Far beinleiðis til innihaldið

Hvat er Watch Tower Bible and Tract Society?

Hvat er Watch Tower Bible and Tract Society?

 Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania er eitt ikki vinnurekandi felag, sum varð stovnað í 1884 í samsvari við lógina í amerikanska statinum Pennsylvania. Jehova vitni nýta felagið til at útinna sítt heimsumfatandi arbeiði, eitt nú at geva út bíbliur og bíbilskan lesnað.

 Sambært viðtøkunum er endamálið hjá felagnum at útinna „átrúnaðarligt arbeiði, at undirvísa og vísa næstakærleika“, og dentur verður serstakliga lagdur á at „boða evangeliið um Guds ríki, har Jesus Kristus er kongur“. Tað ber bert til at gerast limur í felagnum við at fáa tað í boði, og tað hevur einki við peningaligan stuðul at gera. Limir og stýrislimir í felagnum stuðla stýrandi ráðnum hjá Jehova vitnum.

Onnur løgfrøðilig feløg

 Umframt Watch Tower Bible and Tract Society of Pennsylvania nýta Jehova vitni fleiri onnur løgfrøðilig feløg í ymiskum londum. Orðini „Watch Tower“ ella „Watchtower“ ella ein umseting av hesum ganga aftur í navninum á nøkrum av hesum feløgunum.

 At hesi ymisku løgfrøðiligu feløgini eru stovnað, hevur gjørt tað møguligt hjá okkum at útinna nógv ymiskt arbeiði. Til dømis:

  •   At geva út lesnað. Vit hava givið út okkurt um 220 milliónir bíbliur og umleið 40 milliardir eintøk av bíbilskum lesnaði. Vit hava lesnað á meira enn 900 málum. Heimasíðan jw.org gevur fólki høvi at lesa Bíbliuna ókeypis á meira enn 160 málum og at fáa svar upp á bíbilskar spurningar, sum til dømis „Hvat er Guds ríki?

  •   At undirvísa. Vit hava ymiskar bíbliuskúlar. Síðani 1943 hava umleið 9.000 Jehova vitni til dømis fingið upplæring á Vakttornsins bíbliuskúla Gilead til at vera trúboðarar ella til at stuðla okkara heimsumfatandi arbeiði á annan hátt. Og hvørja viku fáa milliónir, eisini fólk, sum ikki eru Jehova vitni, undirvísing á møtum í okkara samkomum. Vit hava eisini lesiflokkar og hava givið út eina lærubók á 120 málum, sum hjálpir fólki at læra at lesa og skriva.

  •   At veita neyðhjálp. Vit veita neyðhjálp, tá ið fólk eru fyri sorgarleiki ella vanlukkum – uttan mun til um tað er av mannaávum, sum til dømis fólkadrápið í Ruanda í 1994, ella av náttúruvanlukkum, sum til dømis jarðskjálvtin í Haiti í 2010.

 Hóast vit hava avrikað nógv við feløgunum, sum vit brúka, er okkara arbeiði ikki treytað av nøkrum av teimum. Hvør einstakur kristin hevur skyldu at gera eftir boðunum frá Gudi um at boða tey góðu tíðindini. (Matteus 24:14; 28:19, 20) Vit eru sannførd um, at Gud stuðlar okkara arbeiði, og at tað er hann, sum ’gevur vøkst’. – 1. Korintbræv 3:6, 7.