Far beinleiðis til innihaldið

Var Jesus bara eitt gott menniskja?

Var Jesus bara eitt gott menniskja?

Bíblian svarar

 Jesus var meira enn bara eitt gott menniskja. Eingin hevur havt so stóra ávirkan á mannasøguna sum hann. Legg til merkis, hvat hesir kendu søgufrøðingarnir og rithøvundarnir hava sagt um hann:

 „Jesus úr Nazaret ... er uttan iva týdningarmesti persónurin í søguni.“ – H.G. Wells, enskur søgufrøðingur.

 „[Jesus] hevur ávirkað fleiri menniskju enn nakar annar, ið hevur livað á hesi jørð, og ávirkanin heldur fram.“ – Kenneth Scott Latourette, amerikanskur søgufrøðingur og rithøvundur.

 Bíblian sigur okkum, hví Jesus hevur havt størri ávirkan á menniskju enn nakar annar. Tá ið Jesus spurdi sínar nærmastu lærisveinar, hvønn teir hildu hann vera, svaraði ein teirra: „Tú ert Kristus, Sonur hins livandi Guds!“ – Matteus 16:16.