Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | HJÚNABAND

Brúkið tíð saman

Brúkið tíð saman

Nógv hjún føla ikki, at tey tosa nokk saman, sjálvt um tey eru saman. Hvussu ber tað til?

 Saman, men hvør sær – hví?

  • Møði

    „Tá ið vit hava tíð at tosa saman, er tað antin maðurin ella eg, sum ikki orka. Tá ið eg eri móð, verði eg øgiliga lætt irriterað. So riggar tað betur at síggja sjónvarp.“ – Anna.

  • Tøkni

    „Tað er lætt at brúka nógva tíð á sosialum miðlum og til undirhald á netinum. Eg og maðurin kunnu sita í tímavís uttan at tosa saman. Vit kundu líka so gott sitið í hvør sínum rúmi.“ – Katherine.

  • Ymisk áhugamál

    „Tá ið maðurin kemur heim frá arbeiði, brúkar hann ofta tíðina upp á tað, sum hann hevur áhuga fyri. Eg unni honum væl at hava tíð fyri seg sjálvan, tí hann arbeiðir so hart. Men eg vildi ynskt, at vit vóru meira saman.“ – Jane.

  • Arbeiði

    „Tøknin hevur gjørt, at einki mark er millum arbeiði og familjulív longur. Ofta taki eg meg sjálvan í at svara teldupostum og sms-boðum frá arbeiðinum, tá ið eg annars kundi verið saman við konuni.“ – Mark.

 Hvat kanst tú gera?

  • Minst til, at tað er neyðugt, at tit brúka tíð saman

    Meginregla í Bíbliuni: ’Dømið um, hvat beinast er.’ – Filippibrævið 1:10.

    Hugsa um hetta: Vísir tú í tínum atburði, at hjúnabandið hevur størri týdning fyri teg enn arbeiði og ítriv? Fær makin bara ta tíðina og tað uppmerksemið, sum loypur av?

    Prei: Lat ikki tilvildina ráða. Set tíð av, so tit kunnu vera saman, uttan at vera órógvað.

    „Eg elski, tá ið maðurin finnur upp á okkurt, sum vit skulu gera saman. Tá føli eg meg sum nakað serligt, og at hann hevur hug til at vera saman við mær. Tað fær meg at elska hann enn meira.“ – Anna.

  • Lær at siga „ikki nú“ við telefonina og annað slag av tøkni

    Meginregla í Bíbliuni: „Alt hevur stund sína.“ – Prædikarin 3:1.

    Hugsa um hetta: Hvussu ofta verður tú órógvaður av sms-boðum ella øðrum, meðan tú ert saman við hjúnafelaganum?

    Prei: Roynið at eta saman minst eina ferð um dagin – og latið telefonirnar liggja í einum øðrum rúmi. Tá ið mann etur saman, liggur tað væl fyri at tosa um, hvussu dagurin hevur gingið.

  • Verið saman um tað praktiska, tá ið tað ber til

    Meginregla í Bíbliuni: „Betri eru tveir enn ein, tí at teir fáa góða løn fyri møði sína.“ – Prædikarin 4:9, Dahl/Viderø.

    Hugsa um hetta: Hvussu ofta gera tit vanlig ørindi hvør sær?

    Prei: Hjálpið hvørjum øðrum, eisini sjálvt um tað ber til at gera arbeiðið einsamallur.

    „Í staðin fyri at síggja tað sum keðiligar pliktir at fara til handils, vaska upp, leggja klæðir saman og gera havaarbeiði, kunnu tit síggja tað sum møguleikar fyri at vera saman.“ – Nina.

  •  Krev ikki for nógv

    Meginregla í Bíbliuni: „Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt!“ – Filippibrævið 4:5.

    Hugsa um hetta: Hvussu kanst tú vera mildur og ikki for krevjandi?

    Prei: Tosið saman og finnið út av, hvat tit hava brúk fyri hvør sær. Finnið eina loysn, sum tit bæði eru glað fyri og kunnu taka undir við.

    „Maður mín orkar væl, men eg havi ringa heilsu og orki ikki so nógv. Ofta sigi eg við hann, at hann bara skal fara út og gera tað, sum hann hevur hug til, og at vit síggjast seinni. Eg havi brúk fyri at vera heima og hvíla meg, og hann hevur brúk fyri at fara út at røra seg. Vit hava tað best, tá ið vit sleppa at gera tað, sum vit hava brúk fyri.“ – Daniela.

 Spurningar at tosa um

Roynið fyrst at hugsa um spurningarnar hvør sær. Og so kunnu tit tosa um svarini saman.

  •  Heldur tú, at tit eru nóg nógv saman fyri tíðina?

  • Hvat hevur tú hug at rósa tínum maka fyri í hesum sambandi?

  • Hvat kundi tú hugsað tær, at makin gjørdi øðrvísi?

  • Hvussu ofta verður tú órógvaður av tøkni, so tú ikki hoyrir tað, sum makin fortelur?

  • Hvussu kunnu tit ansa eftir, at tit ikki krevja for nógv av hvørjum øðrum?

  • Hvat kunnu tit broyta komandi vikuna fyri at fáa meira tíð saman?