Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvat sigur Bíblian um veðurlags­broytingar og okkara framtíð?

Hvat sigur Bíblian um veðurlags­broytingar og okkara framtíð?

 „Vit standa mitt í einari veðurlagskreppu. Tað er longu við at blíva óliviligt á jørðini.“ – The Guardian.

 Menniskjuni standa við einum risastórum trupulleika, sum tey sjálv hava skapt. Flestallir granskarar eru samdir um, at tað eru vit menniskju, sum eru orsøk til globalu upphitingina. Vaksandi hitin hevur longu broytt veðurlagið og elvt til stórar trupulleikar. Her eru nøkur dømi:

  •   Ógvisligt veður, sum til dømis hitabylgjur, turkur og stormar, kemur oftari fyri. Tað er blivið uppaftur meira ógvisligt og hevur elvt til fleiri vatnflóðir og skógareldar

  •   Ísurin í Arktis og jøklarnir kring heimin bráðna

  •   Hækkandi vatnstøða

 Vit finna ikki eitt einasta stað á jørðini, sum ikki er ávirkað av veðurlagskreppuni. Í eini grein í New York Times, sum lýsir veðurviðurskiftini í 193 londum, stendur at enda: „Jørðin sendir út neyðarkall.“ Av tí at so nógv deyðsføll og so nógvir trupulleikar standast av veðurlagsbroytingunum, hevur WHO kallað tær ta „størstu hóttanina ímóti mannaheilsuni“.

 Men vit hava góðar grundir til at síggja ljóst upp á framtíðina. Tað, sum hendir í heiminum í dag, er nakað, sum Bíblian hevur sagt skuldi henda. Hon sigur eisini, hvussu Gud fer at gera alt gott aftur, og at hann fer at geva okkum eina góða framtíð.

Sigur Bíblian nakað um veðurlagsbroytingar?

 Ja, veðurlagstrupulleikarnir, sum globala upphitingin hevur havt við sær, samsvara við tað, sum Bíblian sigur um okkara tíð.

 Profeti: Gud fer at „oyða tey, sum oyða jørðina“. – Opinberingin 11:18.

 Bíblian hevur boðað frá eini tíð, tá ið menniskjuni skuldu vera í ferð við at oyðileggja jørðina. Og orsakað av globalu upphitingini er støðan á jørðini verri nú enn nakrantíð fyrr.

 Profetiin sigur okkum, at vit ikki kunnu vænta, at menniskju klára at bjarga jørðini. Legg merki til, at Gud fer at leggja upp í leikin, meðan menniskjuni eru í holt við at „oyða jørðina“. So líkamikið hvat vælmeinandi menniskju gera, ella hvussu nógv tey stríðast fyri at steðga veðurlagsbroytingunum, er tað ikki nokk til at forða mannaættini í at oyðileggja jørðina.

 Profeti: „Øgiligir tilburðir skulu verða.“ – Lukas 21:11, Dahl/Viderø.

 Bíblian hevur boðað frá, at øgiligir tilburðir, ella ræðuligar hendingar, skuldu verða á okkara døgum. Veðurlagsbroytingar hava havt ógvislig veðurfyribrigdi við sær um allan heimin. Í dag stríðast nøkur enntá við klimaangist, sum er ein konstantur ótti fyri, at veðurlagsbroytingarnar enda við heimsins undirgangi.

 Profeti: „Á síðstu døgum skulu koma torførar tíðir. Tá skulu menniskjuni vera góð við seg sjálv, peningakær, … óálítandi, … svikafull, hugsanarleys.“ – 2. Timoteusarbræv 3:1-4.

 Bíblian hevur boðað frá, hvønn hugburð fólk skuldu hava á okkara døgum, og hvussu tey skuldu uppføra seg. Og tað er millum annað tað, sum hevur ført til veðurlagskreppuna. Ríkisstjórnir og fyritøkur hugsa meira um pengar enn um lívið hjá menniskjum í framtíðini. Sjálvt tá ið tey royna at samstarva um eina loysn, klára tey ikki at blíva samd um, hvørji stig skulu takast fyri at steðga globalu upphitingini.

