Far beinleiðis til innihaldið

Hvør ella hvat er „alfa og omega“?

Hvør ella hvat er „alfa og omega“?

Bíblian svarar

 „Alfa og omega“ vísir til Jehova Gud, hin alvalda. Henda orðingin kemur fyri tríggjar ferðir í Bíbliuni. – Opinberingin 1:8; 21:6; 22:13. a

Hví rópar Gud seg sjálvan „alfa og omega“?

 Alfa er fyrsti bókstavur í grikska stavraðnum, og omega er tann síðsti. Tann parturin av Bíbliuni, sum vanliga verður nevndur Nýggja testamenti, varð skrivaður á grikskum og fevnir eisini um Opinberingina. At stavirnir standa fyrst og síðst í stavraðnum vísir, at bara Jehova er upphavið og endin. (Opinberingin 21:6) Hann hevur altíð verið hin alvaldi Gud, og tað fer hann eisini altíð at vera. Hann er tann einasti, sum er „frá ævunum til ævirnar“. – Sálmur 90:2.

Hvør er „hin fyrsti og hin síðsti“?

 Bíblian brúkar hesa orðingina bæði um Jehova Gud og son hansara, Jesus, men við hvør sínari merking. Her eru tvey dømi:

  •   Í Esaias 44:6 sigur Jehova: „Eg eri hin fyrsti, og Eg eri hin síðsti, og eingin annar Gud er enn Eg.“ Her leggur Jehova dent á, at hann er hin ævigi og sanni Gud; eingin annar er enn hann. (5. Mósebók 4:35, 39) Í hesum førinum hevur orðingin „hin fyrsti og hin síðsti“ somu merking sum „alfa og omega“.

  •   Orðingin „hin fyrsti [protos, ikki alfa] og hin síðsti [eskhatos, ikki omega]“ kemur eisini fyri í Opinberingini 1:17, 18 og 2:8. Samanhangið vísir, at viðkomandi, sum hesi ørindini sipa til, doyði og síðani varð livandi aftur. Tí kann talan ikki vera um Gud, tí hann hevur ongantíð verið deyður. (Habakkuk 1:12, Dahl/Viderø) Men Jesus doyði og varð uppreistur. (Ápostlasøgan 3:13-15) Hann var fyrsta menniskja, sum varð reist upp til ódeyðiligt lív í himli, har hann skal liva „í aldur og allar ævir“. (Opinberingin 1:18; Kolossebrævið 1:18) Eftir hetta fekk hann uppgávuna at reisa øll onnur upp frá deyðum. (Jóhannes 6:40, 44) Jesus var altso tann síðsti, sum varð uppreistur beinleiðis av Jehova. (Ápostlasøgan 10:40) Sostatt kann Jesus av røttum nevnast „hin fyrsti og hin síðsti“.

Prógvar Opinberingin 22:13, at Jesus er „alfa og omega“?

 Nei. Tað verður ikki sagt beinleiðis, hvør tað er, sum talar í Opinberingini 22:13, og fleiri ymiskir persónar hava orðið í hesum kapitlinum. Um henda partin av Opinberingini skrivar William Barclay professari: „Teksturin er ikki skrivaður í týðiligari raðfylgju; ... og ofta er torført at vita, hvør tað er, sum tosar.“ (The Revelation of John, bind 2, endurskoðaða útgávan, síða 223) „Alfa og omega“, sum talan er um í Opinberingini 22:13, kann tí væl vera tann sami, sum ber hetta heitið aðrastaðni í Opinberingini – Jehova Gud.

a Í bíbliuumsetingini King James Version kemur orðingin fyri eina fjórðu ferð í Opinberingini 1:11. Tær flestu nýggjaru umsetingarnar hava ikki orðingina við, tí hon ikki er at finna í teimum elstu griksku bíbliuhandritunum, men eyðsæð bleiv løgd aftrat í seinni avskrivingum av Bíbliuni.