Far beinleiðis til innihaldið

GÓÐ RÁÐ TIL FAMILJUNA | HJÚNABAND

Hvussu kann eg lata vera við at taka arbeiðið við heim?

Hvussu kann eg lata vera við at taka arbeiðið við heim?

Tøknin ger, at tað ber til at fáa fatur á fólki alt samdøgrið. Tí kann tað vera, at stjórin, starvsfelagar ella kundar vænta, at tú ert tøkur alla tíðina. Og tá kann tað vera ringt at finna javnvágina millum arbeiðið og annað í lívinum, til dømis hjúnabandið.

 Hvat skalt tú vita?

  • Tøkni kann fáa teg at brúka tíðina, sum tú skuldi brúkt saman við hjúnafelaganum, til at arbeiða. Tá ið onkur ringir, skrivar teldupost ella eitt sms til tín um arbeiði, tá ið tú hevur frí, kann tað virka sum nakað, tú noyðist at taka tær av beinanvegin.

    „Fyrr var tað vanligt, at mann kom heim aftan á arbeiðstíð og var saman við familjuni, men nú virkar tað heilt ómøguligt, tí tá ið fólk ringja og skriva um arbeiði, fer mann at hugsa um tað heldur enn um familjuna.“ – Jeanette.

  • Fyri at hava røttu javnvágina millum títt arbeiði og títt familjulív er tað neyðugt at gera nakað. Tí um tú ikki leggur tíðina til rættis, kann tað lætt henda, at arbeiðið trokar seg inn á hjúnabandið.

    „Tann, sum fyrst verður forsømdur, er vanliga hjúnafelagin, tí tú hugsar: ’Hann skilur tað, og hann fyrigevur mær. Eg kann brúka tíð saman við honum seinni.’“ – Holly.

 Hvussu finnur tú javnvágina?

  • Raðfest hjúnabandið. Bíblian sigur: „Tað, sum ... Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“ (Matteus 19:6) Um tú ikki vilt lata nakað menniskja „skilja“ teg frá tínum hjúnafelaga, hví so lata arbeiðið gera tað?

    „Nakrir kundar halda, at teir eiga at kunna fáa fatur á tær nær sum helst, tí teir hava givið tær pengar fyri okkurt. Av tí at eg vil raðfesta hjúnabandið, sigi eg við teir, at eg ikki eri tøkur teir dagarnar, eg havi frí, men at eg seti meg í samband við teir skjótast gjørligt.“ – Mark.

    Spyr teg sjálvan: ’Vísir tað, sum eg geri, at mítt hjúnaband hevur meira at siga enn arbeiðið? Hvat hevði hjúnafelagin svarað?’

  • Sig nei til eyka arbeiði, tá ið tað er neyðugt. Bíblian sigur: „Hini eyðmjúku, tey hava vísdóm.“ (Orðtøkini 11:2) Um tú ert eyðmjúkur, ásannar tú kanska, at tað hevði verið gott fyri teg at siga nei til okkurt arbeiði ella at lata onkran annan gera tað.

    „Eg eri rørsmiður, so viðhvørt ringir onkur til mín, sum er komin í neyð. Men um eg ikki eri førur fyri at hjálpa honum beinanvegin, vísi eg honum til ein annan rørsmið.“ – Christopher.

    Spyr teg sjálvan: ’Eri eg villigur til at siga nei til eyka arbeiði, um tað hevði gjørt, at hjúnafelagin føldi seg forsømdan? Hvat hevði hjúnafelagin svarað?’

  • Set tíð av til at vera saman. Bíblian sigur: „Alt hevur stund sína.“ (Prædikarin 3:1) Tá ið tú hevur úr at gera á arbeiðsplássinum, er tað serliga umráðandi at seta tíð av til at vera saman við hjúnafelaganum.

    „Tá ið vit hava nógv at gera, plaga vit at avtala eina tíð, har vit kunnu vera saman uttan at blíva órógvað – kanska bara at eta saman ella at ganga ein túr.“ – Deborah.

    Spyr teg sjálvan: ’Seti eg tíð av til at geva mínum hjúnafelaga mítt fulla uppmerksemi? Hvat hevði hjúnafelagin svarað?’

  • Sløkk telefonir og tílíkt. Bíblian sigur: ’Dømið um, hvat beinast er.’ (Filippibrævið 1:10) Kundi tú viðhvørt sløkt teldu, teldlar og telefon, so tú ikki verður órógvaður av nøkrum, sum hevur við arbeiði at gera?

    „Eg royni at lata vera við at arbeiða aftan á eina ávísa klokkutíð. Og tá seti eg stillingarnar á telefonini soleiðis, at eg ikki verði órógvaður.“ – Jeremy.

    Spyr teg sjálvan: ’Føli eg, at eg altíð noyðist at vera tøkur, í fall at stjórin ella ein kundi skal hava fatur á mær? Hvat hevði hjúnafelagin svarað?’

  •  Ver rímiligur. Bíblian sigur: „Hvør tann, sum klókur er, fer fram við skili.“ (Orðtøkini 13:16) Tað er væntandi, at tú ella hjúnafelagin viðhvørt noyðist at arbeiða, tá ið tit annars kundu brúkt tíð saman. Kanska krevur arbeiðið hjá tínum hjúnafelaga, at hann ella hon er tøk/ur eftir arbeiðstíð. Vænta ikki meira av hjúnafelaganum, enn rímiligt er.

    „Maður mín hevur eina lítla fyritøku, og hann noyðist ofta at taka sær av onkrum eftir arbeiðstíð. Viðhvørt irriterar tað meg eitt sindur, men av tí at vit eru nógv saman aðrar tíðir, ger tað ikki so nógv.“ – Beverly.

    Spyr teg sjálvan: ’Vísi eg, at eg skilji, at hjúnafelagin hevur nógv at gera, ella krevji eg for nógv av honum ella henni? Hvat hevði hjúnafelagin svarað?’

 Spurningar at tosa um

Roynið fyrst at hugsa um spurningarnar hvør sær. Og so kunnu tit tosa um svarini saman.

  • Hevur tín hjúnafelagi nakrantíð grenjað um, at tú tekur arbeiðið við tær heim? Um so er, skilur tú so hví?

  • Hvat heldur tú, at tú kundi gjørt betur, tá ið talan er um javnvág millum arbeiði og familjulív?

  • Hevur tú onkuntíð følt, at hjúnafelagin ikki klárar at lata vera við at taka arbeiðið við heim? Um so er, minnist tú so okkurt dømi?

  • Hvat kundi tú møguliga hugsað tær, at tín hjúnafelagi gjørdi øðrvísi í sambandi við javnvágina millum arbeiði og familjulív?