Far beinleiðis til innihaldið

Hvat sigur Bíblian um at geva tíggjund?

Hvat sigur Bíblian um at geva tíggjund?

Bíblian svarar

 Fyri at stuðla sonnu tilbiðingini skuldu ísraelsmenn í forðum geva tíggjund, a ella ein tíggjundapart, av síni árligu inntøku. Gud segði við teir: „Tú skalt geva tíggjund av allari grøði tíni, av øllum tí, sum á markini veksur, ár eftir ár.“ – 5. Mósebók 14:22.

 Boðið um at geva tíggjund var partur av Móselógini, eini lógbók, sum Gud gav Ísrael í forðum. Kristin skulu ikki halda Móselógina og hava tí ikki skyldu at geva tíggjund. (Kolossebrævið 2:13, 14) Men í staðin gevur hvør einstakur „eftir sum hann setur sær fyri í hjartanum, ikki av óhugi ella av tvingsli – tí Gud elskar glaðan gevara“. – 2. Korintbræv 9:7.

 Tíggjund í Gamla testamenti

 Tíggjund verður nevnd fleiri ferðir í tí partinum av Bíbliuni, sum vanliga verður róptur Gamla testamenti. Í flestu førum verður sipað til tíðarskeiðið, eftir at ísraelsmenn høvdu fingið Móselógina. Men sjálvt í tíðini áðrenn Móselógina vóru nøkur, sum góvu tíggjund.

Áðrenn Móselógina

 Tann fyrsti, sum gav tíggjund, var Ábram (Ábraham). (1. Mósebók 14:18-20; Hebrearabrævið 7:4) Ábram gav kongaprestinum í Salem tíggjund, og tað sær út til, at talan bara var um ta einu ferðina. Einki í Bíbliuni bendir á, at Ábraham ella børnini hjá honum aftur góvu tíggjund.

 Tann næsti, ið verður nevndur í Bíbliuni, sum gav tíggjund, var abbasonur Ábraham, Jákup. Hann lovaði, at um Gud vælsignaði hann, skuldi hann geva Gudi „tíggjund av øllum“, sum hann fekk. (1. Mósebók 28:20-22) Sambært nøkrum bíbliugranskarum gav Jákup tíggjund við at ofra kríatúr. Hóast Jákup helt sítt lyfti og gav tíggjund, álegði hann ikki familjuni hjá sær at gera tað.

Undir Móselógini

 Ísraelsmenn í forðum fingu boð um at geva tíggjund fyri at stuðla tilbiðingini.

  •   Tíggjundin var við til at forsyrgja levitunum, harímillum prestunum, sum brúktu alla sína tíð til at taka sær av uppgávum í sambandi við tilbiðingina og ikki sjálvir áttu nakra jørð at dyrka. (4. Mósebók 18:20, 21) Levitarnir, sum ikki vóru prestar, fingu tíggjund frá fólkinum og góvu prestunum tann besta „tíggjundapartin av tíggjundini“. – 4. Mósebók 18:26-29.

  •   Tað sær út til, at ísraelsmenn skuldu seta eina árliga tíggjund til síðis aftrat, eina tíggjund, sum bæði kom levitum og øðrum til góðar. (5. Mósebók 14:22, 23) Familjur í Ísrael brúktu hesa tíggjundina í sambandi við serligar høgtíðir, og ávís ár fingu tey, sum vóru ógvuliga fátæk, burturav til lívsins uppihald. – 5. Mósebók 14:28, 29; 26:12.

 Hvussu bleiv tíggjundin roknað út? Á hvørjum ári settu ísraelsmenn ein tíggjundapart av tí, sum jørðin gav, til síðis. (3. Mósebók 27:30) Um teir valdu at rinda hesa tíggjundina í pengum heldur enn í grøði, skuldu teir rinda 20 prosent eyka. (3. Mósebók 27:31) Teir skuldu eisini geva „tíggjund av neytum og av smáfæi“. – 3. Mósebók 27:32.

