Far beinleiðis til innihaldið

Nærdeyðaupplivingar – hvat merkja tær ikki?

Nærdeyðaupplivingar – hvat merkja tær ikki?

Bíblian svarar

 Nógv, sum hava verið deyðanum nær, siga, at tey føldu tað, sum at tey fóru úr kroppinum ella sóu eitt bjart ljós ella eitt sera vakurt stað. ’Summi meta eitt slíkt upplivilsi – at sleppa at kaga inn í eina aðra tilveru – sum eina gávu,’ sigur bókin Recollections of Death. Hóast Bíblian ikki nevnir slíkar nærdeyðaupplivingar, vísir hon greitt, at tær ikki kunnu vera ein sjón av næsta lívinum.

 Tey deyðu vita ikki til sín.

Bíblian sigur, at tey „deyðu vita einki“. (Prædikarin 9:5) Tá ið vit doyggja, liva vit ikki víðari á onkran hátt, men eru bara ikki til longur. Læran um, at vit hava eina ódeyðiliga sál, sum livir víðari eftir deyðan, stavar ikki frá Bíbliuni. (Ezekiel 18:4, Dahl/Viderø) Tí kunnu minnini, sum nøkur hava eftir eina nærdeyðauppliving, ikki vera, at tey hava sæð inn í himmalin, helviti ella lívið eftir deyðan.

 Hvat segði Lazarus um lívið eftir deyðan?

Frásøgan í Bíbliuni um Lazarus lýsir eina veruliga uppliving í sambandi við deyðan. Eftir at Lazarus hevði verið deyður í fýra dagar, reisti Jesus hann upp frá deyðum. (Jóhannes 11:38-44) Um Lazarus var komin til eitt betri stað eftir deyðan, hevði tað verið ónt av Jesusi at givið honum lívið aftur á jørðini. Men í Bíbliuni stendur einki um, at Lazarus fortaldi um lívið eftir deyðan. Tað hevði hann heilt sikkurt gjørt, um hann hevði upplivað nakað sovorðið. Tað er áhugavert, at Jesus samanbar deyða Lazarusar við tað at sova, tí tað vísir, at Lazarus ikki visti til sín, meðan hann var deyður. – Jóhannes 11:11-14.