Far beinleiðis til innihaldið

„Ein góð gerð“

„Ein góð gerð“

Danielle, eitt Jehova vitni í Suðurafrika, fann eina tasku á eini kafe, sum onkur hevði gloymt. Í taskuni lá ein mappa við pengum og gjaldskortum. Danielle setti sær fyri at finna eigaran og leitaði tí eftir eini adressu ella einum telefonnummari í taskuni, men fann bara eitt mannfólkanavn. Hon setti seg í samband við bankan hjá manninum fyri at fáa fatur á honum, men starvsfólkini har fingu ikki hjálpt henni. Í taskuni fann hon eisini ein seðil við nummarinum hjá einum lækna, sum hon so ringdi til. Skrivarin hjá læknanum lovaði at ringja til mannin og geva honum telefonnummarið hjá Danielle.

Maðurin varð ovfarin, tá ið læknaskrivarin ringdi til hansara og fortaldi, at Danielle hevði funnið taskuna hjá honum og gjarna vildi geva honum hana aftur. Tá ið hann kom eftir taskuni, tóku Danielle og pápi hennara ímóti honum. Tey brúktu henda møguleikan til at fortelja, hví tey høvdu gjørt sær ómak at finna hann. Tey greiddu honum eisini frá, at Jehova vitni royna at fylgja meginreglunum í Bíbliuni, og tí leggja tey seg eftir altíð at vera ærlig. – Hebrearabrævið 13:18.

Nakrar tímar seinni skrivaði maðurin til Danielle og pápa hennara og takkaði teimum enn eina ferð fyri, at hann hevði fingið taskuna og mappuna aftur. Hann skrivaði: „Eg eri so takksamur fyri alt tað, tit gjørdu fyri at finna meg. Tað var stuttligt at heilsa upp á tykkum, og eg fari altíð at minnast, hvussu hjálpsom og vinarlig tit vóru. Eg vil gjarna geva tykkum eina gávu fyri at vísa, hvussu takksamur eg eri. Eg veit, at tit gera nógv fyri at tæna Gudi, og tað, sum Danielle gjørdi, vísir, at tit eru álítandi og ærlig. Enn eina ferð takk fyri, og eg ynski tykkum Guds signing í tykkara arbeiði.“

Nakrar mánaðir seinni fekk pápi Danielle samband við mannin aftur, og maðurin fortaldi nakað, sum nýliga var hent. Hann hevði verið og keypt inn og funnið eina hondtasku á gólvinum. Tá ið hann fann konuna, sum átti taskuna, og gav henni taskuna aftur, greiddi hann henni frá, hví hann gjørdi tað. Tað var tí hann sjálvur hevði upplivað nakað tað sama. Hann segði: „Ein góð gerð hevur ofta fleiri góðar gerðir við sær og kann hava góða ávirkan á alt samfelagið.“