Far beinleiðis til innihaldið

Er Guds ríki innan í okkum?

Er Guds ríki innan í okkum?

Bíblian svarar

 Nei, Guds ríki er ikki bara ein hjartastøða hjá kristnum. a Bíblian fortelur, hvar Guds ríki er, við at kalla tað „himmiríkið“. (Matteus 4:17, Dahl/Viderø) Bíblian vísir, at tað er ein verulig stjórn, sum ræður úr himli.

 Bíblian lærir ikki, at Guds ríki er nakað í hjartanum, sum stýrir okkum. Men hon vísir, at „orðið um ríkið“ ella „evangelium ríkisins“ bæði kann og eigur at ávirka okkara hjarta. – Matteus 13:19; 24:14.

Hvat merkja orðini „ríki Guds er innan í tykkum“?

 Tað er lætt at misskilja, hvar Guds ríki er, tá ið mann lesur Lukas 17:21 í summum bíbliutýðingum. Til dømis sigur týðingin eftir Victor Danielsen, at „ríki Guds er innan í tykkum“. Fyri at skilja hetta ørindið rætt, má mann kanna samanhangið.

Fariseararnir, sum vildu drepa Jesus, høvdu ikki Guds ríki í hjartanum

 Jesus tosaði við fariseararnar, ein bólk av trúarleiðarum, sum hataðu hann og vóru við til at fáa hann dripnan. (Matteus 12:14; Lukas 17:20) Gevur tað meining at halda, at Guds ríki var í teirra óndu hjørtum? Jesus segði við teir: „Innan eru tit fullir av hykli og lógloysi.“ – Matteus 23:27, 28.

 Aðrar týðingar vísa greitt, hvat Jesus meinti í Lukas 17:21. Til dømis endurgevur Nýggi Sáttmálin tað soleiðis: „Guds ríki er longu tykkara millum.“ Og orðingin „tykkara millum“ stendur eisini í eini undirgrein til hetta ørindið í týðingini eftir Dahl/Viderø. Himmalska ríkið var „millum“ fariseararnar, við tað at Jesus, sum Gud hevði valt til kong, stóð framman fyri teimum. – Lukas 1:32, 33.

a Nógvir kristnir trúarbólkar læra, at Guds ríki er innan í okkum, ella í hjartanum. Til dømis sigur brøðrasamkoman í suðurstatunum í USA, at Guds ríki partvíst er „Guds stýri í hjartanum og lívinum hjá tí einstaka“. Og Benadikt XVI pávi skrivar í bókini Jesus of Nazareth, at „Guds ríki kemur gjøgnum eitt lurtandi hjarta.“