Far beinleiðis til innihaldið

Eru Jehova vitni protestantar?

Eru Jehova vitni protestantar?

 Nei. Jehova vitni eru kristin, men vit meta okkum ikki sum protestantar. Hví ikki?

 Protestantisman hevur verið lýst sum ein „átrúnaðarlig rørsla, sum er ímóti rómverskkatólsku kirkjuni“. Jehova vitni taka ikki undir við lærunum í katólsku kirkjuni, men vit meta okkum kortini ikki sum protestantar. Orsakirnar eru:

  1.   Fleiri av protestantisku lærunum eru í stríð við tað, Bíblian veruliga lærir. Til dømis lærir Bíblian, at „ein Gud er“, ikki ein tríeind. (1. Timoteusarbræv 2:5; Jóhannes 14:28) Hon lærir eisini týðiliga, at Gud ikki straffar tey óndu í helviti, men ger tey til einkis med alla. – Sálmur 37:9; 2. Tessalonikabræv 1:9.

  2.   Vit hvørki mótmæla ella royna at broyta katólsku kirkjuna ella nakran annan trúarbólk. Nei, vit boða rætt og slætt evangeliið um Guds ríki og royna at hjálpa øðrum at fáa sterka trúgv á hesi góðu tíðindini. (Matteus 24:14; 28:19, 20) Vit ætla okkum ikki at broyta aðrar trúarbólkar, men vilja bara læra søkjandi menniskju sannleikan um Gud og hansara orð, Bíbliuna. – Kolossebrævið 1:9, 10; 2. Timoteusarbræv 2:24, 25.