Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA

Hvussu hjálpir tú børnunum at klára mótgang?

Hvussu hjálpir tú børnunum at klára mótgang?

Fyrr ella seinni gera tíni børn mistøk ella uppliva mótgang. Hvussu kanst tú hjálpa teimum at koma á føtur aftur?

 Hvat skalt tú vita?

Øll gera mistøk. Bíblian sigur, at ’vit øll snáva’ – og tað gera børn eisini. (Jákupsbrævið 3:2) Men tað at gera mistøk kann faktiskt hava nakað gott við sær, tí tað kann hjálpa børnum at klára mótgang. Børn eru ikki endiliga fødd við hesum førleikanum, men tað er nakað, tey kunnu læra. Ein mamma, sum eitur Laura, sigur: „Maðurin og eg hava lagt til merkis, at tað er betri, at børn læra at klára mótgang, heldur enn at látast, sum einki er hent. Tey skulu læra ikki at geva uppat, tá ið okkurt miseydnast.“

Nógv børn klára ikki so væl mótgang. Summi børn hava ikki lært at handfara mótgang, tí foreldrini ikki hava latið tey standa til svars fyri sínar egnu gerðir. Til dømis skylda summi foreldur upp á læraran, tá ið barnið fær vánaligan karakter. Og um barnið hevur klandrast við ein vin, geva tey uttan víðari vininum skyldina.

Men hvussu skulu børn læra at taka ábyrgd av sínum gerðum, um foreldrini ikki lata tey síggja avleiðingarnar?

 Hvat kanst tú gera?

  • Lær børnini, at tað, tey gera, hevur avleiðingar.

    Bíblian sigur: „Tað, sum menniskjað sáar, skal tað eisini heysta.“ – Galatiabrævið 6:7.

    Tað, vit gera, hevur fylgjur. Tá ið vit oyðileggja nakað, kostar tað nakað. Tá ið vit gera mistøk, fær tað avleiðingar. Hetta er nakað, børn mugu skilja, og tey mugu eisini læra at taka ábyrgd av tí, sum er hent. Royn tí ikki at geva øðrum skyldina ella at koma við umberingum fyri børnini. Tað er betri at lata tey taka avleiðingarnar av tí, sum tey hava gjørt, alt eftir hvussu gomul tey eru. Tey skulu sjálvandi skilja samanhangið millum tað skeiva, tey hava gjørt, og avleiðingarnar av tí.

  • Hjálp børnunum at finna loysnir.

    Meginregla í Bíbliuni: „Sjey ferðir fellur hin rættvísi – og kemur aftur á føtur.“ – Orðtøkini 24:16.

    Tað er ikki stuttligt, tá ið mann hevur gjørt okkurt galið, men tað er heldur ikki heimsins undirgangur. Hjálp børnunum at hugsavna seg um loysnir í staðin fyri at hugsa um tað, tey halda er órættvíst. Klárar sonurin seg til dømis illa í eini roynd, kanst tú hjálpa honum at skilja, at um hann er raskari at lesa uppá, fer tað helst at ganga betur næstu ferð. (Orðtøkini 20:4) Um dóttir tín hevur klandrast við eina vinkonu, kanst tú hjálpa henni at finna út av, hvussu hon kann gera tað gott aftur – eisini sjálvt um dóttirin ikki hevur alla skyldina. – Rómbrævið 12:18; 2. Timoteusarbræv 2:24.

  • Lær børnini at vera lítillátin.

    Meginregla í Bíbliuni: ’Hugsið ikki hægri um tykkum sjálv, enn tit eiga at hugsa.’ – Rómbrævið 12:3, Nýggi Sáttmálin.

    Tað er hvørki realistiskt ella gagnligt at siga við børnini, at tey „duga allarbest“ í onkrum. Tí sjálvt tey, sum duga væl í skúlanum, fáa ikki toppkarakter hvørja ferð. Og børn, sum eru dugnalig í onkrari ítróttagrein, vinna heldur ikki altíð. Faktiskt klára børn, sum ikki hugsa ov nógv um seg sjálv, betur mótgang.

    Bíblian sigur, at mótgangur kann gera okkum sterkari og meira áhaldin. (Jákupsbrævið 1:2-4) Børn kunnu blíva skuffað, tá ið tey hava gjørt okkurt galið, men tú kanst hjálpa teimum at síggja støðuna í røttum ljósi.

    Eins og við nógvum øðrum krevur tað bæði tíð og orku at læra børnini at klára mótgang, men tað fer uttan iva at løna seg. Bókin Letting Go With Love and Confidence sigur: „Tannáringar, sum hava lært at klára mótgang, eru í minni vanda fyri at gera okkurt býtt ella vandamikið, tá ið teir eru sperdir. Teir hava lættari við at klára óvæntaðar støður.“ Hetta fer sjálvandi eisini at gagna teimum í vaksnamannalívinum.

Prei: Ver ein fyrimynd. Minst til, at tað gert, tá ið tú upplivir mótgang, lærir børnini, hvussu tey skulu gera.