Far beinleiðis til innihaldið

Hvussu verður arbeiðið hjá Jehova vitnum fíggjað?

Hvussu verður arbeiðið hjá Jehova vitnum fíggjað?

 Okkara heimsumfatandi boðanararbeiði verður fyrst og fremst fíggjað við sjálvbodnum stuðli frá Jehova vitnum. a Stuðulsbússur eru í okkara møtisalum, og á síðuni „Stuðul“ ber til at síggja, hvussu mann annars kann lata stuðul. Mann kann bæði lata stuðul til heimsumfatandi arbeiðið og stuðul, sum rindar lokalar útreiðslur.

 Jehova vitni geva ikki tíggjund ella ein ávísan prosentpart av inntøkuni. (2. Korintbræv 9:7) Eingin pengainnsavning fer fram á okkara møtum, og tað kostar einki at koma inn. Vit taka ikki pengar fyri dóp, jarðarferðir, brúdleyp ella aðrar átrúnaðarligar tænastur. Vit hava ikki kakutombola, loppumarknað, bingo, pengaspæl ella onnur tiltøk fyri at samla pengar inn, og vit biðja heldur ikki fólk um at lata stuðul. Allur stuðul er anonymur. (Matteus 6:2-4) Vit fíggja ikki okkara heimasíður og lesnað við lýsingum.

 Hvønn mánað gera allar samkomur hjá Jehova vitnum eina roknskaparfráboðan, sum verður lisin upp á møtunum hjá teimum. Og øll kunnu koma á hesi møtini. Roknskapurin hjá hvørji einstakari samkomu verður endurskoðaður regluliga fyri at tryggja, at stuðulin verður handfarin rætt. – 2. Korintbræv 8:20, 21

Nakrir mátar at lata stuðul

  •   Stuðulsbússur: Tað ber til at leggja pengar í stuðulsbússur í ríkissalum, stevnuhøllum ella aðrastaðni, har vit hava møti.

  •   Stuðul á netinum: Í nógvum londum ber til at lata stuðul á síðuni „Lat Jehova vitnum stuðul“ við at brúka eitt kreditt- ella debitkort, bankaflyting ella aðrar elektroniskar gjaldshættir. b Nøkur Jehova vitni velja at lata stuðul við fastari flyting hvønn mánað. – 1. Korintbræv 16:2.

  •  Fastogn, partabrøv, lánsbrøv, testamenti, lívstrygging ella pensjónsskipanir: Um tú vilt lata stuðul av hesum slag, kanst tú seta teg í samband við lokalu deildarskrivstovuna hjá Jehova vitnum fyri at fáa fleiri upplýsingar.

 Á síðuni „Lat Jehova vitnum stuðul“ ber til at síggja, hvørjir møguleikar eru at lata stuðul, har sum tú býrt”

a Summi, sum ikki eru Jehova vitni, vilja eisini fegin stuðla okkara arbeiði.

b Fleiri upplýsingar eru at fáa í videonum Vejledning til hvordan man giver bidrag elektronisk.