Far beinleiðis til innihaldið

Hvør stovnaði samkomuna hjá Jehova vitnum?

Hvør stovnaði samkomuna hjá Jehova vitnum?

 Samkoman hjá Jehova vitnum í nýggjari tíð tók seg upp seinast í 19. øld. Tá fór ein lítil bólkur av bíbliustudentum, sum búði nærindis Pittsburgh í Pennsylvania í USA, undir at greina Bíbliuna evni fyri evni. Teir samanbóru tað, sum kirkjurnar lærdu, við tað, Bíblian veruliga lærir. Tað, sum teir lærdu, góvu teir síðani út í bókum, tíðindabløðum og blaðnum, ið nú eitur Vagttårnet – forkynder af Jehovas rige.

 Ein av hesum nærløgdu bíbliustudentunum var Charles Taze Russell. Hóast hann gekk á odda í bíbliuundirvísingararbeiðinum og var tann fyrsti blaðstjórin á blaðnum Vagttårnet, stovnaði hann ikki ein nýggjan átrúnað. Russell og teir, sum saman við honum vórðu nevndir Bíbliustudentar, miðaðu eftir at varpa ljós á læruna hjá Jesusi Kristi og at fylgja sama leisti, sum tey gjørdu í fyrstu kristnu samkomuni. Av tí at Jesus stovnaði kristindómin, meta vit hann sum tann, ið stovnaði okkara samkomu. – Kolossebrævið 1:18-20.