nakað týdningarmikið í felag: røðin av hendingum, sum førdu fram til, at menniskjað bleiv til, byrjaði knappliga og til eina ávísa tíð.“

 Nær skapti Gud sólina, mánan og stjørnurnar?

 Sólin, mánin og stjørnurnar vóru longu til sum ein partur av ’himlinum’ sum varð skaptur „í upphavi“. (1. Mósebók 1:1) Men atmosferan var so tjúkk, at ljósið frá teimum eftir øllum at døma ikki kom fram at yvirflatanum á jørðini. (1. Mósebók 1:2) So hóast eitt tokukent ljós bleiv sjónligt tann fyrsta dagin, bar framvegis ikki til at síggja, hvar ljósið kom frá. Tað sær út til, at atmosferan klárnaði fjórða dagin. Bíblian sigur, at sólin, mánin og stjørnurnar nú fóru at „lýsa á jørðini“, sum helst er ein lýsing av, hvussu ein eygleiðari á jørðini hevði sæð hesar ljósgevararnar. – 1. Mósebók 1:17.

 Hvussu gomul er jørðin sambært Bíbliuni?

 Bíblian sigur einki um, hvussu gomul jørðin er. Í 1. Mósebók 1:1 stendur bara, at alheimurin, sum jørðin er ein partur av, hevði eina byrjan. Hetta er hvørki í stríð við skilagóðar vísindaligar meginreglur ella leysligu metingarnar hjá granskarum um, hvussu gomul jørðin er.