Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er sálin?

Hvat er sálin?

Bíblian svarar

 Orðið „sál“ í Bíbliuni er ein umseting av hebraiska orðinum nefesj og grikska orðinum psykhe. Hebraiska orðið merkir bókstavliga „ein skapningur, sum andar“, og grikska orðið merkir „ein livandi vera“. a Sálin vísir altso til allan skapningin, ikki til nakað innan í okkum, sum livir víðari, tá ið kroppurin doyr. Her eru nøkur dømi um, hvussu Bíblian vísir, at mannasálin er allur persónurin:

Ádam fekk ikki eina sál – hann bleiv ein livandi sál

  •   Tá ið Jehova Gud skapti tann fyrsta mannin, Ádam, sigur Bíblian, at „menniskjað varð livandi sál“. (1. Mósebók 2:7) Ádam fekk ikki eina sál, nei, hann bleiv ein livandi sál, ella persónur.

Er sálin ódeyðilig?

 Nei, sálin kann doyggja. Tað sæst týðiliga nógvastaðni í Bíbliuni. Her eru nøkur dømi:

  •   „Tann sál, ið syndar, hon skal doyggja.“ – Ezekiel 18:4, Dahl/Viderø.

  •   „Í [ørkini] vórðu nakrar fáar – átta – sálir frelstar við vatni.“ – 1. Pætursbræv 3:20.

  •   Nógvar bíbliur brúka orðingar sum ’deyður kroppur’ ella ’deyður persónur’ í 3. Mósebók 21:11 og 4. Mósebók 6:6. Men í teimum upprunaligu Hebraisku skriftunum stendur nefesj, ella sál.

Sál kann merkja lív

 Bíblian brúkar eisini orðið „sál“ sum samheiti fyri „lív“. Til dømis verður hebraiska orðið fyri „sál“ (nefesj) brúkt í Job 33:22 sum samheiti fyri „lív“. Á líknandi hátt nevnir Bíblian, at sálin, ella lívið, kann verða frelst ella bjargað undan deyðanum. – Jákupsbrævið 5:20.

 At orðið fyri „sál“ verður brúkt upp á henda mátan, hjálpir okkum at skilja bíbliuørindi, sum siga, at sálin var um at „fara úr“ einum persóni. (1. Mósebók 35:18, King James Version) Hesin talumátin vísir, at lívið hjá viðkomandi var um at enda. Í umsetingini eftir Victor Danielsen verður orðingin í 1. Mósebók 35:18 endurgivin soleiðis: „Hon andaðist.“

Hvar stavar læran um eina ódeyðiliga sál frá?

 Kristnar kirkjur, sum trúgva, at sálin er ódeyðilig, hava ikki læruna úr Bíbliuni, men úr fornari grikskari filosofi. Eitt leksikon sigur, at orðið sál í Bíbliuni merkir ’okkurt, sum andar’. Tað er ikki nakað ósjónligt, sum er sundurskilt frá kroppinum. Kirkjurnar fingu henda tankan um, at sálin er sundurskild frá kroppinum, frá teimum gomlu grikkunum.

 Gud vil ikki, at vit skulu blanda hansara læru við menniskjaligar filosofiir, sum til dømis læruna um eina ódeyðiliga sál. Bíblian ávarar okkum tvørturímóti og sigur: „Ansið eftir, at tit ikki verða fangað av heimsspekiligum heilaspuna, sum jú ikki er grundaður á Krist, men kemur frá menniskjaligum siðvenjum.“ – Kolossebrævið 2:8, Nýggi Sáttmálin.

aThe New Brown, Driver, and Briggs Hebrew and English Lexicon of the Old Testament, síðu 659, og Lexicon in Veteris Testamenti Libros, síðu 627. Nógvar bíbliuumsetingar endurgeva orðini nefesj og psykhe upp á ymiskar mátar alt eftir samanhanginum og brúka orð sum sál, lív, fólk, skapningur ella kroppur.