Far beinleiðis til innihaldið

Lata Jehova vitni tíggjund?

Lata Jehova vitni tíggjund?

 Nei, Jehova vitni lata ikki tíggjund. Okkara arbeiði verður fíggjað við sjálvbodnum stuðli. Hvat merkir tað at lata tíggjund, og hví rinda Jehova vitni ikki tíggjund?

 Boðið um at lata tíggjund, ella at lata ein tíggjundapart av sínum ognum, var ein partur av lógini, sum Gud gav tjóðini Ísrael í forðum. Men Bíblian ger tað greitt, at henda lógin – harímillum boðið um „at taka tíggjund“ – ikki er galdandi fyri kristin. – Hebrearabrævið 7:5, 18; Kolossebrævið 2:13, 14.

 Heldur enn at lata tíggjund og bera fram offur taka vit sum Jehova vitni eftir teimum fyrstu kristnu og stuðla okkara virksemi upp á tveir mátar: við ólønt at boða um Guds ríki og við at lata sjálvbodnan stuðul.

 Vit fylgja soleiðis boðnum, sum Bíblian gevur kristnum: „Ein og hvør gevi, eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara!“ – 2 Korintbræv 9:7.