Far beinleiðis til innihaldið

Syndra Jehova vitni familjur, ella styrkja tey tær?

Syndra Jehova vitni familjur, ella styrkja tey tær?

 Vit royna at styrkja familjur, bæði okkara egnu og aðrar. Vit viðurkenna, at tað er Gud, sum hevur stovnað familjuskipanina. (1. Mósebók 2:21-24; Efesusbrævið 3:14, 15) Hann hevur latið meginreglur skriva í Bíbliuna, sum hjálpa menniskjum kring heimin at trívast og hava tað gott í hjúnabandinum.

Hvussu styrkja Jehova vitni familjur?

 Vit gera okkara besta fyri at fylgja ráðunum í Bíbliuni, tí tey hjálpa okkum at gerast betri menn, konur og foreldur. (Orðtøkini 31:10-31; Efesusbrævið 5:22 – 6:4; 1. Timoteusarbræv 5:8) Ráðini í Bíbliuni hjálpa eisini familjum at fáa tað gott, hóast ikki øll í húskinum hava somu trúgv. (1. Pætursbræv 3:1, 2) Her eru dømi um, hvat tvey hava sagt, tá ið teirra hjúnafelagi bleiv Jehova vitni:

  •   „Tey fyrstu seks árini vit vóru gift, skeldaðust vit ofta. Men Ivete bleiv fittari og meira tolin, tá ið hon gjørdist Jehova vitni. Og tað bjargaði okkara hjúnabandi.“ – Clauir, Brasil.

  •   „Tá ið maður mín, Chansa, fór at lesa Bíbliuna við Jehova vitnum, dámdi mær tað als ikki, tí eg helt, at tey oyðiløgdu familjur. Men seinni havi eg funnið út av, at Bíblian í veruleikanum hevur styrkt okkara hjúnaband.“ –  Agness, Sambia.

 Tá ið vit ganga hús úr húsi, vísa vit fólki, hvussu ráðini í Bíbliuni kunnu hjálpa teimum at

  •   velja ein góðan hjúnafelaga

  •   klára fyrsta árið sum hjún

  •   hava gott samband við verforeldrini

  •   halda skil á pengum

  •   halda uppat at skeldast

  •   fyrigeva

  •   uppala børn

Elvir tað til trupulleikar, tá ið annar hjúnafelagin verður Jehova vitni?

 Ja, tað ger tað tíverri viðhvørt. Til dømis boðaði granskingarfyritøkan Sofres í 1998 frá, at í 1 av 20 hjúnabondum, har annar hjúnafelagin gjørdist Jehova vitni, fingu tey stórar trupulleikar, tá ið viðkomandi skifti trúgv.

 Jesus boðaði frá, at tey, sum tóku eftir læru hansara, fóru at fáa trupulleikar í familjuni. (Matteus 10:32-36) Søguskrivarin Will Durant hevur sagt, at í rómverska ríkinum „var kristindómurin ákærdur fyri at syndra húski“, a og summi Jehova vitni fáa somu ákæru í dag. Men vil tað so siga, at tað er tann, sum er Jehova vitni, ið er atvoldin til trupulleikarnar?

Evropeiski mannarættindadómstólurin

 Evropeiski mannarættindadómstólurin skuldi í einum ávísum máli taka støðu til ákæruna um, at Jehova vitni syndra familjur. Í úrskurðinum varð sagt, at tað ofta eru tey í familjuni, sum ikki eru Jehova vitni, ið elva til trupulleikar, tí tey ikki vilja „góðtaka og virða, at tann trúgvandi hevur rætt til at vísa sína trúgv og liva samsvarandi henni“. Dómstólurin legði aftrat: „Hetta er vanligt í øllum hjúnabondum, har hjúnafelagarnir ikki hava somu trúgv, og Jehova vitni eru einki undantak.“ b Men sjálvt um Jehova vitni uppliva, at onnur ikki virða teirra trúgv, so royna tey at fylgja bíbilska ráðnum: „Lønið ongum ilt fyri ilt! ... Er tað møguligt – so langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju.“ – Rómbrævið 12:17, 18.

Hví siga Jehova vitni, at tey bert eiga at gifta seg við einum, sum hevur somu trúgv?

 Jehova vitni akta boðini í Bíbliuni um bert at giftast „í Harranum“, tað vil siga við einum, sum hevur somu trúgv. (1. Korintbræv 7:39) Hetta boðið er bæði bíbilskt og skilagott. Til dømis skrivaði blaðið Journal of Marriage and Family í 2010, at „hjún, sum hava somu trúgv og somu siðir“, vanliga liva betur saman. c

 Men Jehova vitni eggja ikki sínum trúarfelagum til at fara frá einum hjúnafelaga, sum ikki er Jehova vitni. Bíblian sigur: „Hevur ein bróðir vantrúgvandi konu – og hon vil búgva saman við honum – so skilji hann seg ikki frá henni! Og hevur ein kona vantrúgvandi mann – og hann vil búgva saman við henni – so skilji hon seg ikki frá manni sínum!“ (1. Korintbræv 7:12, 13) Jehova vitni fylgja hesum boðum.

aCaesar and Christ, síðu 647.

b Sí dómsúrskurðin í sakarmálinum Jehovah’s Witnesses of Moscow and Others v. Russia, síðurnar 26-27, stykki 111.

cJournal of Marriage and Family, bind 72, nr. 4, (august 2010), síðu 963.