Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvussu kann tað gagna tær, at Jesus ofraði sítt lív?

Hvussu kann tað gagna tær, at Jesus ofraði sítt lív?

 Eina ferð um árið halda Jehova vitni um allan heimin eina høgtíð til minni um deyða Jesusar. Og milliónir, sum vit hava bjóðað, eru saman við okkum hetta kvøldið. Vit halda hesa høgtíðina, akkurát sum Jesus bað okkum. (Lukas 22:19) Høgtíðin hjálpir okkum at skilja, hvussu stóran týdning tað hevur, at Jesus ofraði sítt lív. Hon hjálpir okkum eisini at skilja, hvat hetta ofrið kann hava at siga fyri okkum, bæði nú og í framtíðini. – Jóhannes 3:16.

 Uttan mun til um tú hevur verið á minningarhøgtíð nýliga ella ikki, kann tað vera, at tú ivast eitt sindur í, hvussu tað kann gagna tær, at Jesus ofraði sítt lív. Hann nevndi sjálvur tvey týðandi stig, sum vit mugu taka fyri at fáa nyttu av tí.

  1.  1. Vit mugu læra Gud og Jesus at kenna. Í eini bøn til faðir sín segði Jesus: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ – Jóhannes 17:3.

  2.  2. Vit mugu fylgja tí, sum vit læra. Jesus legði dent á, at hansara lærisveinar skuldu fylgja tí, sum hann lærdi teir. Til dømis endaði hann ta kendu fjallaprædikuna við at rósa teimum, sum ’hoyrdu orð hansara og gjørdu eftir teimum’. (Lukas 6:46-48) Og eina aðru ferð segði hann nakað líknandi: „Táið tit vita hetta – sælir eru tit, um tit gera tað!“ – Jóhannes 13:17.

 Vilt tú gjarna vita meira um Gud og Jesus? Kundi tú hugsað tær nøkur góð ráð um, hvussu tú kanst fylgja tí, sum tú lærir? Her er nakað, sum kann hjálpa tær:

Eitt bíbliuskeið

 Okkara ókeypis bíbliuskeið hevur hjálpt nógvum at kanna Bíbliuna og fylgja tí, sum hon lærir.

  •   Tú fært meira at vita um skeiðið, viss tú fert inn á síðuna „Kanna Bíbliuna saman við einum Jehova vitni“.

  •   Tú kanst hyggja at videonum Vælkomin á bíbliuskeið og síggja, hvussu eitt bíbliuskeið hjá Jehova vitnum gongur fyri seg.

Møti hjá Jehova vitnum

 Jehova vitni hava møti tvær ferðir um vikuna í einum sali, sum tey rópa ríkissalur. Á okkara møtum verða nógv evni úr Bíbliuni viðgjørd, og vit fáa eisini at vita, hvussu vit kunnu brúka tað, sum vit læra.

 Øll eru vælkomin á okkara møti, og tað er ikki neyðugt at vera Jehova vitni fyri at koma. Alt eftir lokalu umstøðunum kanst tú velja at koma í sjálvan ríkissalin ella at síggja møtini beinleiðis á netinum.

  •   Viss tú ert forvitin eftir at vita, hvussu møtini ganga fyri seg, kanst tú hyggja at videonum Hvat gongur fyri seg í einum ríkissali?

Greinar og video á netinum

 Nógvar greinar og video á hesari heimasíðuni kunnu hjálpa tær at læra meira um tað, sum Jesus segði, og um hvønn týdning tað hevur, at hann ofraði sítt lív fyri okkum.

 Til dømis kanst tú finna út av, hvussu tað ber til, at deyðin hjá einum manni kann gagna milliónum av menniskjum, viss tú lesur greinarnar „Hvussu frelsir Jesus okkum?“ og „Hvussu kann tað, at Jesus ofraði sítt lív, bjarga okkum?“ ella hyggur at videonum Hví doyði Jesus?