 Fyri at finna út av, hvussu nógv kríatúr skuldu gevast sum tíggjund, valdu ísraelsmenn tíggjundahvørt kríatúr, sum kom út úr rættini. Lógin segði, at teir ikki máttu kanna ella býta hesi dýrini um, og teir máttu heldur ikki geva pengar sum tíggjund í staðin fyri dýr. (3. Mósebók 27:32, 33) Seinna tíggjundin, ið varð nevnd í Móselógini, og sum bleiv brúkt í sambandi við árligu høgtíðirnar, kundi tó býtast um við pengar. Hetta gjørdi tað lættari hjá teimum ísraelsmonnum, sum skuldu ferðast langa leið fyri at vera við á høgtíðunum. – 5. Mósebók 14:25, 26.

 Nær góvu ísraelsmenn tíggjund? Ísraelsmenn góvu tíggjund á hvørjum ári. (5. Mósebók 14:22) Men sjeynda hvørt ár var eitt undantak. Tað var sabbatsár, ella eitt ár við hvílu, og tá skuldu ísraelsmenn ikki dyrka jørðina. (3. Mósebók 25:4, 5) Vegna hesar serligu umstøðurnar varð eingin tíggjund savnað inn í heystingartíðini hetta árið. Triðja- og sættahvørt ár í sjeyára sabbatsskiftinum góvu ísraelsmenn teimum fátæku og levitunum burtur av seinnu tíggjundini. – 5. Mósebók 14:28, 29.

 Hvør var revsingin, um mann ikki gav tíggjund? Móselógin ásetti ikki nakra revsing fyri ikki at geva tíggjund. Tey góvu tíggjund, tí tað var rætt at gera tað, ikki tí at tey blivu revsað, um tey ikki gjørdu tað. Ísraelsmenn skuldu í eini bøn til Gud vátta, at teir høvdu givið tíggjund og biðja um hansara signing fyri tað. (5. Mósebók 26:12-15) Um mann ikki gav tíggjund, hevði mann í Guds eygum stjolið frá honum. – Malakias 3:8, 9.

 Var tað ein ov stór byrða at geva tíggjund? Nei. Gud lovaði teimum, at um tey góvu tíggjund, skuldu tey fáa signingar í yvirflóð og ikki mangla nakað. (Malakias 3:10) Men tá ið tey ikki góvu tíggjund, kom fólkið at líða undir tí. Tey mistu Guds signing. Prestarnir og levitarnir vóru eisini noyddir at brúka nógva tíð til at forsyrgja sær sjálvum og vóru tí ikki førir fyri at leggja alla orku í at hjálpa ísraelsmonnum at tilbiðja Gud. – Nehemias 13:10; Malakias 3:7.

 Tíggjund í Nýggja testamenti

 Eisini meðan Jesus livdi á jørðini, var tað eitt krav hjá teimum, sum tilbóðu Gud, at geva tíggjund. Men eftir deyða Jesusar varð hetta kravið sett úr gildi.

Á døgum Jesusar

 Í tí, sum vanliga verður nevnt Nýggja testamenti, stendur, at ísraelsmenn hildu fram at geva tíggjund, meðan Jesus var á jørðini. Hann segði beint fram, at tað var ein skylda at geva tíggjund. Men hann fordømdi átrúnaðarligu leiðararnar, sum nærlagdir góvu tíggjund, men einki løgdu í tað, ’sum vigaði meiri í lógini: Rættur, miskunn og trúskapur’. – Matteus 23:23.

Eftir deyða Jesusar

 Eftir deyða Jesusar var tað ikki longur eitt krav at geva tíggjund. Við offurdeyða Jesusar varð Móselógin strikað og harvið eisini boðið „um eftir lógini at taka tíggjund“. – Hebrearabrævið 7:5, 18; Efesusbrævið 2:13-15; Kolossebrævið 2:13, 14.

a Tíggjund er „tíggjundaparturin av eini inntøku, ið verður settur til síðis til eitt serligt endamál. ... Vanliga hevur tíggjund í Bíbliuni nakað við gudsdyrkan at gera“. – Harper’s Bible Dictionary, síða 765.