 Profetiin vísir, at vit ikki skulu vænta, at menniskju sum heild fara at broyta vanar og atburð fyri at verja jørðina. Bíblian sigur faktiskt, at fólk, sum eru egoistisk, bara skulu blíva meira egoistisk. – 2. Timoteusarbræv 3:13.

Hví kunnu vit vera vís í, at Gud fer at loysa trupulleikan?

 Bíblian vísir, at Jehova a Gud, sum hevur skapt okkum, veruliga leggur í jørðina og tey, sum búgva á henni. Vit kunnu hyggja nærri at trimum bíbliuørindum, sum vísa, at Gud fer at gera nakað við støðuna.

  1.  1. „Ikki til at liggja í oyði skapti [Gud jørðina], nei, til bústað hjá fólki virkaði Hann hana.“ – Esaias 45:18.

     Gud fer at fullføra sína ætlan við jørðini. (Esaias 55:11) Hann fer ikki at loyva, at jørðin gongur undir, ella at tað ikki verður búgvandi á henni.

  2.  2. „Hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði. Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ – Sálmur 37:11, 29.

     Gud lovar, at menniskju skulu búgva um ævir á jørðini, og at tað skal vera friður allastaðni.

  3.  3. „Hini gudleysu skulu verða beind av landinum.“ – Orðtøkini 2:22.

     Gud lovar, at tey, sum blíva við at vera órein, millum annað tey sum oyðileggja jørðina, ikki sleppa at vera til longur.

Hvussu fer Gud at syrgja fyri, at vit fáa eina góða framtíð?

 Hann fer at syrgja fyri, at alt, sum hann hevur lovað í sambandi við jørðina, verður uppfylt. Tað fer hann at gera við eini heimsstjórn, sum verður rópt Guds ríki. (Matteus 6:10) Hetta ríkið skal stjórna úr himli, og tað noyðist ikki at tingast við stjórnir her á jørðini um mál, sum hava við umhvørvið at gera. Nei, Guds ríki kemur í staðin fyri allar stjórnir á jørðini. – Dániel 2:44.

 Tær broytingarnar, sum Guds ríki fer at gera, verða góðar fyri alla mannaættina og fyri náttúruna. (Sálmur 96:10-13) Guds ríki fer …

  •   at lata náttúruna koma fyri seg

     Hvat sigur Bíblian? „Oyðimørkin og hitt turra land skulu gleðast, hin oydna heiði skal fegnast og blóma sum lilja.“ – Esaias 35:1.

     Hvønn týdning hevur tað fyri okkara framtíð? Jehova fer at syrgja fyri, at alt á jørðini kemur í rættlag, sjálvt tey økini sum menniskjuni hava oyðilagt.

  •   at hava tamarhald á ógvisligum veðri

     Hvat sigur Bíblian? Jehova „læt stormin vendast í stilli, bylgjurnar rundan um teir tagnaðu“. – Sálmur 107:29.

     Hvønn týdning hevur tað fyri okkara framtíð? Jehova hevur vald at stýra náttúrukreftunum. Eingin fer at líða undir ógvisligum veðri longur.

  •   at læra fólk at taka sær væl av jørðini

     Hvat sigur Bíblian? „Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga.“ – Sálmur 32:8.

     Hvønn týdning hevur tað fyri okkara framtíð? Jehova gav menniskjunum ábyrgdina av at taka sær av jørðini. (1. Mósebók 1:28; 2:15) Hann fer at læra okkum, hvussu vit kunnu taka okkum væl av tí, sum hann hevur skapt, og hvussu vit kunnu liva í samljóði við náttúruna.

a Jehova er Guds navn. (Sálmur 83:18, New World Translation) Sí greinina „Hvør er Jehova?