Far beinleiðis til innihaldið

Er reinsanareldurin nevndur í Bíbliuni?

Er reinsanareldurin nevndur í Bíbliuni?

Bíblian svarar

 Nei, tað er hann ikki. Orðið „reinsanareldur” stendur ongastaðni í Bíbliuni, og hon lærir heldur ikki, at sálirnar hjá teimum, sum doyggja, verða reinsaðar í reinsanareldinum. a Legg til merkis, at tað, sum Bíblian lærir um synd og deyða, als ikki samsvarar við læruna um reinsanareldin.

  •   Trúgvin á blóð Jesusar – ikki tíðin í einum sonevndum reinsanareldi – reinsar eitt menniskja frá synd. Bíblian sigur, at „blóð Jesusar, Sonar [Guds], reinsar okkum frá allari synd“, og at Jesus Kristus „hevur loyst okkum frá syndum okkara við blóði Sínum“. (1. Jóhannesarbræv 1:7; Opinberingin 1:5) Jesus hevur givið „lív Sítt sum loysigjald fyri mong“ og soleiðis goldið fyri syndir teirra. – Matteus 20:28.

  •   Tey deyðu vita ikki til sín. „Víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki.“ (Prædikarin 9:5) Ein, sum er deyður, følir einki, og tí kann pínan í einum reinsanareldi ikki reinsa hann.

  •   Eftir deyðan er eingin revsing fyri syndir. Bíblian sigur, at „lønin, ið syndin gevur, er deyði“, og at „tann, ið deyður er, er rættvísgjørdur frá syndini“. (Rómbrævið 6:7, 23) Deyðin er tann fulla og endaliga revsingin fyri synd.

a Viðvíkjandi reinsanareldinum sigur bókin Orpheus: A General History of Religions, at „hann ikki er nevndur við einum orði í evangeliunum”. Og í New Catholic Encyclopedia stendur: „Alt samanumtikið er katólska trúarlæran um reinsanareldin grundað á siðvenju, ikki á Heilagu skriftina.“ – Onnur útgáva, bind 11, síða 825.

bNew Catholic Encyclopedia, aðru útgávu, bind 11, síðu 824.